Lognbrá

    Annika LávíkKim Hansen
    Orð: Annika Lávík
    Lag: Kim Hansen

    Kenslur mínar brenna
    við sakninum í tær gekk ljósið út
    Eitt kaldligt tám er tað einasta
    ið rennur mær í hug
    at eg ein fuglur var, sum hevði mist sín song

    Eg hómi minnir frá tí farna
    men rødd tín ljóðar enn í mær
    Og tú vart sólstrála mín
    eitt brosi snýð tá eg var stúrandi

    Og tú kanst fjala út yvir
    men hon er altíð har
    So leingi sum tú livir
    men tú lærir tíðin lekir sár
    Eins og trø seint á heysti so ber
    um vári festa aftur bløð

    Minnið um teg mól í mær
    sum malargrót skræddi fyri sær
    So við og við sum tíðin rann
    mól gróti runt og rundaði so av
    tók eitt annað skap

    Men tíðin tekur tørni
    alt søkir sína slóð
    So satt sum trøð missa tey bløð sum skrýddi tey
    so standa tey í kuldanum so ber

    Og tú kanst fjala út yvir
    men hon er altíð har
    So leingi sum tú livir
    men tú lærir tíðin hylur sár
    Eins og trø seint á heysti so ber
    um vári festa aftur bløð

    Náttarravnar

    Annika LávíkKaj Johannesen
    Orð: Annika Lávík
    Lag: Kaj Johannesen

    Morgunin lættir
    og ravnarnir sova
    Eitt hugflog úr náttini
    ið fór framvið

    Men fuglar úr skýnum
    ið frøast um dagin
    Teir flagsa í óvissu
    um ókend mið

    Tað æviga stríð
    sum styrkir øll lív
    Krevur altíð sítt pláss
    í millum alt annað knoss

    Møddir av dagsins strevi
    teir venda sær heim
    Tó bert ein køld nátt
    tekur móti teim

    Og sum dagsins verður fáa hvíld
    ein náttarravnur vakin er
    skyggir veingjasuð
    sum ein døkkur skuggi, náttin fer

    Náttarravnur skáar ríkið sítt
    inntil eitt morgunljós
    sær úr náttini smeyg
    og náttarravnur blundar blítt…