O, mín Guð, Tú sum býrt í Tí Høga

    Orð: W. S.
    Týtt: Kajfinn Hammer

    1. O, mín Guð, Tú sum býrt í Tí Høga,
    Tú sum trónar í dýrd og í gleim;
    Títt Jerusalem sær nú mítt eyga
    hevjað hátt yvir skugganna heim.

    Niðurlag: Set mín fót á profetiskar tindar,
    halt meg fjaldan í Frumkletsins flóð;
    har mín sál kann í Tær seg fordjúpa,
    loyst frá heiminum vegna Títt blóð.

    2. Halt meg langt burt frá vantrúardølum,
    og frá snávingarsteinunum har,
    einans Tú kanst mítt hjarta fullnøkta
    gjøgnum Andan og Orðið frá Tær.

    3. Halt meg langt burt frá trætunar gøtum,
    har mær væntar bert myrkur og neyð.
    Lat meg kenna Tín fullkomna sigur,
    so mítt eg og mín heimstrá gerst deyð.

    4. Halt meg reinan av øllum sum forðar
    og her kámar Títt heilaga ljós;
    so Tú sjálvur ígjøgnum meg lýsir,
    og meg varðar frá fráfalsins kós.

    5. Lat meg standa í krosstræsins skugga,
    Tína dýrd har nú síggja kann eg.
    Eina har vil eg liva og doyggja
    í teim sárum, Tú fekst fyri meg.

    6. Gev mær dirvi á múrinum standa,
    um enn túsundtals falla Tær frá!
    Gev mær olju á frelsunnar lampu,
    so at onnur Teg greitt kunnu sjá.

    O, Lambsins blóð, tað dýrabara blóð

    Orð: M. Giverholt
    Týtt: Ingrid Gregersen

    1. O, Lambsins blóð, tað dýrabara blóð,
    sum gav mær frið, tá eg við krossin stóð.
    Tað er mín uggi her í sorg og neyð,
    mítt skýli og mín akkersgrund í deyð.

    2. Tá stødd í falli, synd og skomm eg var,
    ein fátæk sál, sum ónt bert í sær bar;
    eg síggja fekk tann kross, har blóðið rann,
    har lekidóm og sálarfrið eg fann.

    3. Nú í mín munn ein sangur lagdur er,
    sum fylgir mær á míni lívsins ferð,
    um Lambið, sum varð slaktað og við blóð’
    meg keypti, tá ið deyðin fyri stóð.

    4. Um syndin stundum enn mær gerst ov sterk,
    eg flýggi aftur til tað stóra verk.
    Tí blóðið geldur enn, tað er mín troyst,
    tá eg frá loyndu synd vil verða loyst.

    5. Og gongur smátt tað enn frá dag til dag,
    eg syngi ørindið við sama lag
    um slaktað Lamb, um blóð, á krossi rann,
    við tí í hjarta glað eg doyggja kann.

    O, Jesus lat upp míni eygu

    Orð: Lina Sandell
    Týtt: Edmund í Garði

    1. O, Jesus lat upp míni eygu,
    at mína ogn eg síggja kann!
    Eg eigi Faðir, sum mær segði,
    :,:Hann barn Sítt aldri gloyma man.:,:

    2. Eg eigi bróður við Guðs sæti,
    sum altíð fram í bøn meg ber.
    Eg eigi náðiflóð so mæta,
    :,:sum himnahválvið víða fer.:,:

    3. Eg eigi Talsmann, sum í neyðum
    ber troyst og vón, o, sæla góð!
    Eg eigi ævigt lív í deyða,
    :,:mær frið og treyst ber Jesu blóð.:,:

    4. Eg kenni Ævinleikans Ríki,
    ein náðifavn, eg opnan fann;
    og dýrdarkrúnu, ei finst líki,
    :,:ein arvur, sum mær Jesus vann.:,:

    5. Eg eigi tí ei syrgin vera,
    sum slíka sælu fekk í lut;
    og vil mær ivin ótta bera,
    :,:eg kenni Lívsins ríka Guð.:,:

    6. O, Jesus Krist, lær meg at goyma
    Tín trúarlovsang barmi í;
    og lat meg krúnuna ei gloyma,
    :,:Tú goymdi mær frá fyrstu tíð.:,:

    O, Guð, send lívsins Halga Anda

    Orð: William Booth
    Týtt: Kajfinn Hammer

    1. O, Guð, send lívsins Halga Anda,
    :,:send Tín eld,:,:
    lat undir blóðsins kraft oss standa,
    :,:send Tín eld.:,:
    Gev styrki til Títt stóra lið,
    og falla lat á einhvønn við
    Tín Hvítusunnueld og frið,
    :,:send Tín eld.:,:

    2. Gev kraft, o, Guð, til Orðsins tolk,
    :,:send Tín eld,:,:
    ger okkum skikkað sum Títt fólk,
    :,:send Tín eld.:,:
    Brenn burtur alt sum óreint var,
    ei endurnýggjan í sær bar,
    so virkisfús vit tæna Tær,
    :,:send Tín eld.:,:

