Æra til Guds lamb

    Æra, æra, æra til Guðs lamb
    Æra, æra, æra til Guðs lamb
    Tí Tú ert dýrmætur
    og verdur lov og prís
    Guðs lamb á trónuni
    Og fram til Tín
    vit bera takkarsong
    Guðs lamb á trónuni

    Ævinnar faðir, við góðsku tú valdar

    Orð: V. Hjort
    Týtt: Sigvald Kristiansen

    1. Ævinnar faðir, við góðsku tú valdar,
    himin og heimur, teir lýða tín mátt.
    Skapaði, Guð, tú tær fjøldir ótaldar,
    sum nú lovsyngja og prísa tær hátt.
    Skuldi eg eina í ósketni gloyma
    tað, tú Guð faðir í náði gavst mær?
    Heldur eg vil lata tøkkina stroyma,
    venda mín huga og anda at tær.

    2. Tú vart mær góður og vildi meg náða,
    áðrenn eg lærdi at nevna títt navn.
    Mangan mær hjálpti úr vanda og váða,
    tók meg í kærleika inn í tín favn.
    Tó at eg aldri til fulnar tað skilji,
    ið mær best tænir til likam og sál,
    altíð títt vakandi eyga og vilji
    sýna mær vegin og vísa á mál.

    3. Sjálvt um tú loyvir, at mær verða fyri
    trongdir og vandar á roynslunnar stund,
    veit eg, at tú ert mær faðir og hirði,
    veitir mær náði og lættir mær lund.
    Tyngdi meg syndin og nívdi mítt hjarta,
    andi tín veitti mær ugga og troyst,
    tá tú mær segði, at miskunn tín bjarta
    burtur úr syndini hevði meg loyst.

    4. Gekk eg á heimsins tí glerstoytta vegi,
    Sátan og syndin tá lokkaðu meg.
    Har varð eg bundin av syndanna megi,
    gloymdi meg sjálvan, tín himmal og teg.
    Ikki tú gloymdi meg, Guð, nakra løtu,
    altíð tín kærleiki eygleiddi meg,
    rætti mær hond og meg studdi á føti,
    leiddi meg inn á tann himmalska veg.

    5. Jesus, eg lati nú tøkkina stroyma,
    vendi nú huga og sinni mót tær.
    Aldri, nei ongantíð kann eg tað gloyma,
    at tú í kærleika synd mína bar.
    Tær nú eg takki og eyðmjúkt teg æri,
    lovi og prísi tær, frelsari mín.
    Himmalsins allur óteljandi skari
    syngur um ævir ein lovsong til tín.

    Ævigi Guð vár, títt veldi, tín æra

    Orð: Mikkjal á Ryggi

    1. Ævigi Guð vár, títt veldi, tín æra
    upphav ei hevur og enda ei fær;
    túsundtals mansaldrar koma og fara,
    eru ei meir enn ein økt fyri tær,
    stórlátin ríki sum fon burtur svinna,
    heimur vár sjálvur skal brenna sum strá,
    stjørnur og sól skulu enda sín finna,
    einans tær, Guð vár, ei tíð rínur á.

    2. Alvaldi Harri, tær einki kann forða;
    einglanna herskarar lýða títt boð,
    stormur tær tænir og dundrandi tora,
    sólskin og væta og flykranna flog;
    brattastu bylgjur eitt orð av tær spekir,
    yðjandi fjøldum sítt borð reiðir tú,
    følnaðan gróður á vári upp vekir,
    fagrari blomstur enn Sálomons skrúð.

    3. Alvitri skapari, faðir alvísur,
    loyndasti tanki ei duldur er tær,
    túsundfalt longri enn sóleygað lýsir,
    eyga títt gløgt út um stjørnurnar sær.
    Vísmanna ráðgerð títt roynist so illa,
    Guð altíð sær, hvat ið gagnar oss best,
    altíð hann veit vára angist at stilla,
    borg hans er betur enn jarðklettur fest!

