Ríkast í kirkjugarðinum

    Orð og lag: Swangah Dangah

    Eg veit hvat lívið er vert,
    tað fína og dýrasta helst.
    Ein stíl, ið skínir á spegl
    og snýtir tíkir til sex.
    Tað sigst, at prísurin er nógv,
    men fuck at bíða við brell.
    Vil verða ríkari enn Mest, áðrenn lívið fer vekk.

    Eg komi frá rótini til alt ónt,
    so mín sjón er aldrin nøgd.
    Pengaseðlar í mínar nevar, mínar krónur eru míni børn
    gjøgnum blóðið rennur grønt,
    tað ferð frá fóti til mít høvd,
    so aldrin bjóði eg!
    (Sjálvandi)
    Mítt goal ferð yvir øll!
    Tað er ikki løgi, at allir rýmdu so skjótt sum mappan tók yvir
    Tí um man stendur í mínum vegi, verður man trakkaður niður
    eg veit kontantir áðrenn vinir, ikki er rætt disiplin her
    Men um mína plan her vísir litir
    verður mín banki mín sigur
    eg offri míni fyri ríkið
    Um tað kemur sum trot
    -Tað er sum um eg selji mína sál
    Gev mær eitt boð, vil senda nevarnar á flog, fyri gleðina í vold
    Tí mínir djevlar tendra rok
    So tað krevur kontrol
    Mítt pláss í heilanum er stongt (gott), eg skilji ikki orði nokk
    (roks), alt er auto bio, øll onnur kunnu fáa ein fuck
    (stop)
    Sssh
    Tí um eg skíti á øll á vegnum til mín topp, er eingin har at lofta mær, tá eg detti niður á botn.
    Fuck tað!

    Pengar á heilanum
    Stjørnur í eygunum
    Roykur í lungunum
    Tómhentur inn í deyðan!

    Pengar á heilanum
    Stjørnur í eygunum
    Roykur í lungunum
    Nakin inn í deyðan!

    Faðir, eg havi syndað, hetta er mín fyrsta viðurkenning sum vitnast,
    (Vælkomin) havi hildið meg alt for leingi í tí myrka.
    Og eg vil bara hava meir, so eg eri noyddur til at skrifta,
    tí eg eri so fuckin’ bangin um alt tað, eg kann missa.
    Tú hevur læst hurðina til títt sinn, og djevulin hevur lykilin.
    Kreyp inn í tankagongd, áðrenn lív títt var begynt.
    Nú byrjar tú at vaksa horn, tí tú hevur stongt hann inn’
    Eg játti meg sekan, ein Bloody Mary fyri hvørja synd.
    Altíð tann lætta vegin, aldrin tann rætta vegin út.
    Tú mást arbeiða fyri tí, tú hevur brúk fyri, ella lív títt fer í knús.
    Tað er, sum tað góða og tað ónda er slept niður á herðarnar,
    tí alt handlar ikki um seðlarnar, bara følilsini teir geva mær.
    Forboðin frukt, hvat geri eg har? Veit ikki, fyrr enn eg havi verið har,
    nakki alt og eti alt, sjálvt um eg ikki klári at bera tað.
    So at hava, er tað, tað handlar um?
    Blóðpengar í ein ynskibrunn, við ynski um,
    at fáa meir úr lívinum.
    Fyrimun fram um øll, sjálvt vinunum.
    Tað er tí, eg ikki hvíli í friðinum,
    men øðini á beatinum.
    So hugsa um, hvat eg biði um
    við stjørnum í eygunum.
    Pengar ella lív títt?
    Hvat er hinum vert uttan hitt?
    -fyrigev honum.

    Pengar á heilanum
    Stjørnur í eygunum
    Roykur í lungunum
    Tómhentur inn í deyðan!

    Pengar á heilanum
    Stjørnur í eygunum
    Roykur í lungunum
    Nakin inn í deyðan!

    Eg veit hvat lívið er vert,
    tað fína og dýrasta helst.
    Ein stíl, ið skínir á spegl
    og snýtir tíkir til sex.
    Tað sigst, at prísurin er nógv,
    men fuck at bíða við brell.
    Vil verða ríkari enn Mest, áðrenn lívið fer vekk.

    Rúsdrekkakannan

    Lag: Havnarmarsjurin
    Viðmerking: Skal syngjast við nógvari ferð

    Um tú skalt kontrollera, um tín heili er av stál,
    so skalt tú bara nýta várt kæra móðurmál.
    Tú brettir tær og ger nú klárt, tín tunga fer á rull,
    um eina løtu síggja vit, um tú ert vorðin full,
    um eina løtu síggja vit, um tú ert vorðin full.

    Men lat nú okkum royna, hvussu ið tit megna slíkt,
    og lat tað ganga skjótt, tí várt móðurmál er ríkt.
    Tá flugufríir fløtabollar flúgva frítt í flokk,
    fær flugufangarin hjá frúnni Fíu frían brokk.

