Nú tendrast jólatræ

    Orð: Árni Andreasen

    1. Nú tendrast jólatræ,
    øll børnini so glað.
    Tá kirkjuklokkur ringja,
    um jólatræ vit syngja…

    2. Tey eygu glað og rein,
    um træið smáu bein.
    Hond í hond vit renna,
    vit syngja, og vit flenna…

    3. Skjótt er jólanátt,
    á jólum er so gott.
    Børn og vaksin glað,
    so vakurt jólatræ…

    Nú er jól

    Orð: Árni Andreasen

    Dagurin er stuttur,
    og náttin er so long.
    Eg hoyri rundan um meg,
    vakran jólasong.
    -Nú er jól
    -Nú er jól
    Gleðilig jól.

    Á Vaglinum har hittast,
    fólk í góðum lag.
    Tey heilsast, og tey práta,
    um tað stóra jólatræ.
    -Nú er jól
    -Nú er jól
    Gleðilig jól.

    Jólatíðin er so góð,
    tá eru øll so glað og fró.
    Men vit mugu ikki gloyma tað,
    at Jesus føddist henda dag

    Jólaminni

    Orð: Árni Andreasen

    1. Tá eg sum barn við jólagávur spældi mær,
    so vakurt og so hugnaligt alt var.
    Í stovuni har inni, sum jólatræið stóð,
    nú rennur fyri mær ein tíð so góð.

    2. Á barnaárum ungum so spennandi alt var,
    tá nissan kom við pakkanum hjá mær.
    Tey blíðu barnaminni, fram renna fyri mær,
    tá eg sum barn við jólagávur spældi mær.

    3. Og ár tey eru gingin, nú spæla børn sum eg,
    so glað tey eru, og tey minna meg.
    Á jólaløtur saman við mammuni hjá mær,
    og pápi kom við posa, sum nissan klæddur var.

    Jól í dreymaverð

    Orð: Árni Andreasen

    Undir dýnuni hon liggur,
    svevur søtan náttarblund.
    Inn í dreymaverð hon hyggur,
    nú er bert ein lítil stund.
    Og so kemur jólamaður,
    setur seg við fótalag.
    Hann er blíður og so glaður,
    og hann lovar mær so tað…

    Tú skal fáa barbiedukkur
    tú skal fáa putlispæl
    Tú skal fáa eygnaskuggar
    tí tað dámar tær so væl.
    Og ein vakur perluringur,
    upp á lítla barnafingur.
    Tá verður tú so fín,
    Lítli,fitti eingil mín.

    Nissan leiðir meg um træið,
    sum so stórt og vakurt er.
    Syngja jólasang vit bæði,
    nú er jól í dreymaverð.
    Og so sigur jólamaður,
    teskar blítt í oyra mítt.
    Hann er blíður og so glaður,
    skeggið er so stórt og hvítt.
    Tú skal fáa barb………

    Hvat hava jól at týða

    Orð: Árni Andreasen

    Hvat hava jól at týða?
    Hin myrka árstíð blíða.
    Tá Jesus føddur var,
    “hann heimsins syndir bar”.

    Maria moy so rein,
    bar barn í henda heim.
    Guðs einkarson hon bar,
    “hin útvalda hon var”.

    So fegnist ung og gomul.
    Og minnist á øll somul.
    Ta halgu jólanátt,
    “tá frelsa kom so brátt”.

    Ein frelsari er føddur.
    Á krossi hann útbløddur.
    Fullførdi faðirs verk,
    “tann frelsa er so sterk”.

    Í himli hann nú er.
    Ein bústað okkum ger.
    Hann kongur alra er,
    “í himli og á jørð”.

    Fýra jólanissur

    Orð: Árni Andreasen

    Vit eru fýra jólanissur,
    og vit búgva allar samlar uppi í fjøllunum.
    Men á jólum ætla vit at vera saman við øllum børnunum.
    Vit vilja vera við,
    tá vit ganga lið um lið,
    um jólatræið hart vit syngja við!

    Vit eru fýra jólanissur,
    og vit búgva allar samlar uppi í fjøllunum.
    Har er mangan kalt og ofta renna vit undan trøllunum.
    Men tá jólaaftan er,
    tá fara vit á ferð,
    at vitja børn runt um ta heilu verð!

    Eingil mín kvæð

    Orð: Árni Andreasen

    1. Eg sum eitt barn,
    gleði meg til,
    jólasangir at syngja.
    Burtur er sorg,
    burtur er strev,
    sum mær mín dag vildi tyngja.

    2. Eingil mín kvæð,
    fyri mær lag,
    frelsari mín nú er føddur.
    Friður nú ver,
    kærleika ber,
    einglana skari nú boð ber í heim.

    3. Lov, prís og tøkk,
    harri o kær,
    Tú sum í heimin,
    ljós okkum bar.
    Ljósið fram vann,
    krubbuna fann,
    Ísrael, Betlehem staðurin tann.

    Ein eingil kom av himli

    Orð: Árni Andreasen

    Ein eingil kom av himli,
    í fornu tíð tað var.
    Til Jósef og Mariu,
    tey gleðiboð hann bar.

    Hon skuldi føða barnið,
    Guðs sonur hesin var.
    Í Betlehem var staðið,
    har Jesus føddur var.

    Ein kongasonur føddist,
    á hesi jólanátt.
    Tá hoyrdist einglasongur,
    so klárt á himni hátt.

    Tey Jósef og Maria,
    uppaldu kongason.
    Í henda myrka heimin,
    Guð gav sín einkarson.

    Tað Jesusbarnið kæra,
    hann okkar syndir ber.
    Hann vildi okkum læra,
    at Guð hin størsti er.

    Í nátt eg sá ein jólamann

    Orð: Árni Andreasen

    Í nátt eg sá ein mann, ein stóran jólamann.
    Eg vaknaði í nátt, tá hann breyt ein urtapott.

    Eg skjótur var avstað, eg mátti siga tað.
    At eg sá ein mann, ein stóran jólamann.

    Eg leyp í kamar inn, har lítlasystir svav.
    Men hon lá har og svav, hon onki visti av.

    Til mammu so eg rann, tí eg sá ein jólamann.
    Men mamma segði mær, nú skal eg siga tær.

    Mamma segði tá við meg, kom eg skal balla teg.
    Hon segði, tú hevur droymt, í morgin er alt gloymt.

    Á jólum koma nissurnar

    Orð: Árni Andreasen

    Á jólum koma nissurnar,
    tað hevur mamma lova.
    Tær koma heim til tín og mín,
    ímeðan vit øll sova…

    Tær leggja undir træið tá,
    gávurnar til stór og smá.
    Jólapakkar nógvar,
    Dukkur, bomm og skógvar.

    Á jólum koma nissurnar,
    tær rópa, og tær flenna.
    Tær koma heim til tín og mín,
    øll Føroya børn tær kenna…

    Á jólum koma nissurnar,
    tað segði Anna gumma.
    Tær hava við sær góðgæti,
    at koyra í mín lumma…

    Á jólum koma nissurnar,
    við síðum gráum skeggi.
    Tær síggja út sum handan har,
    ið hongur har á veggi…