    4. Algóði faðir, tín miskunn so víða
    fevnir og føðir hvørt livandi kykt,
    endaleys góðska og signing tín blíða
    milt okkum lýsir, tí liva vit trygt.
    Kærleiki ert tú! Og kærast av øllum
    skapningi tínum tær menniskjan er,
    sælastu gleði í sólbjørtum høllum
    veitir tú hvørjum, ið vilja tín ger.

    5. Heilagi Guð vár, í rættlætis loga
    ljómar øll borg tín, ei myrkur har er;
    andlitis ljós títt ei orkar at skoða
    menniskjan, tó hon títt bílæti ber.
    Rættvísi Harri, sum reinleika krevur,
    visti tó væl fyri syndarum ráð;
    Jesus bar bót, so tú synd fyrigevur,
    tekur oss heim, tá vit fara herfrá!

    6. Livandi Guð vár, til jarðar vit níga,
    lova og prísa títt heilaga navn,
    kenna vár’ anda mót ljósi upp stíga,
    himmalskur ylur tá fyllir vár’ favn;
    hjarta, sum loyst er frá ótta og iva,
    kennir, at andin av himli er nær,
    sannar, at gott er hjá Guði at liva.
    Takk fái tú, sum oss hýsa vilt har.

    Ævig, dýrmett, hægsta vera

    Orð: Páll Jónsson
    Lag (2007): Knút Olsen
    Týtt (2003): Petur Jacob Sigvardsen

    1. Ævig, dýrmett, hægsta vera,
    veldig, heilag, náðirík,
    Gud vár, lov og tøkk vit bera,
    ljómi lovsangsharpa slík.
    Mikil, góður, Gud, tú ert,
    boða tíni verk mær bert.
    Tú, ið ræður øllum yvir,
    alt tú signar, sum her livir.

    2. Um eg ei á foldarvegi
    andlit títt eg skoði her,
    ella ljómans miklu megi,
    ljósins Gud, sum skin frá tær,
    hjarta mítt tó tekkir teg,
    teg, sum styrkir stakkals meg
    og sum faðir elskar, fagnar
    og við náðargávum gagnar.

    3. Frá tær ljós og lívið stroymir,
    hjálp og signing hvørt eitt sinn,
    meg tín faðirforsjón goymir,
    frelsir, lívgar, Drottin mín.
    Tú mær vísir lívsins leið,
    lættir kross mítt æviskeið,
    veitir mátt og magn at stríða
    her í freisting, sorg og kvíða.

    4. Tínir kærleiks geislar skína
    bjartir um alt ríki títt,
    alt mær váttar góðsku tína,
    í tær gleðist hjarta mítt.
    Alt í tær man gleða seg,
    mildi tín man metta meg,
    alt, sum livir, her tær fagni,
    lov títt, faðir, aldri tagni.

    Ævigt meg elskar Jesus, mín Harri

    Orð og lag: Norman J. Clayton
    Týtt: Flóvin Tyril
    Upprunaheiti: Now I belong to Jesus

    1. Ævigt meg elskar Jesus, mín Harri,
    leiðir meg trygt mót Himlinum nærri.
    Hann gav sítt lív, so sál mín varð frí,
    hansara eri eg.

    Niðurlag: Jesusar nú eg eri,
    og hann er mín – hvørt stig,
    ikki bert hetta lívsins skeið,
    men allar ævir við.

    2. Áður meg synd og skomm bundu niður,
    Jesus meg fann og gjørdist mín friður,
    lyfti meg upp úr skarni og neyð,
    hansara eri eg.

    3. Gleði meg fylti, tá hann meg loysti
    undan tí byrði, sum hart meg kroysti.
    Blóð sítt hann helti út fyri meg,
    hansara eri eg.

