Eins og sól, tá ælið svann

    Orð og lag: Haldor Lillenas
    Týtt: Árni Jacobsen
    Upprunaheiti: The peace that Jesus gives

    1. Eins og sól, tá ælið svann,
    eins og logn, á stormi vann,
    eins og vón, ið leið sær vann,
    er tann friður, Jesus gav.

    Niðurlag: Áh, tann friður, Jesus gav,
    størri er enn víða hav.
    Eins og tónalagið søtt
    stillar sinn og hjartað møtt,
    :,: er tann friður, Jesus gav. :,:

    2. Eins og døgg um grøna grund,
    eins og roði morgunstund,
    eins og sólarris um sund,
    er tann friður, Jesus gav.

    3. Eins og áin djúp og breið
    streymar stútt á síni leið,
    altíð framá – vendir ei –
    er tann friður, Jesus gav.

    Stórur Harri mín er

    Orð og lag: Matt Redman
    Týtt: Árni Jacobsen
    Upprunaheiti: 10000 reasons

    Til nýggjan dag rísur sól úr kavi,
    eg aftur sang tín syngi tá.
    Hvat enn fór um bak ella fyri framman liggur,
    á kvøldi sama sang eg syngja má.

    Stórur Harri mín er,
    stórur hann er.
    Prísið hans stóra navn.
    Tí sum ongantíð fyrr
    sál mín skal prísa hans stóra navn

    Tín miskunn stór er og rík tín náði,
    stórt er títt navn og æru vert.
    Tín góðska fær sál mína lovsong tín at syngja
    og takka, at tú mær so dýrur ert.

    Tá so ein dag her mín máttur viknar,
    og endin nær – eg fara má,
    í Himmalsins dýrd við teim dýrakeyptu skarum
    eg sama sang í ævir syngi tá.

    Einans ófriður tyngdi mítt hjarta

    Orð og lag: Inglis/Yanhill og Árni Jacobsen (3. ør.)
    Lag: Inglis/Yanhill
    Týtt: Árni Jacobsen (1. og 2. ør.)
    Upprunaheiti: I had nothing but heartaches (I have everything I need to make me happy)

    1. Einans ófriður tyngdi mítt hjarta,
    eftir friðinum leitaði eg.
    Eg var nívdur av ótta og iva,
    men einki nú fattast mær.

    Niðurlag: Alt eg eigi, sum ber mær sanna gleði,
    Harrin Jesus nú vísir mær leið.
    Hann meg frelsti, eg liva skal í ævir,
    og einki nú fattast mær!

    2. Um eg framtíðarætlanir legði,
    ei eg meining við lívinum fann,
    til eg fann tað, sum vert er at eiga,
    og einki nú fattast mær!

    3. Nú kann sál mín í friðinum hvíla
    í tí friði, sum Jesus mær gav,
    og við gleði eg lovsong kann syngja,
    tí einki nú fattast mær!

    Særdi syndatrælur

    Orð og lag: Chris Rice
    Týtt: Árni Jacobsen

    1. Særdi syndatrælur, fjart á vandaveg,
    hoyr, Jesus kallar – ynskir hitta teg.
    Áh, kom til Jesus, kom til Jesus,
    kom til Jesus og liv.

    2. Tína syndabyrðu lyfti hann av tær,
    og við hans blóði synd tín reinsað var.
    So syng um Jesus, syng um Jesus,
    syng um Jesus og liv.

    3. Tá sum barn tú stetlar tíni fyrstu stig,
    og um tú fellur – minst, vit snáva við.
    Kom, lít á Jesus, lít á Jesus,
    lít á Jesus og liv.

    4. Kanska tú í løtum eina kennir teg,
    um stormur er og myrkt á tínum veg,
    tá bið til Jesus, bið til Jesus,
    bið til Jesus og liv.

    5. Flýtur sálin yvir, tónar sveima hátt,
    tá tær í barmi leikar hjartað kátt,
    ber prís til Jesus, prís til Jesus,
    prís til Jesus og liv.

    6. Tá ið dagur svinnur, lívið liðið er,
    tá flyt við fagnað inn í aðra verð,
    flyt heim til Jesus, heim til Jesus,
    heim til Jesus og liv.

    Í himmalin á fold vit longu eru sett

    Orð: Árni Jacobsen
    Lag: Torkil Mørkøre

    Í himmalin á fold vit longu eru sett
    í Kristusi, vit kalla vár frelsara og klett.
    Av Jesu dýrd at skoða her aldri gerast mett
    — tí, hann er tann, ið frelsa sálir kann.

    Dýr er Guds ríka náði, sum fyrigevur synd,
    og setur tey í frælsi, í myrkri trivla blind.
    Hann fyri okkum letur upp ta føgru himmalgrind
    — tí, hann er tann, ið frelsa sálir kann.

