Blomstrið

    Orð: Johann Wolfgang van Goethe
    Lag: Vísulag
    Týtt: Alexandur Kristiansen

    1. :,: Eg gekk í huga, sum dapur var, :,:
    :,: og mjørkin fjaldi :,:
    :,: mær fót og far – :,:

    2. :,: Og sum eg gekk, eg eitt blomstur sá :,:
    :,: sum stjørnuhimin :,:
    :,: sum kvinnubrá. :,:

    3. :,: Eg tók um leggin, tað at mær leit: :,:
    :,: “Tú veitst, eg doyði,
    um tú meg sleit.” :,:

    4. :,: Eg loysti blomstrið við rót og bar; :,:
    :,: har grør og angar :,:
    :,: tað fyri mær. :,:

    Mítt lítla, fitta lambamæ

    Orð: Alexandur Kristiansen
    Lag: Fólkalag

    1. Mítt lítla, fitta lambamæ,
    „mæ-mæ, mæ-mæ, mæ-mæ,“
    tað rennur, hoppar allan dag,
    mæ-mæ, mæ-mæ, mæ-mæ.

    2. Ein kráka kemur, setir seg,
    krá-krá, krá-krá, krá-krá.
    „Nú ætli eg at eta teg!“
    krá-krá, krá-krá, krá-krá.

    3. Og lítla lambamæið rann,
    „mæ-mæ, mæ-mæ, mæ-mæ.“
    Skjótt aftur mammuna tað fann,
    mæ-mæ, mæ-mæ, mæ-mæ.

    Nú andar sunnan

    Orð: Jónas Hallgrímsson
    Lag: Ingi T. Lárusson
    Týtt: Alexandur Kristiansen
    Upprunaheiti: Ég bið að heilsa

    1. Nú andar sunnan sínar lýggju vindar.
    Um havsins fløtur víða bárur danda.
    Og várið fylgir teimum heim til landa,
    til fosturjarðar strond og jøklstindar.

    2. O, berið kvøðu heim av ríkum grynnum
    um fjøll og fjørð við signing guðs og friði.
    Kyssið tit, bárur, bát á fiskimiði.
    Blásið tit, vindar, roða fram á kinnum.

    3. Væl verði tær, ið fagurlátin fer
    við fríðum veingjaspenni tínar leiðir
    í dalin inn at syngja songin tín

    4. har undir homrum, kvøðu henni ber,
    sum út á blik væl sínar dreymar breiðir,
    trúfasti trøstur – tað er vina mín.

    Áin á sumri

    Orð: Alexandur Kristiansen
    Lag: Heri Nolsøe

    Tú vakra á,
    av skarðinum so møk og mjá
    tín ríka kelda vellir,
    og hugur glæsir tær ímót
    í dropadrift um eyr og grót
    og mosagrónar hellur.

    Tú vakra á,
    tín andadýpd av vøtnum blá
    og víðum sjónarringi
    varð fest í huga mín hvørt kvøld
    sum fræ av frælsi øld úr øld
    og døgg í berjalyngi.

    Tú vakra á
    so livandi ert altíð hjá
    við dreymadjúpum hyljum.
    Og hugur búnast tær í nánd
    og skapar sær tey birtingslond,
    ið lýsa sterkum viljum.

    Tú vakra á –
    har fossur sínum litum brá
    i túsundára spæli –
    og vovið inn í tína søgn
    er hvørt eitt ljóð og hvør ein øgn
    eymt titrandi í dali.

    Tú vakra á,
    á gævi, at mær unnist tá –
    tá endað er mín ævi
    at hoyra tutl og tesk og sjóð,
    tí tað var her mín vøgga stóð,
    í tínum friði svav eg.

    Børn eru børn

    Orð og lag: Olle Adolphson
    Týtt: Alexandur Kristiansen

    1. Børn eru børn, og tey liva í aðrari verð,
    henda verð er ein á og ein tjørn.
    Har føra dreingirnir skip millum boðar og sker,
    og teir sigla í logn og í ódn.
    Har er ein genta, og eyguni smíla
    so hulin og svinn.
    Skiparin leggur sítt far fyri íla
    og tørnar so inn.
    Har er ein drongur, ið spyr um so mangt,
    har er ein genta, ið vassar so langt
    út, sum hon grynnir.
    Har er ein drongur, ið gleðist um alt,
    sum hann finnur.
    Børn eru børn, og so gátuført er teirra ríki.

    2. Børn eru børn, og tey liva í aðrari verð,
    henda verð er ein á og eitt æl.
    Har er ein drongur, sum á sínum gangara fer
    út í villan og ókendan dal.
    Har fer ein genta við biði á baki
    og stokkum í hond.
    Har eru dreingir, ið taka mangt takið
    á ferð millum lond.
    Har er ein drongur, ið býr millum fjøll.
    Har koma hundraðtals trøll
    oman um garðar.
    Har fann ein genta ein villa av ull,
    sum hon karðar.
    Børn eru børn, og so gátuført er teirra ríki.

    3. Børn eru børn, og tey liva í aðrari verð,
    henda verð er ein bygd og ein á.
    Har fært tú kanska eitt kvøldið,
    tá stjørnuklárt er,
    onkran flúgvandi borðisk at sjá.
    Har er ein drongur, sum svørðinum reiggjar
    og klývur ein stein.
    Har sært tú frumskógarkongin, ið sveiggjar
    av grein og á grein.
    Alt hevur týdning, og einki er smátt.
    Har verður songin eitt skip hvørja nátt,
    kransað av stjørnum.
    Har finst ein heimur, sum einans er til
    fyri børnum.
    Børn eru børn, og so gátuført er teirra ríki.

