Zion, tú Guds egni staður

    Victor Danielsen
    Orð: John Newton
    Lag: Daniel B. Towner, Franz Joseph Haydn, Wiliam Samuel Bambridge
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Zion, tú Guds egni staður,
    høgt og dýrt er sagt um teg,
    tú, sum hann, ið øllum ræður,
    tók til bústað fyri seg!

    Niðurlag:
    Staður trygt á klettin festur,
    einki frið tín vika kann!
    Hygg tín frelsumúrur reystur!
    Fíggindin ei brýtur hann.

    2. Jesus! Tá í staði hinum
    tú ein bústað veitti mær,
    gleðist eg við tínum vinum,
    um so verðin eymkar, lær.

    3. Heimsins barnarós skal falla,
    gleði teirra følnar brátt;
    aldri dagur mín skal halla,
    Zions staður sær ei nátt.

    Zions land mítt stavnhald er

    Orð: Jennie Bain Wilson
    Lag: J. Lincoln Hall
    Týtt: Brynleif Hansen

    1. Zions land mítt stavnhald er,
    glaður í Guds stóru frelsu.
    Friður fylgir mær á ferð,
    glaður í Guds stóru frelsu.

    Niðurlag:
    Glaður, glaður,
    syngjandi hvønn dag
    ferðist eg avstað.
    Glaður, glaður,
    glaður í Guds stóru frelsu.

    2. Álit er mítt sigursprógv,
    glaður í Guds stóru frelsu.
    Sigli mangan vandasjógv,
    glaður í Guds stóru frelsu.

    3. Skjótt eg hómi heimlandsstrond,
    glaður í Guds stóru frelsu,
    syngi ævigan fagnaðarsong,
    glaður í Guds stóru frelsu.

    Zelot

    Rani Nolsøe
    Orð og lag: Rani Nolsøe

    Tit søgdu nei til trælahald
    nei til rómverskt vald
    talan var greið til ta kúgaðu fjøld
    sum fjøtrað av rómverjum var
    tá Pilatus alt vald hevði har

    Palestina tit vildu hava frælst
    og hóast leinkjan tó aldri brast
    so var tað eitt frælsis- og kærleiksboð
    sum í uppreistri tykkara lá
    og øllum kúgaðum hvílur á

    Men nú stendur kærleiksboðið veikt
    frælsið lýsur bleikt
    tí tíðirnar broyttust og hvør segði nei
    tá atomøldin reisti seg
    og við vápnum slóðaði veg

    So hvat vilja profetarnir í dag
    sum tigandi hava sæð
    seg sjálvar alt meira fløktar inní
    eina yvirvápnaða verð
    har Mammon gudurin er