    Ævigt trygt í hans ørmum

    Orð og lag: Jim Brady
    Týtt: Árni Jacobsen

    Tá ov truplar her mær gerast lívsins royndir,
    og ivans skýggj mær skugga fyri sól,
    hvar ið eg enn mær vendi, stormur herjar,
    í Jesu ørmum trygt eg finni skjól.

    Ævigt trygt í hans ørmum hvíli eg,
    eitt friðarskýli har mín sál hjá honum fær.
    Gjøgnum strangar hvirlur og mangt æl
    eitt hvíldarstað hans nærvera er mær.

    Á míni lívsleið aldri kom tann løta,
    at einsamallan eg meg kendi her.
    Nei, faðir mín í hond mær hevur hildið,
    og styðjað hevur meg á míni ferð.

    Ævigt trygt í hans ørmum hvíli eg,
    eitt friðarskýli har mín sál hjá honum fær.
    Gjøgnum strangar hvirlur og mangt æl
    eitt hvíldarstað hans nærvera er mær.

    Tí at frið Guds ei eg dugi at skilja,
    ein friður, sum bert hvílir á Guds vilja.

    Trygt í hans ørmum hvíli eg,
    eitt friðarskýli har mín sál hjá honum fær.
    Gjøgnum strangar hvirlur og mangt æl
    eitt hvíldarstað hans nærvera er mær.

    Ja, friður Guds . . .
    . . . undurfullur er!

    Æra hann

    Orð og lag: Bruce Haymes, Lee Hendrix
    Týtt: Árni Jacobsen

    Tá tú trongdan kennir teg,
    fyri tær sært ongan veg,
    kennir lívið tær bert órætt ber í løn.
    Kanska skjól tú leitar tær,
    onkran spyr, fært ei svar
    ella suffar upp mót skýggjum eina bøn.

    Tá ið byrðu tú ber,
    æra hann,
    tá títt hjarta brotið er,
    hondum lyft og sig:
    “Harri, ver mær nær,
    ja, tú ert alt hjá mær!”
    Hann skal geva tær sín frið.

    Tá tú eina kennir teg,
    æra hann,
    og tú særdan kennir teg,
    tá hondum lyft og sig:
    “Størri er hann, sum mítt hjarta vann!”
    Hann tær gevur sannan frið
    og fylgir tær hvørt stig.

    Sigrandi er tann,
    hann, sum blóð lambsins vann,
    og við tí, vitnað varð við orði.
    Tú myrkrið svinna sær,
    burtur víkir tað frá tær.
    Hann er hjá tær, kanst tú tá vera eina?

    Ærið Gud við glaðum songum

    Orð: Baumeister
    Lag: Philipp Nicolai
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Ærið Gud við glaðum songum
    og rópið hart við røddum mongum:
    Forlíkt við Gud, áh, stóra troyst!
    Gjøgnum Jesu deyð og pínu
    vár Gud nú kallar okkum síni,
    úr deyðanum vit eru loyst.
    Øll æran veri tær,
    Guds Lamb, sum krossin bar!
    Prís tú eigur;
    tú doyði her,
    men høgur er
    og krúnuna í Himli ber.

    2. Áh, vár Gud og Harri kæri,
    sum allir Himlar geva æru,
    tín ásjón vend til fátæk varð!
    Frítt vit vitna, at vit fóru
    til tín og eina synd tær bóru –
    og funnu náði bert hjá tær.
    Áh, Harri Jesus Krist,
    vár frelsa ert tú vist!
    Tín er æran;
    várt skuldarbræv
    varð tikið av,
    og syndin søkt í djúpa hav.

    3. Tøkkin verði tín í ævir,
    vár Frelsari og hjálparmaður,
    sum gjørdi tunga hjartað glatt!
    Fyri kærleik tøkk tú fái
    og fyri hjartafrið og náði
    og ævigt lív og barnarætt!
    Hin nýggja paktin, har
    vit standa nú í tær,
    sum er grundað
    á tað, tú leið,
    er føst og greið
    og vikast allar ævir ei.