Áh, Golgata krossur, tú kærur mær ert

    Orð og lag: Petur Oluf Skorá

    1. Áh, Golgata krossur, tú kærur mær ert,
    eg ynski teg elska, at tæna tær bert.
    Hjá tær fann eg gleði, mær verðin ei gav,
    har synd mín hon søkt varð í djúpasta hav.

    2. Áh, vanvirdi krossur, við tær fekk eg alt;
    tú stóð tína roynd, tá ið stríðið tað galt.
    Á tær var tað Jesus, hann bar mína neyð,
    hann tók mína synd, og hann doyði mín deyð.

    3. Áh, hataði krossur, hvør løta tað var,
    tá ið Jesus, Guds Sonur, varð negldur at tær.
    Hvør sál, nívd av synd, sum til tín leita man,
    hon í Jesusar blóði sær frelsu víst fann.

    4. Áh, krossur, ei vart tú eitt tekin um makt,
    tá Frelsarin doyði til háð og foragt.
    Mong sál tó man sanna, hvør kraft í tær er,
    tá ið Jesusar blóð hana syndfría ger.

    5. Áh, krossur, tú mongum ein meinbogi var,
    teg menniskju vraka, tey flenna at tær,
    men enn man tín sigur tó lýsa so bjart,
    enn Jesusar navn mongum vera so kært.

    6. Áh, bannaði krossur, tín beiskleiki er
    mær mangan meir søtur, enn alt her í verð.
    Tín skomm og tín pína, tín kvøl og títt spott
    mær gleði her veitir á degi sum nátt.

    7. Áh, krossur, eg minnist, tá fyrst eg teg sá,
    hvør signað var sjónin, ið mær birtist tá;
    har Frelsari heimsins á Satani vann,
    og mær, falna syndara, náðin upprann.

    8. Eg elski teg, krossur, eg elski teg bert,
    tú fyri mær meir enn alt annað víst ert.
    Hjá tær fann eg lívið og sálanna frið,
    tá eg boygdi mítt hjarta, bað Jesus um grið.

    9. Áh, krossur, tú stríðsmerki mítt vera skal,
    tá sigur er vísur, og ferðin so sæl.
    Ei nýtist mær óttast – við krossmerki hátt
    má fíggindin falla í stríðnum so brátt.

    10. Takk, signaði krossur, fyri alt, tú mær gav,
    við fót tín mín syndanna byrði fall av.
    Eg altíð á foldum við lið tær vil stá,
    til heima í Himli eg krúnu skal fá.

    11. Tá fult skal eg sanna, hvør søtt ið tað var
    at kenna tann Harra, ið krossin her bar.
    Var krossurin tungur, og voldi hann stríð,
    hans signing eg heysta skal Himlinum í.

    Áh, kann tað vera satt, at eg fekk lív í blóði Frelsarans?

    Orð: Charles Wesley
    Lag: Thomas Campbell
    Týtt: Anna Fuglø Rodda
    Viðmerking: Upprunaliga yrktur í 1738.
    Upprunaheiti: And can it be that I should gain

    1. Áh, kann tað vera satt, at eg
    fekk lív í blóði Frelsarans?
    Læt hann sítt lív, júst fyri meg,
    sum voldi kvøl og deyða hans?
    Áh, undurfulli kærleiki:
    Tú, doyði, Gud mín, fyri meg!
    Áh, undurfulli kærleiki:
    Tú doyði, Gud mín, fyri meg!

    2. Í deyðan Lívsins Harri fer:
    Ein gáta, ei kann greiðast frá!
    Guds einglaherur undrast her
    og fatar ei Guds kærleiksráð!
    Alt er bert náði! Jørðin: Hoyr!
    Lat einglar Guds ei spyrja meir!
    Alt er bert náði! Jørðin: Hoyr!
    Lat einglar Guds ei spyrja meir!

    3. Av trónu Faðirs síns hann steig:
    Áh, undurfulla kærleikshav!
    Hann fyri Ádams ætt jú leið
    og lýðin seg í deyðan gav!
    Ja, náði bert, so rík og frí,
    hon fann meg, bundnan leinkjum í!
    Ja, náði bert, so rík og frí,
    hon fann meg, bundnan leinkjum í!

    4. Fjøtrað mín sál so leingi lá
    í døpru, myrku syndanátt!
    Tú kveikti ljós, so klárt eg sá,
    tú vakti meg og gavst mær mátt.
    Leinkjurnar loystust tá av mær,
    eg reistist upp og fylgdi tær!
    Hvør leinkja loystist tá av mær,
    eg reistist upp og fylgdi tær!

