Parkestonskvæði

    Orð: Poul F. Joensen
    Lag: La Marseillaise (fraklendski tjóðsangurin)
    Viðmerking: Vígdur øllum klakksvíkarkappum.

    1. Hoyrið lúðraljóð duna í fjøllum!
    Danaveldið í bardaga fer;
    Kristjan kongur við flatlendskum liði
    hevndarbrand móti landsmonnum ber:
    blóðhundar, herskip, kanónir og knøttar
    skulu seta alt Klakksvík í brand,
    herseta fría Føroyaland,
    fyri fót fella menn, børn og kvinnur.

    Niðurlag: Fram Klakksvíks valdralið,
    sýn dønum kappasið:
    ber merkið hátt og frælsisbrand
    og verji Føroyaland!

    2. Trinnir læknar, sum halda seg eiga
    Føroya fólk, hava birt hendan brand,
    landsins stýri á bláman teir drógu, –
    neyðarróp hoyrdust víða um land.
    Tey hava danir í óføri lokkað,
    og við undrandi virðing øll verð
    sær, Klakksvíksbygd albrynjað fer
    danaveldi at møta á vali.

    3. Tað er minni um læknar vit stríða
    enn um Føroya fólks frælsi í dag,
    móti kúgandi harðræðisveldi –
    allur heimurin vita skal tað –
    og mót tí sleikjandi matmaðkaranni,
    hetta blóðiglaslag, sum her býr,
    og sum sín gud á útlendskt trýr,
    háðar føðiland, merkið og málið.

    4. Fjórðingsøld vit í Grønlandi stóðu
    fyri lívið – mót dønum í stríð –
    eltir, skotnir sum villastu vargar,
    Dimma skammrósti dønum ta tíð.
    Nú eggjar dimski turkurin aftur
    klakksvíkskappar at leggja í jarn,
    ei eira gomul, moyggj sum barn –
    til eitt nýtt stokholmskt blóðbað í Føroyum.

    5. Menn, í ódnum og orrustan herdir,
    eru fosturlands verja og trygd.
    Betur danir mót Hitler seg royndu
    enn at herja á føroyska bygd.
    Torskablóð hevur, ei føroyingur er hann,
    sum, tá bróðir hans neyðstaddur er,
    ei fúsur við í stríðið fer
    til at reka heim blóðhundaliðið.

    6. Setið hart móti hørðum, nú ránsmenn
    Klakksvíksbygd vilja seta í brand,
    beita, hundtaka frímenn og kvinnur,
    leggja djarvastu kappar í band.
    Latið tað frættast um heimin so víða,
    um teir herja við eld og við svørð,
    skal blóð fyrr farga Føroya jørð,
    enn at fríbornir føroyingar dvína.

    7. Hundaliðið, tað ei tordi herja
    á albrynjaðar Klakksvíkarmenn.
    Eins og Akrabergsbóndansa minnið
    gjøgnum sjey øldir blaðungt er enn,
    skal, meðan mannkyn er á hesum klettum,
    Føroya søga um mannsevnisgerð
    boð bera vítt um hildarferð
    og teir garpar, ið Føroyaland vardu.

    Prísað veri Navnið Jesus

    Orð: Ókendur
    Týtt: Kajfinn Hammer

    1. Prísað veri Navnið Jesus,
    Tað við gleði fyllir meg!
    Eina hetta Navn meg loysti,
    tá ið eg gekk syndaveg.
    Tí vil eg nú prísa Jesus,
    Hann Sítt lív gav fyri meg;
    nú eg gangi við Hans síðu,
    tí Hann elskar, elskar meg.

    2. Skjótt Hin Stóri Dagur kemur,
    Jesu Brúður flytir heim!
    Ger teg, vinur, nú til reiðar,
    slepp nú heimsins tóma gleim.
    Skjótt vit síggja skulu Jesus,
    sum á krossins træi hekk;
    eg í ævir skjótt skal njóta,
    friðin, eg frá Jesus fekk.

    3. Ferðarbúnin skal umbýtast
    við eitt Himmalskt brúðarskrúð;
    vit um Trúnu Lambsins standa,
    síggja tað, vit hava trúð!
    Tá vit altíð skulu vera
    har, sum gleðin verður vís;
    Jesus skulu vit har skoða,
    ævigt syngja Honum prís!