    Sólin skínur á bláan sjógv

    Orð: Alexandur Kristiansen
    Lag: Knút Olsen

    1. Sólin skínur á bláan skógv
    og skyggir í brúnum tara,
    har marflugur renna av handahógv
    í ringrás um hvørja aðra.
    Skrubban fram eftir botni fer
    og blæsur til ymsar síður.
    Ein njarðarvøttur í skølingum er,
    meðan hann vattleysur skríður.

    2. Ein jomfrú situr so ummarreyð
    og flættar sær einar flættur,
    tá knappliga sjónotan fer í sjey
    og hvørvur í allar ættir.
    Og ternumurtar og kombikk smá
    smúgva sær inn millum taran,
    har krabbin situr við gággu á
    og heldur, at eingin sær hann.

    3. Har svimur nógv og har skríður mangt
    bæði av einum og øðrum –
    sumt verður etið, og sumt er svant,
    tað doyr so í øllum førum.
    Sólin skínur á hvítan sand
    og skyggir í brúnum tara,
    sum aldurnar skola upp á land,
    áðrenn tær útaftur fara.

    Dimmast nú dagar

    Orð: N.F.S. Grundtvig
    Lag: Thora Borch
    Týtt: Alexandur Kristiansen og Thorben Johannesen

    1. Dimmast nú dagar,
    og leyvið dettur,
    ei syngur fuglur, ei meir,
    blómurnar suffa: Sí, einki eftir!
    Árið í vónloysi doyr!
    Og tó birta ljós vit við gleði!

    2. Veturin kemur ísandi kaldur,
    bindur hvønn blómandi bøkk,
    einki hjálpir at gráta um Baldur!
    tár eru turr sum hjá Tøkk.
    Og tó birta ljós vit við gleði!

    3. Sól aftur hækkar, og sólskinskvæðið
    dunar um bygd og um bý,
    aftur sæst fuglur tláta í træi,
    lyngi og sóljandi líð.
    Og tí birta ljós vit við gleði!

    4. Árini skifta, tey ræðast aldur,
    skaldini halda sum tey.
    Fuglarnir fjaðursárir og kaldir
    vinna sær flog av tí neyð.
    Og tí birta ljós vit við gleði!

    5. Fuglarnir ferðast á veingjum vinda
    skjótt yvir villini høv,
    skaldini ferðast um orðatindar,
    har ættarlið leggjast í grøv.
    Og tí birta ljós vit við gleði!

    6. Hjørtuni biva, tá høgt tey tráa,
    drigin mót fuglanna leið,
    ljósið tó sigrar; tann myrka, gráa
    stúran í grøvina gleið.
    Og tí birta ljós vit við gleði!

    7. Sálmarnir ljóma, og klokkur ringja,
    skemta við kavan um jól,
    veturin kann ikki várið tyngja,
    tánar, tá fram kagar sól.
    Og tí birta ljós vit við gleði!

    8. Trúgvandi hjørtu í vetrardýpi
    goyma sær minnið um vár,
    fevna við gleði jólabarn lítið,
    ynskja eitt eydnuríkt ár!
    Og tí birta ljós vit við gleði!

    9. Betlehems-barnið á krubbubeði
    tað er hitt æviga vár!
    Trúgvandi hjørtu kenna við gleði,
    jól geva ríkari ár!
    Og tí birta ljós vit við gleði!

    Enniberg

    Orð: Alexandur Kristiansen
    Lag: Knút Olsen

    1. Mítt enni er eitt berg so steyrrætt niður –
    og har, sum berg er, har er aldri friður.
    Har lomvigin í stórum tali eigur,
    og havhestur við vangan byggir reiður.

    2. Í høgra nasaglugga býr ein álka,
    og teistin eigur mitt á mínum kjálka.
    Og tætt við oyrað eiga fýra ritur,
    og ytst á tunguni ein skarvur situr.

    3. Tó ringast er, eg fái ikki blundað,
    tí allastaðni eigur fult av lunda.
    So eg má standa, tá ið eg vil liggja,
    og tá eg sovi, noyðist eg at hyggja.

    Tung og døkk hin kvirra nátt

    Orð: Jakob Knudsen
    Lag: Carl Nielsen
    Týtt úr donskum (1967): Alexandur Kristiansen
    Upprunaheiti: Tunge mørke natteskyer

    1. Tung og døkk hin kvirra nátt
    yvir landið sígur.
    Heim úr fjøru fuglur brátt
    stillisliga flýgur.
    Skýmir skjótt um sand og sker,
    tað er myrkt umsíðir.
    Góði Gud, tú hjá mær ver
    meðan tíðin líður.

    2. Ver mær hjá, tí uttan teg
    einsemið meg ræðir!
    Ver mær hjá, tí uttan teg
    altíð okkurt bagir!
    Halt við tíni faðirhond
    mær í tínum heimi!
    Loys av mær øll myrkurs bond,
    so eg óttan gloymi!

    3. Lat meg kenna hvørja ferð,
    lívið gerst mær oyðið,
    at tú, faðir, hjá mær er
    og at eg teg eigi!
    Og tá nátt í barmi mær
    hjartað bindur niður
    veit mær vón og troyst frá tær,
    vinn mær ljósins sigur!

    4. Og tá meg á sóttarsong
    deyðans nátt skal hylja,
    lat meg hoyra morgunsong,
    so eg rætt kann skilja:
    Tínir fuglar eru tað,
    meg í morgin ugga
    har, vit altíð hava dag,
    aldrin náttarskugga.

    5. Stendur nátt á heimsins gátt,
    valdar náttarfriður,
    kámt í glugga brennur brátt
    vøkuljósið niður.
    Tú, ið linnar sorg og neyð,
    veit, hvat okkum bagir,
    lýsir upp hin myrka deyð,
    tøkk, tú ljósins faðir!