    5. Eingin fordøming hóttir nú,
    tí Jesu rættferð er nú mín!
    Í mær Guds Sonur festi bú
    og gav mær allan ríkdóm sín!
    Djarvur eg Gudi komi nær,
    og Jesus krúnu rættir mær!
    Eg djarvur Gudi komi nær,
    og Jesus krúnu rættir mær!

    Alsamt longdist mær at fáa

    Orð: Clara T. Williams
    Lag: Ralph E. Hudson
    Týtt: Jóhan við Neyst
    Upprunaheiti: Satisfied

    1. Alsamt longdist mær at fáa
    sløktan sálartosta mín,
    okkurt, sum meg kundi fylla,
    veita troyst og ugga sín.

    Niðurlag: Halleluja, eg fann Jesus,
    aldri aftur tysti eg.
    Hann mín longsil hevur stillað,
    dýra blóð hans frelsti meg.

    2. Heimsins gleði royndist stokkut,
    veitti ongan sannan frið.
    Stútt mær longdist eftir onkrum
    til at sløkkja tostan við.

    3. Tó eg troytti heimsins leiðir,
    helt, tær kundu stilla meg,
    sárt av mínum egnu føllum
    tíðum vónbrot kendi eg.

    4. Lívsins kelda ævigt vellir,
    lívsins breyð meg mettar her.
    Ævigt ríkidømi bíðar
    uppi har, sum Jesus er.

    Alt er míns Faðirs verk

    Orð: Maltbie Davenport Babcock
    Lag: Franklin L. Sheppard
    Týtt: Arnfinnur Setberg
    Upprunaheiti: This is my Father’s world

    1. Alt er míns Faðirs verk,
    øll skapan ljómar her,
    alt, eygað sær,
    alt, oyrað fær,
    úr rúmd mær tónleik ber.
    Alt er míns Faðirs verk,
    hvør hugsan hevur ró,
    um hamrar, skóg,
    um himin, sjó –
    hans handaverk – øll góð.

    2. Alt er míns Faðirs verk,
    kát fuglaljóð um ong,
    hvør sóljuveit
    og sólin heit
    ber Gudi takkarsong.
    Alt er míns Faðirs verk,
    mær birtast – sálin frí –
    um grønan vøll,
    um brøttu fjøll,
    hann talar øllum í.

    3. Alt er míns Faðirs verk,
    tað minnast má eg, men
    rætt tykist mangt,
    um tað er rangt,
    Gud øllum valdar enn.
    Alt er míns Faðirs verk,
    alt stríð tað enda vil,
    tí Jesus vann
    og burtvilst fann,
    tey hoyra honum til.

    Á gøtunum í Sao Paulo, har liva børn í neyð

    Týtt: Hanus M. Hansen

    1. Á gøtunum í Sao Paulo, har liva børn í neyð
    og teljast fleiri hundrað túsund, sum ikki eiga breyð.
    Men alt, sum eg kann gera, so lítlan mun tað ger.
    Tað tykist sum ein dropi, í stóra havið fer.

    Niðurlag: Trupult er neyð at lætta,
    øllum tó býðst eitt høvi
    hjálpandi hond at rætta.
    Egið sinni legg í støvið,
    trupult at hjálpa,
    øllum tó býðst eitt høvi.

    2. Um samverjan vit kunnu lesa, sum falna mannin fann.
    Og Jesus sigur, at vit skulu vera eins og hann.
    Hann hjálpti hesum eina, sum staddur var í neyð,
    og syrgdi fyri, at hann fekk innivist og breyð.

    3. Tað lítla, sum vit kunnu gera, tað gerast má í dag,
    menniskju í angist rópa, og tíðin fer avstað.
    Um bert eitt glas av vatni ein neyðstaddur her fær,
    so sigur Harrin sjálvur: „Tað gjørt er móti Mær“.

    At leypa og at renna

    Orð og lag: Øssur Berghamar

    At leypa og at renna,
    at spæla og at flenna
    um tún og teig við javnaldrum hvønn dag –
    so stuttligt tað kann vera
    og lætt mítt hjarta gera,
    eg syngi hart og frítt í góðum lag.
    Men best av øllum var tað,
    at Jesus fekk mítt hjarta,
    hann frelsti meg og gjørdi meg til sín.
    Og nú á hvørjum degi
    eg syngja kann við gleði
    :,: um Jesus, sum er besti vinur mín. :,:

    Allar mínar byrðar

    Orð: Göte Sandsjö
    Týtt: Jákup R. Hansen

    Allar mínar byrðar, tær leggi eg á Harran.
    allar mínar byrðar, tær leggi eg á Harran,
    og eg líti á, at hann vil hjálpa mær.
    Eg vil leggja mínar byrðar á Harran.