    Tá fiskimaður Frits til kundan teskar »leska fisk«
    og setir fýra fløt føt á diskin, fiskin fyrst.
    Og fær sær eina stráskrá upp í skuffuna, men tá
    í klistripottum, pláturkassum, bispsins slips hann sá.

    Tá kappin klappast, knappast, kappast regn og kavaæl,
    á klappjakt, taktfast klappast bróta brot so líkasæl.
    Fær prestur gestir, lestur festur fast á fótablað,
    Rapport kort puha ba ba, pa puhababa er tað.

    Fý fyllibyttir, her ein enda henda vísa fær,
    og hóast fløkt og illa røkt várt móðurmál tú sær.
    So lyft tú glasið upp, mín vinur, skála bert við lít,
    í baklás tungan fara kann, um tú ei ert so skít.

    Rennið dreingir!

    Orð: Louis Zachariasen
    Lag: Gunnar Mikkelsen

    Rennið dreingir, yvir eingir
    mennið tykkum við hvønn keik,
    snarur fótur, tankar fljótir
    gerast við hvønn dystarleik.
    Sýnið so at dreingir duga,
    fremjið leik av fullum huga:
    Fyri B36, fyri B36!

    Dystur gongur, eingin longur
    skilir hvussu stendur til.
    Spark á grundum, eydnan stundum
    báðar vegir fara vil.
    Spælið dreingir, siðiliga,
    standið væl og manniliga:
    Fyri B36, fyri B36!

    Harðnar leikur, siðsti keikur,
    mannamúgvan gongur kyk.
    Dreingir renna, æðrar spenna
    til at taka síðsta dik.
    Aftur fram teir bóltin senda,
    jú, tað gekk – og leikin henda:
    Vann B36, vann B36!

    Regn

    Mikkjal á Ryggi
    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Knút Olsen

    1. Regn og regn og regn og regn!
    Langar løtur skramblar
    døkkum rútum hart ígegn;
    gásarungin svamblar
    har, sum áður músin fín
    rann so turr um tá og trýn.

    2. Regn í dag og regn í gjár!
    Útsynningur grætur;
    runnu stútt hans stríðu tár
    nú í nógvar nætur.
    Eggin er so brúnasíð.
    Grátt um hav og grátt um ský.

    3. Grátt og rátt og runuvátt
    rennur ruskut túnið;
    sum at hoyra toruslátt
    buldrar fossur brúni.
    Áin, ill og ørg og skjót,
    ruddar grund og rullar grót.

    4. Trútnar bróst og duratræ,
    dryppar gjøgnum nævur;
    trekt og tungt gerst sinnalag;
    veðursjúkur maður
    missir bæði hug og megn.
    Regn og regn og meiri regn.

    Ria

    Orð og lag: Kaj Johannesen

    Ria stóð við vindeygað
    og hugdi út í verðina
    børnini tey spældu har
    og fuglarnir teir sungu nær
    hon hevði mann, børn og lukku fann
    tó í barminum ein eldur brann

    Hugsaði hon so við sær
    eg eigi bæði børn og garð
    hvat havi eg tó fingið mær
    sum heiðafuglur eigur sær
    tað er ov seint nú at tváa reint
    eg havi vónir mínar longu gloymt

    Leinkjurnar hon sleit í tvey
    búrinum bye bye hon beyð
    hon keypti klæðir, keypti breyð
    og tóktist i at líða neyð
    men alt var nýtt, og hon var líka býtt
    so hon flýddi aftur heim til sítt

    Í køkinum har doyði hon
    í gummiskón í somu lon
    út í verðina hon aldri kom
    hon varð verandi har hon var von
    hon var ein sál, sum aldri rakk á mál
    eins og stál ið aldri nemur bál

    Rock Bound

    Óli Poulsen
    Orð: Tori Taff og Óli Poulsen

    Some people say three strikes then it’s over
    Keep messing up and you’re out of the game
    But I believe God never gives up on His children
    I happen to know He never lets go
    He lifted me high when I was hitting the low
    I know

    That I won’t let it get me down
    And I won’t lose the things that I’ve found
    No I won’t let it get me down
    Because I know that His love is rock bound
    And I won’t let it get me, no I won’t let it get me down, no

    Heard people say that when this life is over
    They hope and pray that heaven lets them in
    I believe there ain’t no maybe to it
    I know that I know where I’m gonna go
    I’ll be up in the sky when that chariot swings low
    Ready to go

    Yes I won’t let it get me down
    Because I won’t lose the things that I’ve found
    No I won’t let it get me down
    Because I know His love is rock bound
    And I won’t let it get me, I won’t let it get me down
    no no no

    Wanna know how many times I failed Him?
    Try to count the sands along the sea
    That many times He’s been right there to help me
    He wanted me free