    3. Við halgum longsli vit Teg biðja:
    :,:Send Tín eld,:,:
    Tín eld vit treingja inniliga,
    :,:send Tín eld.:,:
    Gev styrki undir krossins træ,
    so sigra vit í hvørjum slag
    at liva heilagt dag um dag,
    :,:send Tín eld.:,:

    O, eitt land eg veit um

    Orð: F. A. F. White
    Týtt: Elias Hansen

    1. O, eitt land eg veit um,
    tað so vakurt er, sum
    í Guðs Orði oss sagt er um tað!
    Har ei sorg kemur inn,
    einki myrkir várt sinn,
    og tíðin har ei fer avstað.

    Niðurlag: Hetta fagra land er
    ei sum okkara verð,
    ei oyðandi stormur nær tað;
    tess gøtur og lið
    eru gullløgd øll við,
    og har sólin ei setur ein dag.

    2. Ævig trø vaksa har,
    sum ei veturin nær,
    og tess fruktir meir glitra enn gull!
    Og við hørpu í hond
    á tí skínandi strond
    vár gleði skal tá vera full.

    3. Frelsarin, ið har er,
    elskaði hesa verð
    og doyði í syndara stað;
    og eg veit, eg skal ná
    hetta land og har sjá
    hin vin, trúgvin her hevur sæð.

    4. Har eitt heim er í gerð
    til hvønn syndara her,
    sum trýr á hitt frelsandi blóð;
    ævigt summar er har,
    ein og hvør lovar Tær,
    Tú, Guðs Lamb, sum í stríðinum stóð.

    O, botnleysa Frelsa, o, kærleikans hav

    Orð: William Booth
    Týtt: Ókendur

    1. O, botnleysa Frelsa, o, kærleikans hav,
    o, náði djúp, Kristus av Himlinum gav!
    Við boðum um bjarging hon finnur sær veg
    um verðina alla, – kom, floym yvir meg!

    2. Mín synd var so stór, míni misbrot so svár,
    og nyttuleys eru øll angursins tár.
    O, Flóð, eins og purpur, mín sál nú sær teg,
    tú eina kanst reinsa, – kom, floym yvir meg!

    3. Mítt hjarta er friðleyst, mín lyst heftist ei,
    tað fjøtrar mær sálina, villir av leið.
    Bert loystur í Flóðini verða kann eg,
    um einaferð Hon hevði floymt yvir meg!

    4. Nú royndur av freisting, nú píndur av frykt,
    nú mótleysur – lív mítt er ongantíð trygt.
    Eg veit, alt tað hvarv, sum nú mær skaða ger,
    um Flóðin hin reina fekk floymt yvir meg!

    5. O, náðihav mikla, hvør mangan eg stóð,
    við langtan dygst við hesa dýrmettu Flóð.
    Nú aftur tey reinsandi vøtn síggi eg,
    eg fari ei, fyrr enn tey floyma um meg!

    6. Hygg, Flóðin hon veksur, hon fram at mær fann!
    Eg hoyri Ein rópa: “Eg frelsa teg kann!”
    Mín trúgv hátt seg hevjar og loystur nú eg
    meg tveiti í vatnið – tað floymir yvir meg!

    7. Og nú, halleluja, mítt framtíðarskeið
    skal ofrast við gleði á Hansara leið,
    sum sjálvkravdur bløddi og ofraði Seg,
    o, botnleysa Frelsa fyri teg, fyri meg!

    Opin stendur blóðsins kelda

    Orð: M. J. Harris
    Týtt: Kajfinn Hammer

    1. Opin stendur blóðsins kelda
    fyri sjúku, synd og mein!
    Sál mín hoyrdi Andans talu,
    tá Hann segði: Kom, verð rein!

    Niðurlag: Eg vil ævigt prísa Jesus,
    fyri meg Hann særdur varð;
    geva Honum prís og æru,
    tí Hans blóð hvønn syndablett burt fær.

    2. Mínar dreymar, planir, æra,
    alt eg Honum yvirgav;
    alt mítt egna mátti fara,
    eins og dustið fall tað av.

    3. Á mítt altar fall Hans eldur,
    alt mítt hjarta kom í brand!
    Ævigt vil eg Honum prísa,
    til eg nái lívsins land.

    4. Lov og prís Tær veri Jesus,
    Tær nú prísar sál mín glað;
    mína synd Tú burturbeindi,
    reint gert Tú mítt sinnalag.

    Ongar blómur á vegin tey stroyddu hin dag

    Orð og lag: Aage Samuelsen
    Týtt: Kajfinn Hammer
    Viðmerking: Yrktur í 1953 og týddur í 2010.
    Upprunaheiti: Det var ei noen blomst som ble lagt på den vei

    1. Ongar blómur á vegin tey stroyddu hin dag,
    tá Guðs Sonur mót Golgata gekk;
    tá har kross sín Hann bar og varð rikin avstað
    ongan heiður og fagnað Hann fekk.
    Einans speirekan, háð
    ljóðar fjøldini frá,
    tá har knógvandi kross sín Hann ber.
    Hann gekk vegin á tamb,
    tigandi eins og lamb
    leitt til sláturs eins tigandi fer.

