Farandi tíð

    Orð: Petur William Háberg
    Lag: Pætur Hjørtur Háberg

    Skjótt fara ársins dagar
    við streyminum avstað,
    teir eru sum ein dreymur
    í huganum í dag.
    Men ævinleikans manan
    í hvørjum teirra var,
    og hvat teir við sær bóru,
    skal kennast uppi har.

    Hin tunga sorgin snýkti
    seg inn í mangt eitt heim,
    men Harrans ríka náði,
    sum áður hjálpti teim.
    Teir allatyngstu dagarnar
    Harrin sjálvur bar,
    og øllum sínum verja
    í trongdardøgum var.

    Og hvat, ið tað vil bera,
    tað ár, ið koma skal,
    tað kann bert Harrin vita,
    sum kennir dagatal.
    Men livst tað fyri Harran
    í trúnnar føstu borg,
    so linnar hvør ein pína
    og sløkkist hvør ein sorg.

    Gud, tú ert Gud mín, eg árla teg søki

    Orð: Hans Andreas Jacobsen
    Lag: Øssur Berghamar

    1. Gud, tú ert Gud mín, eg árla teg søki.
    Eftir tær sál mín hon tystir hvønn dag.
    Í turrum vatnleysum landi mær leingist
    eftir at skoða tíns halgidóms stað.

    2. Tí at tín náði er betri enn lívið,
    við mínum varrum eg beri mín song.
    Eg skal tær lova, so leingi eg livi,
    geva tær æru sum Harra og Kong.

    3. Tá eg so minnist teg á míni legu,
    á náttarstund, tá eg hugsi um teg,
    at tú vart hjálp mín í trongastu døgum,
    tá má eg hátt rópa: Sál mín, teg gleð!

    4. Trygt tú meg leiðir við høgru hond tíni,
    uppi mær heldur hvønn dag, hvørja stund.
    Einki kann saka meg, trygt fram eg gangi,
    inntil eg komi til Himmalsins fund.

    Eitt friðarheim

    Orð og lag: Regin Guttesen

    Nógv hjartasár, nógv sorgartár
    í heiminum, sum frið ei veita kann
    Ein misti mátt, ein fall í fátt
    Mangt menniskja, sum onga lukku fann

    Men, Gud, Tín rødd
    tó nær var stødd
    Hon segði: “Hvíl hjá Mær”

    Eitt friðarheim Tú gjørdist teim
    sum djúpt í sál og sinni vóru nívd
    Tú veitti skjól, mær reiddi ból
    Í storminum Tú okkum vart ein lívd

    Nú lið um lið, stig fyri stig
    mót málinum vit ganga somu leið
    Børn, kvinnur, menn – um ymisk enn
    kom, rættið hond, um ein av vegnum gleið

    Og, Gud, Tín rødd
    enn nær er stødd
    Hon teskar: “Fylgið Mær”

    Hirðans rødd

    Martin JoensenMartin Joensen
    Orð: Martin Joensen
    Lag: Anna Háberg

    Eitt fallið træ á ódnarnátt,
    – eitt heljarslag, alt fell í fátt.
    Eitt svunnið ljós ein heystardag,
    ein slóknað glóð, eitt sorgarlag.
    Hvaðani skal troystin koma, hugsar tú.
    Hvør kann turka tár av kinni nú?

    Og syrgdi tú, tá dagur svann,
    og vónarljósið niður brann.
    Kendi tú teg standa har á ytstu trom,
    ivaðist um nøkur hjálpin kom?

    Men hoyrir tú ei hirðans rødd,
    – kallar síni lomb, hvar enn tey eru stødd?
    Heim til sólarsælu og til ró við sína lið,
    heim til gleðina, heim til himnafrið,
    til himnafrið.

    Var bylgjan brøtt, var tung tín leið,
    var illgongt har tín fótur steig?
    Hirðin leiddi teg ígjøgnum dimman dal,
    lívsins Harri síni røktar væl.

    So lurta, hoyr nú hirðans rødd
    kalla síni lomb, hvar enn tey eru stødd.
    Heim til sólarsælu og til ró við sína lið,
    heim til gleðina, heim til himnafrið,
    til himnafrið.