Sig, hví mátti Jesus ganga

    Orð: Ókendur
    Týtt: Amga Jacobsen
    Viðmerking: Týddur í 1984.

    1. Sig, hví mátti Jesus ganga
    krossins veg til Golgata?
    Tað var tí, Hann vildi bjarga
    alla mannaættina!

    Niðurlag: Ja, fyri teg har Jesus doyði,
    nú øll tín synd útstrikað er;
    alt var av kærleika, hann segði,
    trúgv tí og tú frelstur er.

    2. Sig, hví leið Hann har so tolin,
    og hví rópti Hann “Fullgjørt”,
    doyði har so sundurbrotin,
    meðan alt til háð varð gjørt?

    3. Einki annað kann teg frelsa,
    einki annað ber tær frið;
    ævigt lív Hann tær vil geva,
    kom nú og Honum takk framber.

    Góði pápi, vilt tú koma her og seta teg hjá mær

    Orð og lag: Ókendur
    Týtt: Amga Jacobsen

    1. “Góði pápi, vilt tú koma her og seta teg hjá mær,
    vilt tú taka tína Bíbil og lesa fyri mær?
    Um tað lítla Jesus-barnið eg so fegin hoyra vil,
    sum á fornu nátt í fjósi her í heimin borið varð”.

    2. “Eg vil fegin siga frá, tá ið Jósef fór avstað,
    tók Mariu á ein asna og fór til Dávids stað.
    Einki rúm tey kundu fáa, tá tey komu vegin fram,
    tó var onkur sum teim vístu á eitt fjós, sum har stóð tómt.

    3. Jósef gjørdi tað hann kundi, í krubbu legði hálm og strá,
    tá so Jesus Hann varð føddur, tey løgdu Han har á!
    Nakrir hirðar til tey komu og teim bóru gleðiboð,
    sum frá einglunum teir fingu, ið vóru Himins sendiboð”.

    4. “Pápi, um eg hevði livað, tá Hann borin varð í heim,
    ja, tá skuldi eg syrgt fyri, Hann fekk eitt betri heim.
    Krubbu ei Hann skuldi fingið, men ta song, sum stendur tóm,
    og tey heitu góðu klæði, sum vit fingu løgd har í!”

    5. “Á, mítt kæra, góða barn, tað frøir meg, tú hugsar so,
    at tað besta, sum tú hevur, Hann verdur er at fá.
    Gev tú Honum nú títt hjarta, Hann vil fegin verða tín,
    og teg leiða heim til Himmals, har sum alt so vakurt er”.

    Gev títt barn til Jesus, lær tað Harrans veg

    Orð og lag: Ókendur
    Týtt: Amga Jacobsen

    1. Gev títt barn til Jesus, lær tað Harrans veg,
    har Guð hevur sett teg, at virka fyri Seg.
    Lætt kann hjartað boyggjast, rein er barnatrúgv,
    nú kann Harrans Orð í hjartað festa búgv.

    2. Gev títt barn til Jesus – brátt tað er ov seint!
    Nú kann Orðið tala og hjartað tað er reint!
    Hví vilt tú nú bíða? – Syndin bíðar ei!
    Lær tað bert at ganga fram á Harrans leið.

    3. Gev títt barn til Jesus, sáðið tað ber frukt,
    væl tað minnist orð títt, tá tú flytir burt.
    Ein dag skalt tú flyta handans deyðans hav,
    meðan barn títt livir í Orðinum, tú gav!

    Ein kross eg sá, ið blóðið hevði fargað

    Orð og lag: Ókendur
    Týtt: Amga Jacobsen

    1. Ein kross eg sá, ið blóðið hevði fargað,
    mín kæri Frelsari har hekk ein dag;
    o, dýra offur fyri meg at bjarga,
    Hann gav sítt lív, eg aldri skilji tað.

    2. Og jørðin skalv, tá svárt í deyðans pínu
    “Tað fullgjørt er!” Hans muður mælti hart.
    O, sál, ið nívist undir syndabyrðu
    í Jesu blóð tú fyrigeving fært.

