Hvør er Harri tín

    Anja Hansen
    Orð og lag: Anja Hansen

    Hugsar tú, um at lívið her
    ei ævigt er, tað ein endi er.
    Vinur hvat byggir tú á?
    Hvør er Harri tín? Áh..
    Hvør er Harri tín?

    Skjótt skulu øll knø boyggja seg.
    Kemur tá dómurin yvir teg?
    Hvør fær sál tína tá?
    Hvør er Harrin tí? Áh..
    Hvør er Harri tín?

    Veitst tú, at lívið her
    brátt kann enda nú?
    Hvar fer so sálin tín?
    Vinur, enn er, enn er tíð!

    Børn tíni hvar fara tey?
    Á hvør ein ábyrgd, ja, lív og deyð!
    Skalt tú tey leiða hond í hond
    Inn í Himmalin? Áh..
    Inn í Himmalin?

    Tað lív, sum Harrin gav mær

    Týtt: Anja Hansen
    Lag: Gary S. Paxton

    Tað lív, sum Harrin gav mær,
    kann ei mær takast frá.
    Tað lív, sum Harrin gav mær,
    kann ei mær takast frá.
    Hans kærleiki og gleði
    býr í míni sál hvønn dag.
    Tí tað lív, sum Harrin gav mær
    kann ei mær takast frá.

    Tað var ein tíð, tá eg longdist eftir gleði.
    Tí gleði, sum nú býr í mær.
    Spurningar um alt undir himli;
    men ei nakað svar var at fá.

    Men so hendi tað,
    sum tá broytti alt lív mítt,
    eg søkti Gud og Hann var nær.
    Tað lív, sum Harrin gav mær,
    kann e i mær takast frá.

    Mítt lívsins innihald er vorðið ríkt,
    nú tað liggur í Hansara hond.
    So gott tað er, nú Jesus meg leiðir,
    vit lova og prísa Hansar navn.

    Hann er vegurin, sannleikin og lívið.
    Í honum havi eg alt.
    Tað lív, sum Harrin gav mær,
    kann ei mær takast frá.

    Einglar bóru boð

    Orð og lag: Anja Hansen

    Í Dávids stað, Jesus føddur varð.
    Kongur konga og Harri als,
    Kristus okkara frelsa er.
    Gleðist! Gleðist! Friður á jørð.
    Frið vit finna hjá Jesusi.
    Einglar bóru boð. Einglar bóru boð.

    Um stutta stund, tíðin endar her.
    Kongur konga og Harri als,
    okkum tekur heim til Sín.
    Gleðist! Gleðist! Um stutta stund
    frið vit finna hjá Jesusi.
    Einglar bóru boð. Einglar bóru boð.

    Gott at liva

    Anja Hansen
    Orð og lag: Anja Hansen

    Tykist so vakurt,
    menniskju glað,
    elska hvønn annan.
    Betri enn ríkdómur
    er hetta mær,
    kærleiki so djúpur.

    Gott at liva
    eitt lív, sum fylt av kærleika er,
    og tað kennist,
    sum var hetta ein heilt onnur verð.

    Syndin ei ræður,
    vit eru fríð
    í Jesu blóði.
    Og nú vit saman her
    boða tær frá,
    í Jesusi finnist friður.

    Gott at liva
    Eitt lív, sum fylt av kærleika er,
    Og tað kennist,
    sum var hetta ein heilt onnur verð.

    Vit eru fríð!

    Lívið

    Anja Hansen
    Orð og lag: Anja Hansen

    Myndir koma fram fyri meg,
    menniskju nógv,
    tey tykjast so kedd,
    andlit so myrk.
    Hvør av teimum livir sítt lív,
    umboða heim,
    og virka ei nøgd,
    vita ei hví!

    Hugsa um, er lívið hjá tær í dag
    eitt tómt ylki um tína sál?
    Sig mær, er ein longsul í hjartanum,
    ið tú følir vaksa hvønn dag?

    Summi føla plága tað er,
    lívið so kalt,
    ei meining er í,
    leitandi enn.
    Svar tey ongantíð s kulu fá,
    tyngjast bert meir,
    um eingin hjálpir teim,
    finna eitt ljós!