    2. Ongan heiður Hann fekk, onga krúnu av gull,
    tá hann fyri Pilatusi stóð;
    krúnu spottarans fekk, sett av tornum var full,
    har Hann húðflongdur flýtur í blóð.
    Satans grimd á Hann gekk,
    har uppgivin Hann hekk,
    ja, sjálvt Faðirin svaraði ei!
    Faðir Hansara tá
    Honum farin var frá,
    allar glatanarkvalir Hann leið.

    3. Tá teir naglarnir negldu í hendur og bein,
    ei teir gáa um hvør ið Hann er;
    tó frá varrum Hans ljóðar ein bøn djúp og rein:
    Faðir, fyrigev teim hesa gerð!
    Einans edikk og spott
    góvu teir Honum rátt,
    teir ei vita, Hann synd teirra bar!
    Tá Hann rópar hálvkvalt:
    Faðir, fullgjørt er alt!,
    sum ein ránsmaður doyði Hann har.

    4. Hann í deyðsríkið steig til at loysa hvønn tann,
    sum var deyður í trúnni á Hann;
    Satans veldi var stórt, men Hann á honum vann,
    deyðin fjøtra ei Frelsaran kann.
    Sum tann kongur, Hann var,
    sigurskrúnu Hann bar,
    tá frá deyðum Hann reis upp úr mold.
    Deyðans veldi Hann breyt,
    lógarkrøv, boð og treyt,
    Hann Guðs rættvísi vann til alt hold.

    5. Eins og brúður sín brúðgóm vit vænta Guðs Son,
    ver til reiðar, – sí, spillunnar gongd!
    Fyri trónuni standa sum brúður skal hon,
    sum helt út hóast mótgongd og trongd.
    Illa viðfarin nú,
    tá í rættferðarskrúð
    lívsins krúnu av Guði hon fær.
    Endurloyst skal hon tá
    Lambsins dýrd ævigt sjá,
    á, hvør vert var ei trongdin hon bar.

    Opna mítt eyga, biði eg

    Meta av Fløtum
    Orð og lag: Clara H. Fiske Scott
    Týtt: Meta av Fløtum
    Upprunaheiti: Open my eyes that I may see

    1. Opna mítt eyga, biði eg,
    sannleika tín tá síggi eg.
    Leið meg hin undurfulla veg,
    tá vil ei freisting hótta meg.
    Stillur eg bíði eftir tær,
    vilji tín ráði bert í mær.
    Opna mítt eyga, skín á meg,
    heilagi Gud!

    2. Opna mítt oyra, bøn mín er,
    rødd tín mær sannleika tín ber,
    og tá títt orð eg hoyri her,
    falslæti alt tá burtur fer.
    Stillur eg bíði eftir tær,
    vilji tín ráði bert í mær.
    Opna mítt oyra, skín á meg,
    heilagi Gud!

    3. Opna mín munn, tá beri eg
    sannleikans boðskap fyri teg.
    Opna mítt hjarta, leið meg tín veg,
    kærleiki tín tá lívgar meg.
    Stillur eg bíði eftir tær,
    vilji tín ráði bert í mær.
    Opna mítt hjarta, skín á meg,
    heilagi Gud!

    O, ljósins Gud, lov veri tær

    Matthías JochumssonPetur Jacob Sigvardsen
    Orð: Matthías Jochumsson
    Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
    Viðmerking: Týddur í 2007.

    1. O, ljósins Gud, lov veri tær,
    at lív og heilsu tú gavst mær
    og faðir mín og móður.
    Eg fari upp, nú sólin skín,
    tú sendir ljós títt inn til mín.
    O, sum tú, Gud, ert góður!

    2. Tú eigur høga himnastól
    og hevur skapað hesa sól
    og alla verøld víða.
    Tú klæðir grøs á føgru fold,
    tú føðir veikan orm í mold
    og dýr og fuglin fríða.

    3. Teg lovprísa øll lívsins mál,
    teg hálova hvør mannasál,
    hon kennir góðsku tína.
    Eg veit, mín Gud, tú verjir meg,
    eg eigi at tilbiðja teg,
    ið skapti tungu mína.

    4. Títt lívsins ljós tað lýsi mær,
    so livi eg og fylgi tær
    á sonnum vísdóms vegi,
    men styrk tú mína dygd og dáð,
    lat búnast meg í Jesu náð
    til skurð á heystardegi.

    5. Tak, Gud, mín faðir, hug og hond,
    mítt hjarta, vilja, lív og ond,
    so tíni boð eg goymi.
    Í lýdni lær meg elska teg,
    nógv heldur ganga trúarveg
    enn fylgja holdi´ og heimi.