Løtumynd

    Anker Eli PetersenTerji Rasmussen
    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen

    Skýmingin mennist,
    ljósið tónar niður,
    bilar og andlit
    strúka framvið.
    Út móti vegnum,
    tendra ljós og gluggar,
    býurin hvílur
    durvar í frið.

    – Hyljarnir dansa,
    regnið sílar niður
    og fjalir slóðirnar frá tær –
    – tað fjalir slóðirnar frá tær.

    Gøtuljós bleiktra,
    ala skuggamyndir
    fram gjøgnum ljósið
    ferð eftir ferð.
    Kvøldrunnin eygu
    stara út í regnið,
    eygleiða varin
    kvøldið ið fer.

    – Regnvátir lokkar
    hefta móti kinnum
    og fjala andlitið á tær –
    – teir fjala andlitið á tær.

    Løtan er lokin,
    tá tú fert framvið mær,
    kvøldið er farið
    saman við tær.

    Jóladreymur

    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen

    Í kvøld er hválvið klárt og blátt
    so langt sum eyga sær
    og túsund smáar jólastjørnur
    bleiktra fyri tær

    Og alt er kalt og pakkað inn
    í turrafrost og gler
    Tú starir út í eina stilla
    hvíta dreymaverð

    – Og úti millum vit og skil
    og hvítan dreymalyng
    sært tú nøkur vættrabørn
    ið dansa runt í ring

    Ja, úti millum vit og skil
    og hvítan dreymalyng
    sært tú nøkur vættrabørn
    ið dansa runt í ring

    Tey dansa undir mánanum
    ið hongur har við frið
    og veittra upp til jólamannin
    tá hann fer framvið

    – Tí jólakvøld er dreymurin
    ið fyllir sál og sinn
    eitt suð av ljósum eingla røddum
    tá tú sovnar inn

    Skuggar yvir Peking

    Anker Eli PetersenTerji Rasmussen
    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen

    Sjóðandi lot og sólin skínur klár
    ein fuglarødd ið syngur snjøll um vónir og um vár
    og læandi ljóð – eitt túsundfaldað bros
    ein himmalskur friður um torg og tún –
    og teskandi frælsistos.

    Men enn leggja múrarnir skuggar á svørð
    og spírandi livandi trøð
    og enn liggur gleðin køvd undir jørð
    áðrenn hon er fræls – og sveimur millum krúnubløð.

    Eitt bønandi krav – um rúm at anda frítt
    ein tigandi roynd til at vinna egnan rætt at hugsa nýtt
    sum eitt rekandi skýggj ið ferðast har tað vil
    er ynski um mannarætt – at nýta vit og skil.

    Men frælsi er blóðið ið streymar reytt og vátt,
    breiðir seg um torg og tún
    vónirnar ið kvaldust eina stilla summarnátt…
    …gerast eymkandi suð – eitt skríggj ið tónar burt
    í ókrúti hvørva tey síðstu ljóð frá lívsins frælsisurt
    bert køvandi tøgn og túsundfaldað tár
    ein himmalskur friður um torg og tún
    og bløðandi opin sár.

    Allar gøtur

    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen

    Eg sitið her við stovugluggan
    og eg stari út á víðar fløtur,
    í allar ættir, burt frá mær
    leiða mangar breiðar gøtur.

    Her rísa bæði sól og máni,
    og her bleiktrar bjarta stjørnuglæma,
    men hvørja ferð eg hyggi út,
    ja, so síggi eg tað sama.

    – Og líkamikið er, hvussu eg snari mær,
    tí allar gøturnar tær leiða sama veg.
    Eg bara fylgi við,
    heilt uttan mál og mið,
    hoyri hon kallar meg.

    Eg síggi bara eina slóð
    hon er sett av mínum egnu sporum,
    ber út í fjaran barnaheim,
    har eg reikaði í forðum.

    – Og líkamikið er, hvussu eg snari mær…

    Eg hoyri Havnin kallar meg,
    hon man kenna mína tungu stundan,
    hon hevur sett í merg og bein,
    og eg sleppi ikki undan.

    – Og líkamikið er, hvussu eg snari mær…

    Hoyri hon kallar meg
    Býurin kallar meg
    Havnin, hon kallar meg

    Andarhald

    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen

    Darrandi roði,
    ein fuglur á flogið,
    á skýggjunum hómast
    ein silvurlitt rond.

    Tølandi friður
    nú sólin fer niður,
    dregur á eitt andarhald
    við tína løttu hond.

    – Og hesa løtuna
    kenni eg meg,
    aftur í tíðini
    tá eg hitti teg.

    Lokkur av hári
    ein farri av vári,
    tú brosar og dregur
    meg niður at tær.

    Eg haldi eg kenni
    hvørt brá um títt enni,
    hugsi eg, tá tú smoyggir tær
    tætt inn ímóti mær.

    – Og hesa løtuna…

    Tølandi friður
    og sólin fór niður,
    kom nú mín elskaða, elska við mær!

    Anima

    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen

    Tíðin leið, lívið fór framvið,
    eg havi leita eftir tær,
    í so mong ár, og tá eg kendi at tú vart nær,
    vaknaðu duldar kenslur
    tregi at eiga teg,
    vónin at hava teg hjá mær.