    Prísa, sál mín, himnadrotti

    Orð: Henry F. Lyte
    Týtt: Edm. í Garði

    1. Prísa, sál mín, himladrotti,
    til hans trónu lov fram ber;
    leyskeypt, grødd við krossins mátti,
    synd tín fyrigivin er.
    Prísið Gudi! Prísið Gudi!
    Hann um ævir kongur er.

    2. Prísa náði hans og yndi
    móti fedrum farnu tíð;
    fyri revsing hann oss sýndi
    mangan signing, mild og blíð.
    Prísið Gudi! Prísið Gudi!
    Trúfesti hans ber at ský!

    3. Faðirliga hann oss leiðir,
    forløg vár hann kennir væl,
    okkum allar gøtur greiðir
    og frá óndum bjarga skal.
    Prísið Gudi! Prísið Gudi!
    Tit, sum náðin gjørdi sæl!

    4. Einglar, hjálpið oss at prísa,
    tit, hans orðum geva ljóð!
    Sól og máni, tit, ið lýsa,
    heiðrið Gud á himnaslóð!
    Prísið Gudi! Prísið Gudi!
    Náði hans er ævig góð.

    Pimpurin

    Orð og lag: Terji Messell og Jógvan Funding Madsen

    200 eiga Gimpin
    Eg eigi Pimpin
    Spælir hvønn ein dag
    føroyskt blúslag

    Kirkjufólk eiga kirkjutíð
    Syngja vakurt lag
    men bert sunnudag
    tá er Tór Verland í bað

    Prísið Gudi mikli einglaherur

    Orð: Petur Jacob Sigvardsen
    Lag: Freylinghausen (Hirði góði, halt tú meg)
    Viðmerking: Yrktur 15. november í 2007.

    Prísið Gudi mikli einglaherur!
    Prísið honum sól og máni hátt!
    Prísið honum vøtn og allar verur,
    stjørnufjøld á myrku vetrarnátt!

    Himnar himna Harrans navni prísið!
    hansar skaparverk vit eru øll.
    Dýrd hans yvir jørð og himni rísi.
    Prísið honum heyggjar, hav og fjøll!

    Prísið Gudi unglingar og moyggjar,
    konur, menn og børn um jarðar kring!
    Prísið honum vára vøkru oyggjar!
    Kom, tú sál, títt halleluja syng!

    Prísið Gudi, hesin mannaskari!
    Latið lovsong ljóma foldum frá!
    Funnið er tað, sum var burtur farið!
    Tøkk, o Jesus Krist. Halleluja!

    Prís veri Gudi, frelst er mín sál

    Orð og lag: Fredrik Wisløff
    Týtt: Jákup S. Zachariassen
    Upprunaheiti: Gud være lovet, min sjel er frelst

    1. Prís veri Gudi, frelst er mín sál
    í blóðsins fullgildi eina!
    Ei kanst tú vísa mær betri mál
    – eg velji blóðið.
    Mín skitni búni er snjóhvítt skrúð,
    hjá Gudi standi eg reinur nú
    í blóðsins fullgildi eina!

    2. Eg var fortaptur, sá ongan veg,
    men sá so frelsandi blóðið!
    Tá eingin makt kundi frelsa meg,
    tá frelsti blóðið!
    Mín tunga byrði varð tikin av,
    eg tveitti meg í Guds náðihav
    – takk fyri reinsandi blóðið!

    3. So lat nú koma bert, hvat ið má
    – sum verju havi eg blóðið!
    Um Satans vald enn meg herjar á
    – eg havi blóðið!
    Mín sigur ævigt er Jesus Krist,
    tí blóðið heldur, tað veit eg vist
    – takk fyri dýrmæta blóðið!

    4. Lov, tøkk og prís nú tær veri, Gud
    – takk fyri loysandi blóðið!
    Takk, at tú gavst mær so sælan lut,
    – takk fyri blóðið!
    Tá eg har heima í hvítum skrúð
    skal syngja lovsong sum aldri nú,
    tá tøkk fær Gud fyri blóðið!