    Hugsa um, er lívið hjá tær í dag
    eitt tómt hylki um tína sál?
    Sig mær, er ein longsul í tær júst nú?

    Veitst tú, svarið liggur í hjartanum.
    Tær leingist at hvíla í frið.
    Einki menniskja – kann fylla teg.
    Nei! Friður er Harranum í
    – Bið til Hann!

    Lær okkum

    Orð og lag: Anja Hansen

    Hví, undrast vit á,
    at menniskju nógv
    nýta alt sítt lív
    til at tæna Tær?
    – at tæna Tær?

    Lær okkum Gud,
    altíð at liva Tær nær.
    Lær okkum Gud,
    at gleðast yvir hvørt eitt lítið barn,
    sum játtar at Tú Harri ert
    og at tað Himmalin skal sjá.

    Hví vilja vit ei
    vitna um Teg?
    Skilja vit ei,
    vár ábyrgd tað er?
    vár ábyrgd tað er.

    Á, eg vil, at vit liva hvønn
    ein dag fyri Teg!

    Tín eg eri

    Anja Hansen
    Orð og lag: Anja Hansen

    Jesus, lær meg at liva
    mítt lív her bert fyri Teg.
    Lær meg, lýðin at vera
    mót Orðinum.

    Vís mær rættvísið, vísdóm
    so verðin sær
    Tín eg eri.
    Eg vil vitna um Teg Jesus
    so at øll
    kenna á mær
    Tín eg eri

    Jesus, lær meg at elska
    øll, sum Tú elskar meg.
    Lær meg við mildum orðum
    Tær siga frá

    Vís okkum veg Tín

    Anja Hansen
    Orð og lag: Anja Hansen

    Ung og óroynd vit eru,
    glað okkar sinn.
    Avgerðir týdningarmiklar
    eyðkenni er.

    Harri, vit biðja Teg,
    vís okkum veg Tín og
    før okkum trygt, hvat enn
    lívið so bjóðar.

    Í Tær vit vilja verða
    og læra at fyrigeva

    Júst fyrigeving er
    innihald kærleikans,
    ongantíð hata hvat
    enn okkum møtir.

    Lívsgleðin nógv størri verður,
    um Harrin er við.
    Dagurin bjartari tykist
    og náttin ei myrk.

    Harri hoyr okkum biðja,
    vís okkum veg.
    Før Tú altíð, ja, hvat enn
    lívið so er.

    Harri, vís Tú veg Tín,
    hvat enn lívið bjóðar.

    Harri – vís okkum veg Tín

    Hjarta mítt tilhoyrir tær

    Anja Hansen
    Orð og lag: Anja Hansen

    Lívið eittans er her í hesi verð,
    og val mítt má tí verða rætt.
    Drongur mín, Jú, eg vil verða tín,
    tí so høgt eg elski teg.

    Hjarta mítt tað slær,
    tá tú ert nær hjá mær.
    Áh, tað slær.
    tá tú ert nær.

    Tá tín hond so eymliga
    tekur mína hond,
    so veit eg, at eg fylgi tær
    hvar enn tú meg førir.

    Álit okkara og gleði okkara
    er í Jesu trúfesti.
    Hann hjá okkum er og vísir okkum veg,
    Hann hjálpir, tá vit tørva hjálp.

    Okkara mál er
    at virka fyri Hann.
    Áh, tað er
    at virka fyri Hann.

    Harri, takk fyri tín kærleika

    Anja Hansen
    Týtt: Anja Hansen
    Lag: Jim Weatherly

    Harri – takk fyri tín kærleika,
    Harri – eg vil prísa Tær.
    Harri – takk fyri tín kærleika
    Lívið hevur innihald
    Tí Tú elskar meg

    Í mær er ein songur,
    sum nú altíð tónar fram.
    Hann er um ljós og varma,
    um tryggleikan hjá Tær.

    Tú gav hann til mín,
    og tann songur ævigur er.
    Hann fyllir meg við gleði
    og fjalir einleikan.

    Einki er nú, sum tað var
    tí Tú mín vinur ert.
    Tú rætti mær Tína hond
    og segði “Eg elski teg”.

    Alt tað kalda, sum í mær var,
    tað hitnaði og hvarv.
    Fyri tað eg takki Tær.
    ta gleði Tú mær gav!