    Áin

    Orð: Karsten Hoydal
    Lag: Frits Johannesen

    1. Fóru dagar handan bak,
    teir sum bygdu mína barnaverð,
    men alt stórt, sum inn í hugan rak,
    livir frískt og fult av undurgerð.

    2. Hond, ið ráddi míni leið,
    varin hond, hon følist enn so eym,
    hond mín var í henni, tá eg steig
    fyrsta sinni út í áarstreym.

    3. Fyrsti kaldi hvøkkur av,
    undrandi eg síggi mínar tær,
    báðir føtur farnir undir kav,
    skaptir um og stórir standa har.

    4. Flættar streymur seg um bein,
    lokkar eygað við sær longur út
    hagar áin dýpist møk og rein –
    nú er slóknað øll mín fyrsta sút.

    5. Vígdur ánni har eg stóð,
    hoyrdi fossin kvøða skamt ífrá, –
    hond, ið helt mær, vatnsins ríka ljóð
    eru nærri enn tey vóru tá.

    Ársins fyrstu stevnu vit í Klaksvík halda

    Orð: Ókendur
    Lag: Skamlingsbanken

    1. Ársins fyrstu stevnu vit í Klaksvík halda
    fegnast yvir summar nærkast okkum skjótt.
    Gloyma veturin tann langa, myrka, kalda,
    goyma burtur kunnu knarvakot og vøtt
    Fagnaðarkvøðuna av Bernhard B. vit syngja
    og við Óla D. um sunna sál og skinn,
    Hoyra røður – fegnast yvir kór sum syngja,
    skreyteld, kyndlagongd og dansistev so stinn.

    2. Eina løtu gloyma dagligt stríð, er lætti,
    stríð um heildarloysn, um skittfisk og um sild
    Gloyma menn ið snýttu túsundvís í skatti,
    og at okkum ikki alt gekk eftir vild.
    Vit í Klaksvík hava nógv til gestir vísa,
    svimjihøll, ei betri til í Føroyum er.
    Fótbóltsvøll vit upp í myrkri kunnu lýsa,
    men í steyrahædd enn Havnin sigur ber.

    3. Onki slatur – góðsligt prát við perspektivi,
    hvør á bláman leggja skal at svimja kapp.
    Rukkulakkin hevur tilfar – ongin ivi,
    ikki illa meint, so takið tit tað lætt.
    Kenningar tú hittir, onkur hevur kenning,
    dúgliga vit heilsast tá og spyrja nýtt.
    Ei vit gloyma tað, sum hoyrir við til menning
    sjónleik – tónleik – myndalist skal fáa sítt.

    4. Klapp á herðar, “Hey kom her eg løgg tær bjóði”
    hondin niður millum buksurkvaðran fer.
    Upp við fløsku, “Kom nú her og fá tær góði”
    Óført slag um heldur lunkaður hann er.
    Eitt tó er, vit ikki yvir kunnu ráða,
    eisini í Klaksvík regnið kennist vátt.
    Vit tó ynskja tykkum góða stevnu fáa,
    og at sól á bláum himli stendur hátt.

    Av hæddum himmalskum klárum

    Orð: Friedrich Wilhelm Krummacher
    Lag: Theodora Nicoline Meldal Cormontan
    Týtt: Arnfinnur Setberg
    Upprunaheiti: Høyt fra det himmelske høye

    1. Av hæddum himmalskum klárum
    Faðirsins eyga kann sjá
    smíl títt – um tyngdur av tárum
    – hjarta, hví óttast tú tá?

    2. Alt, sum teg tyngir og tærir,
    gremju og sorg lýðir á,
    lekja kann alt, sum teg særir
    – hjarta, hví óttast tú tá?

    3. Um á teg stormar teir herja,
    fíggindaherur leyp á,
    vil hann teg varða og verja
    – hjarta, hví óttast tú tá?

    4. Lýð á hann, tráa og stunda
    krúnu og stjørnu at fá!
    Skjótt við hans bróst skalt tú blunda
    – hjarta, hví óttast tú tá?