    Playa, pleyga títt tease

    Orð og lag: Swangah Dangah

    “Vit hava pick ups”
    Yvir alt
    “Stick up”
    Fisujakt
    “Skuespæl”
    Duga væl
    “Pik stop”
    Niðurfall
    “Preach”
    Playa, pleyga títt tease og pimpa fisusaft!

    La La La La La juuuiiicceee!!
    (Tað-Tað krevur at)

    “Dick game”
    Situr fast
    “Pimp game”
    Skitið spælt
    “Orðaspæl”
    Skorar væl
    “Spit game”
    Sigur alt
    “Preach”
    Playa, pleyga títt tease og pimpa fisusaft!

    La La La La La juuuiiiccceee!!

    Rag-Attack, snakki ikki um hondvápn.
    Strapped við magnum og sendi cum-shots, tá eg opni mín slábrokk.
    Konstant á brainstorm, eg leiði til headhunt.
    Headshot 24/7, ikki langt nokk.
    Eg leggi tað niður, sum ein sigur, fremst í hesi league,
    gevi allan armin, men bara sæddur sum ein fuckin’ freak.
    Nei, her er einki tease, hardcore sum Carradine á krokdil,
    (No homo) offrini blivin til fantasi,
    (splash) bukake, fuck pilates, gratis túr í bangbus, set ein kross við datoið.
    Nossligir, kossligir, røri eym punkt sum klit, innbygt Kama Sutra, fyrsti kapittul er begynt’.
    So blaða upp, fylg við, enda við climax, fylli upp,
    cherry-pop, white-out, tað einasta hon sá – splittan upp,
    Big Ben klokkiverk, nossir hanga á 6, pikkurin peikar móti 12 so tíðin er ongantíð forkert.

    “Vit hava pick ups”
    Yvir alt
    “Stick up”
    Fisujakt
    “Skuespæl”
    Duga væl
    “Pik stop”
    Niðurfall
    “Preach”
    Playa, pleyga títt tease og pimpa fisusaft!

    La La La La La juuuiiicceee!!
    (Tað-Tað krevur at)

    “Dick game”
    Situr fast
    “Pimp game”
    Skitið spælt
    “Orðaspæl”
    Skorar væl
    “Spit game”
    Sigur alt
    “Preach”
    Playa, pleyga títt tease og pimpa fisusaft!

    La La La La La juuuiiiccceee!!

    Tey kallað meg iceman,
    nokk roks hítan fer vekk so smílandi, frekt, mítt p-tal er 3 ganga X
    tær snakka slick talk so lipgloss glíðir skjótt vekk
    og cock block er = fucked up bíða eftir next
    kalla kong – don – duppult orgasma, trupult at anda, syndarligt men Gudin tær kalla
    sveitta ein pool á madrassuna
    royna at ráða sín tanka
    lada upp (squirt alert) hon spular, vit vassa
    headshot G spotti eg snakki í tungum og fronti
    eg læri at kenna og skifti rollu til eg buldri við kroppi
    skapi undir á toppi
    vísi kunstir á offri
    leggi maktina til taktina frá pulsi á hálsi
    toppplayari, gjeylandi tøsir tær koma leypandi
    tí pikkurin er grundin til at buksurnar hanga á reyvini
    rockfans headbanga murtin, tá tær praise’a teg
    og techno bitchin fylgir við bassinum, góður fleygari
    tað er flinsteen bedrock eg gevi motión
    sikti fram nakki eyga og rópi revolutión!

    “Vit hava pick ups”
    Yvir alt
    “Stick up”
    Fisujakt
    “Skuespæl”
    Duga væl
    “Pik stop”
    Niðurfall
    “Preach”
    Playa, pleyga títt tease og pimpa fisu saft!

    La La La La La juuuiiicceee!!
    (Tað-Tað krevur at)

    “Dick game”
    Situr fast
    “Pimp game”
    Skitið spælt
    “Orðaspæl”
    Skorar væl
    “Spit game”
    Sigur alt
    “Preach”
    Playa, pleyga títt tease og pimpa fisu saft!

    La La La La La juuuiiiccceee!!