    No I won’t let it get me down
    Because I won’t lose the things that I’ve found
    No I won’t let it get me down
    Because I know that His love is rock bound
    I won’t let it met me, no I won’t no no no
    I won’t, I won’t let it get me down, no no no
    I won’t, I won’t let it get me
    No I won’t let it get me down

    Rottur

    Hans Andrias DjurhuusAnnika Hoydal
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Annika Hoydal

    Raa-ba-ba-ba
    Raa-ba-ba-ba
    Ra-ba-ba-ba-baa, ba-ba-ba-baa
    Ra-ba-ba-ba-baa, ba-ra-ba-ba-ba-baa-baa
    Ra-ba-ba-ba-baa, ba-ra-ba-ba-ba-baa

    Rottur gnaða,
    rottur spjaða.
    Rottur gnaða – rottur spjaða.
    Rottur gera stóran skaða.
    Rottur gera stóran skaða.

    Rottur slíta,
    rottur spýta,
    eta tað, ið onnur drýta.

    Trýnisslaknar,
    halanaknar –
    hvørva, tá ið maður vaknar.

    Ennisbrattar –
    fótum lættar.
    Høvdu vit bert rottukattar.

    Rundferðin

    Uni Arge
    Petur Slyne, Stamen Stanchev og Uni Arge

    Eitt fótbóltslið sum TB ei vit hava sæð,
    teir vunnu bæði HB og onnur lið so fræg,
    so fóru teir til Hetlands við Tjaldrinum ein dag,
    humørið var tað besta, ið nakar hevði sæð.

    Farið fram garpar, vinnið hvønn dyst,
    so at vit síggja, at TB er fyrst,
    frá málmanni og út á uttasta vong,
    ja, leiðarin er við, ja, leiðarin er við,
    ja, øll kenna liðið frá Tvøroyrar bý.

    Og Niels hevur felagið stovnað,
    hann formaður var fyrstu ferð,
    og nú er tað felagið stovnað,
    so nú alt tað sama ger.
    B36, B36, í ár gerast teir føroyameistarar,
    B36, B36, í ár gerast teir føroyameistarar.

    Fram er altíð fremsta lið,
    Fram er altíð fremsta lið.
    Á leikvøllum vit rópa okkum hásar við,
    Fram er altíð fremsta lið.

    Sunnast í Føroyum í ein útsynning
    búleikast sumbingar um fjørðin kring,
    her býr eitt mergjað fólkaslag,
    í ítrótti sýna okur tað.

    Liðið tað eitur KÍ; KÍ tað eru vit,
    vit hava hvítan og bláan lit,
    ja, KÍ, tað eru vit.

    Eiðis Bóltfelag var einaferð komið nær,
    ja, so nær at tað mundi doyð út,
    men so fingu teir eitt mál og hartil ein pokal
    drívið á, drívið á, drívið á.

    Her kemur GÍ stavað við G,
    GÍ er nakað heilt fyri seg,
    segði tú G av fyrstan tíð,
    so mást tú eisini siga Í.

    Á, vit halda øll við NSÍ,
    á, vit halda øll við NSÍ,
    vit stuðla teir alt tað, vit megna,
    úrslit tá vit munnu fá.

    Men kenna tit eitt fótbóltslið,
    sum altíð er á ferð,
    og mangur ein tá frøist við
    tað vakra spæl, ið er.

    :/ Suður norð, eyst og vest, allar flest,
    vita sjálvandi, at HB skorar mest,
    hartil treyst, HB allastaðni best. :/

    Rura rura

    Orð: Anita Wickman
    Lag: Lars Trier
    Týtt úr svenskum: Rói Patursson

    Rura lítla barnið
    lítla barnið mítt
    mamma er til arbeiðis
    sov nú gott
    sov nú gott
    so gott
    skjótt kemur pápi heim við bilinum
    rura lítla barnið
    lítla barnið
    mamma og tíðin renna um kapp
    skjótt kemur pápi heim við bilinum.

    Rottujól

    Orð: Sverri Egholm
    Lag: Pauli Hansen

    Inni undir gáttini í hjallinum hjá Óla,
    har er heitt hjá rottuni, sum stákast enn til jóla.
    Tú sært ongan rottumann, tí kettan hevur etið hann,
    men fýra rumputungar fittar rotturungar.

    Rottugubbin vitjar inn við tingenest í skjáttu,
    gevur øllum sleikipinn og slíkt, sum dámar rottu.
    Síðan spælir hann fiól, og hini syngja við um jól,
    dansa runt í ringi um jólatræ úr lyngi.

    Men tá kemur Óla Hans í hjallin eftir kjøti,
    hoyrir rottugnis og dans, ivast eina løtu.
    So fer hann at dansa við, ynskir øllum jólafrið.
    Slíka jólanátt, tað gloymir eingin rotta.