    3. Hav takk, mín Jesus, at Tú vildi doyggja,
    at Tú á krossi mínar syndir bar.
    Tú skuldafríur fyri heimin bløddi,
    í Tínum blóði frelsan vunnin varð.

    4. Hav takk, mín Frelsari, Tú vilt meg varða,
    inntil eg sælur nái Himnastrond;
    og tá Tú tekur heim hin frelsta skara,
    eg verði við, meg leiða skal Tín hond.

    5. O, kæra sál, hoyr Jesus á teg kallar,
    tonk um Hann kallar fyri síðstu ferð!
    Brátt lúðraljóð um heimin klárt skal ljóða,
    vit Jesus síggja, Hann tá heim oss ber.

    Undurfull stór fyri meg her í verð

    Orð: Ókendur
    Týtt: Amga Jacobsen

    1. Undurfull stór fyri meg her í verð
    vóru Orð, sum mær gjørdist so kær,
    Jesusar blóð
    mína synd burtur tvó,
    Golgata fjalir jú alt.

    Niðurlag: Golgata fjalir jú alt,
    sum dálkað av synd er nú.
    Mín misgerð og synd nú til gleði er vend,
    ja, Golgata fjalir jú alt.

    2. Merkir Hann fekk, tornakrúnu Hann bar,
    fyri meg gekk Hann kærleikans veg.
    Er hjarta títt merkt
    av tí synd, sum tú bert,
    Golgata fjalir jú alt.

    3. Undurfull gleði, mín sál nú er loyst,
    hon kann dvølja í sæluni nú.
    Sál mín gleða kann seg,
    Jesus eiga skal meg,
    tí Golgata fjalir jú alt.

    Tú líðandi, tystandi, søkjandi sál

    Orð: Ókendur
    Týtt: Amga Jacobsen og Kajfinn Hammer

    1. Tú líðandi, tystandi, søkjandi sál,
    sum ófriður køvandi nívir,
    á, hoyr her eitt orð, sum væl hjálpa tær kann,
    sum leiða til lívsgleði man:

    Niðurlag: Tað er Orðið um krossin tær tørvar, á, sál,
    ja, Orðið um krossin, tað leiðir á mál.
    Eitt Orð frá teim varrum, sum sigur alt tað,
    um hvat ið tær tørvar í dag.

    2. Tín tosta tú roynir at sløkkja sum best
    í heimsins uppturkaðu brunnum;
    men hoyrir tú ikki ta kærleikans reyst,
    sum grøða kann sár og hvønn brest:

    3. Jú, Orðið um krossin er ment enn í dag,
    at reinsa títt synduga hjarta;
    teg Jesus kann frelsa, so sál tín gerst glað,
    frá Himni Hann sigur í dag:

    Himmalin er so reinur og fagur

    Orð og lag: Ókendur
    Týtt: Amga Jacobsen

    1. Himmalin er so reinur og fagur,
    eingin sorg, eingin synd, eingin neyð!
    Einki hjarta har finnist, sum grætur,
    eingin sál, sum er særd heilt til deyð’.
    Myrknað skýggj, sum vit ofta her sóu,
    aldri meira vit síggja tey har;
    har verður bert gleði og friður,
    tí Jesus Hann sólin jú er.

    2. Í Himli er ei nakar sjúkur,
    eitt nýtt likam fáa vit har!
    Eingi tár meira har skulu renna,
    Jesus sjálvur man turkað tey av.
    Í Himli vit ei skulu skiljast,
    aldri meira tað verður sum her;
    í ævir vit har skulu gleðast,
    hvør sæla, sum bíðar mær har!

    3. Eingin syrgja skal heima í Himli,
    einki líkfylgi síggjast skal har.
    Eingin grøv heldur er har at finna,
    nei, deyðin ei nær okkum har.
    Vit øll verða umbroytt í Himli,
    tey gomlu sum ung verða har;
    vit øll verða lyft upp til Himmals
    og lík Honum verða tá har.