    Tú sál sum uttan vissu í lívi ferðast her
    og støðugt óttast fyri, hvat framtíðin tær ber,
    legg lív títt nú í Jesu armar, bjargaður nú verð
    – tí, hann er tann, ið frelsa sálir kann.

    Mín Frelsari á krossi

    Orð: J.E. Curtis
    Lag: Haldor Lillenas
    Týtt: Árni Jacobsen
    Upprunaheiti: He sent my sins a-rolling

    1. Mín Frelsari á krossi
    leið deyðan fyri meg,
    og syndir mínar tók hann,
    tí fríur eri eg!

    Niðurlag: Mín synd øll stoytt varð oman,
    varð oman, varð oman,
    mín synd øll stoytt varð oman
    í djúpa, djúpa hav.
    Eg nú til æru syngi
    og prísi hans navni.
    Mín synd øll stoytt varð oman,
    tá Jesus lívið gav.

    2. Mín synd øll stoytt varð oman,
    tá eg á knæ í bøn
    av deyðanum varð merktur
    – eg lívið fekk í løn.

    3. Mín synd er fyrigivin,
    sum mær á herðum lá,
    hann stoytti henni oman
    hin dag á Golgata.

    Nú myrkur fellur á

    Orð: Margaret W. Brown
    Lag: Howard L. Brown
    Týtt: Árni Jacobsen
    Upprunaheiti: When twilight shadows fall

    1. Nú myrkur fellur á,
    og kvøldið komið er,
    vit fram til tín, áh, Frelsari,
    nú stíga vilja her.
    Á hesum friðarstað,
    sum dagur fer í kav,
    vit vilja fegin takka fyri
    alt, tú okkum gav.

    2. Takk fyri kærleik tín,
    sum lívgar okkum her.
    Vit prísa tær, áh, Frelsari,
    tú uppi okkum ber.
    Títt samfelag er dýrt
    og kærleikssól tín skær –
    vit fyri tey og tína náði
    vilja takka tær.

    3. Vár Harri og vár Gud,
    mót tær vit eru vend,
    og tøkk til tín, áh, Frelsari,
    mót trónuni er send.
    Og tá á morgni sól
    úr kavi lyftir seg,
    tá leið tú okkum enn ein dag –
    um tað vit biðja teg.

    Undurfult navn títt er, Jesus

    Orð og lag: Benjamin A. Baur
    Týtt: Árni Jacobsen
    Upprunaheiti: Wonderful Jesus

    Undurfult navn títt er, Jesus,
    hvør metast kann við teg?
    Undurfult navn títt er, Jesus,
    meiri enn alt tú ert fyri meg.
    Undurfult navn títt er, Jesus,
    sál míni gleði ber.
    Fagrastur tú av øllum,
    Jesus, mín vinur er.

    Gud hevur strikað tær út

    Orð: Warren Zorn
    Lag: Harry D. Clarke
    Týtt: Árni Jacobsen
    Upprunaheiti: God has blotted them out

    1. Gud hevur strikað tær út,
    og tað gleðir mína sál.
    Gud hevur strikað tær út,
    Esaias ber tað upp á mál
    í kapitlinum
    fýra og fjøruti.
    Gud strikaði út,
    vann sigur á sút
    og frelsti meg!

    2. Ei nýtist mær ivast meir,
    Guds orð hevur vissu veitt,
    Jóhannes triði kapittul
    og sekstan ger tað jú greitt.
    Skuldi eg ei tá
    frøtt meg, tá eg sá,
    Gud strikaði út,
    vann sigur á sút
    og frelsti meg.

    Hevur lívið her á foldum

    Orð: Árni Jacobsen
    Lag: Mosie Lister

    1. Hevur lívið her á foldum
    nakran frið og sanna gleði givið tær?
    Hevur tú nú funnið hvílu í tí fragd,
    sum tú í heimsins rúsi fær?
    Ella leitar tú í loyndum eftir tí,
    sum tær friðin geva kann?
    Harrin Jesus til reiðar stendur.
    Tak móti honum, trúgv á hann.

    Niðurlag: Negldur á ein kross
    varð hann einans fyri lív at vinna tær.
    Negldur á ein kross. „Tað er fullgjørt!“
    fyri teg hann rópti har.
    Tað var náði Guds til syndaran,
    á krossi varð opinberað tær,
    og henda náði er ævig,
    á kross hann negldur varð.

    2. Við at søkja heimsins brunnar
    longri burtur tú í syndamyrkrið fór,
    og tú veitst, at fyri Gudi og hans hásæti
    er syndaskuld tín stór.
    Tak í dag tað stóra stigið,
    Jesus rættir tær naglamerkta hond.
    Hann skal æviga frelsa teg,
    til fulnar hann loysir tíni bond.