    Point-Blekk

    Orð og lag: Swangah Dangah

    Eg føli enn, at meiningin er blivin tikin yvir av røddunum.
    Friðurin livir við jalousi í mjørkanum, verðin flowar nú á ódnunum við beatinum frá vøddunum, tí skilið hjá fólkinum fellir niður nú við høvdinum.
    Rutan breyt í sundir tvey, frá hungursneyð til at munga fame, buldrið bleiv til Guð og faith, tá munnurin skeyt við kuldashakes
    Eg veit hvør spular AIDS, verðina runt ráða slaves, tvinga fólk at stuðla breyt, í tankagongd við hugarape.
    Tit líta á ordrarnar og bíða eftir formlinum, drekka pínu til í morgin og blása stríðið við torvinum, meðan trýnið av storminum ger man ríkur í formin, sum prísar ríkið á torninum meira enn lívið hjá borgarinum.
    Men fuck akta nú, vit traðka út við sál í bein’, mála tein og sikta enn eftir framtíðini sum Columbine. Tit síggja dráp og crime, vit síggja dollarsigns, drepa fyri at eta sjálvt um kontoin er bonafied.
    Og shotcalla “buck” rópa eftur homicide, tín pína verður brúkt sum tann deiligasta lollibye.
    Tað er nú tað vísast skal, at Ghandi var við síðurnar av, eitt eyga fyri eitt eyga, øll eru blind her atlíkavæl!

    Nú leiðin stendur fast, øll sprinta runt, bakka upp av rygginum, blóðtrongd til Babylon, dómadagur lyftist upp.
    Gott fyltir upp, vápnaðir i sinninum
    (Kill, kill, kill, ‘em all)
    Ein og hvør í siktinum við headshots!
    Bakka, bakka, bakka!

    Aftan læstar dyr, roykskýggj og brotin spegl.
    Við insomnia, sveittabrot, eg síggi alt blíva kollvelt.
    Framtíðin er nú, og tey recorda hvørt mítt fótafet, sum um eg livi lógleyst, alt mítt skal verða góðkent.
    Eygað í himmalinum veit, um eg traðki skeivt og heldur vakt, so eg haldi høvdið beint, til eg ikki orki meir og bróti takt.
    Fót á kant’, sjálvmorðs tankar, vón at lenda og róta alt.

    Visjón og makt vakja lemmings úr heilavask við gróðurreins.

    Postboðið

    Viðmerking: Fyrstu ferð fer hann bara upp á fyrstu hædd, aðru ferð fer hann upp á aðru hædd, o.s.fr.

    Eg súkkli her í býnum,
    tí postboð eri eg,
    og brøv í túsundtali
    eg beri langan veg.
    Og nøkrum bjálvum eru
    so klárir gluggar á,
    men teir við reyðum hjørtum,
    teir líkist mær betur á.

    Og eg má upp á fyrstu hædd,
    og eg má upp á aðru hædd…

    Og her er eitt bræv til tín.

    Piparbússukvæðið

    Orð og lag: Frank J. Dam

    Gangi mót teim tredivu, tori ikki longur
    vil ei verða kallaður gamal drongur
    hvat skal eg gera, hvar finni eg ein maka
    teir kjansir, o teir kjansir, hví skuldi eg teir vraka

    Sjálvgjørt er vælgjørt, hví er tað so forbannað
    hví kundi mín lagna ikki rakt onkran annan
    sum tilkomin kanst tú bert ganga í frið
    sum trúgvur drongur undir konufólkalið

    Situr aleinaður kvøld eftir kvøld
    ein piparbússusveinur í tjúgundu øld
    ergrar seg grønan hvørja einastu nátt
    um allar tær hann kendi, sum hvurvu so brátt

    Vinir og kenningar, familja og grannar
    tey geva mær ráðini, hvørt verri enn annað
    fá tær eina, gift teg góði, sig bara til,
    vit skulu nokk hjálpa tær, um bara tú vil
    Eitt stríð er, hví er man sum leysur so bundin,
    í himmalsins navni, nær kemur tann stundin
    hvar ert ttú, mín genta, nær trínur tú inn
    nær manst tú vísa teg, hví ert tú so svinn

    Situr aleinaður…

    Eg skuldi kanska gjørt, sum teir ótrúgvu flest:
    gloyma alt um kærleika og binda meg sum best
    so kundi eg gingið runt við frið í míni sál
    brúkt kjaft um allar hinar sum ei náddu sítt mál

    Situr aleinaður…