    Eitt lítið bros, bert eitt lítið brá,
    eg havi bíða eftir tær.
    So langa tíð, og nú tú liggur her, tætt at mær,
    vil eg bert kenna angan,
    av tínum andadrátti,
    gloyma at morgunin er nær.

    – Men tú ert ikki komin
    til at støðast her hjá mær,
    tú hevur mann og børn
    sum altíð bíða heima eftir tær.

    Tíðin leið, náttin fór framvið,
    tú stendur ivandi og nær,
    men tú skalt heim, og tá tú vendur tær burt frá mær,
    kenni eg beiska stingin
    innast við hjartarøtur:
    Tú verður altíð nær men fjar.

    – Nei, tú ert ikki komin til…

    Tíðin lei, og lívið fór…

    Andøvur

    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Arnold Ludvig

    Vit sita kvirr í køkinum
    og útvarpið spælir eitt lag.
    Tú kveitir, heldur troytt at mær,
    tað sama hvønn einasta dag.
    Hvat varð av tí gleði og trá,
    ið vit einaferð høvdu saman.
    Hvat varð av dreymunum,
    hví stendur lívið í stað?
    Hví sita vit her saman enn,
    so tunglynt og líkaglað.

    Eg veit væl, at eg ikki helt
    alt ið eg lovaði tær.
    Og tú manst, heldur ikki hava
    gjørt alt eg væntaði mær.
    Men hvørgin mælir hálvtalað orð,
    hóast vit kanska vildu.
    Hvørgin torir at siga sum er:
    hví flyta vit ikki hvør sær?
    Vit sita heldur still og kvirr
    og látast alt er sum tað var.

    Tíðartónar

    Anker Eli PetersenTerji Rasmussen
    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen

    Tað var tann tíð
    tá ið heimurin lá opin,
    tá vit høvdu vítt til veggja,
    meðan hugsjónin var trong.
    Tað var tann tíð,
    tá vit, kvirr og samankropin,
    kundu stara út í myrkrið
    og undra okkum á at náttin var so long.

    Og vit hoyrdu lívið leika
    á sín tunna tíðarstrong.

    Vit vuksu til
    og við aldri og við menning,
    løgdust litir á tað lørift
    sum fyrr var hvítt og svart.
    Eg undrist enn,
    men fyri hvørja sólarrenning
    ið eg síggi koma undan,
    tykir mær at lívsins tónar ljóma meira bjart.

    Og eg hoyri lívið leika
    á sín tunna tíðarstrong.

    Alsamt hoyri eg
    streingir leika loyndarfult um lívið,
    tíðin dregur meg
    leiðir meg á veg.

    Eg sitið enn
    og hoyri lívsins tónar sláa,
    byggja duldar tíðarmyndir
    ið altíð tykjast liggja frammanfyri mær.

    Screw it!

    Anker Eli PetersenTerji RasmussenLeivur ThomsenMagnus JohannessenRógvi á RógvuArnold Ludvig
    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen, Leivur Thomsen, Magnus Johannessen, Rógvi á Rógvu og Arnold Ludvig

    1. Eg sitið og stari
    í glasið í kvøld,
    ølin er dovin
    og luftin er køld.
    Hugmyndir úr eini
    hálvari øld,
    fjara í hesari
    sprøklutu fjøld.

    2. Roykur og reyp
    og darrandi bróst,
    herliga hugspjaðing,
    rund og so føst.
    Elvgrenskar kvinnur
    tá neyðin er størst,
    at liggja í skeið
    til tað verður ljóst.

    3. Kanska eg burdi
    fari til hús,
    áðrenn eg villist
    inn í mín rús.
    Samrøðan er nú
    bert óhøpi brús,
    og hugurin spælir
    ein tunglyntan blues.

    4. Ahh – Screw it, eg tími
    ikki at ganga,
    náttin er alt
    ov trupul at fanga.
    Lat bara hugmynd
    og sálarfrið hanga.
    – Stari í glasið, hond undir vanga.

    Kettan og músin

    Anker Eli PetersenTerji Rasmussen
    Orð: Sarita Baldvinson, Anker Eli Petersen og Terji Rasmussen
    Lag: Terji Rasmussen

    Kettan eftir músini rann
    men músin var heppin, hon fann eina spann
    Men spannin hon koppaði og kettan hon hoppaði
    men ikki músina hon fanga kann

    Músin rann til ommuna heim
    men kettan fylgdi við, hon var ikki sein
    Men omman fekk frið í lag millum tær
    sum eingin hevði fyristilla sær

    La, la, la, la, la…

    Kettan eftir músini rann
    men músin var heppin, hon fann eina spann
    Men spannin hon koppaði og kettan hon hoppaði
    men ikki músina hon fanga kann

    Músin flýddi heim til hús
    men kettan var til dystin fús
    Ommubýlið skalv í grund
    risti eina langa stund

    Músin rann til ommuna heim
    men kettan fylgdi við, hon var ikki sein
    Men omman fekk frið í lag millum tær
    sum eingin hevði fyristilla sær

    La, la, la, la, la…