Droymandi teskar áin

    Orð: Bernhard Brim
    Lag: Hanus G. Johansen
    Viðmerking: Yrktur í 1943

    1. Droymandi teskar áin.
    Blídliga dandar vágin.
    Mánin smílandi upp um fjallið kagar,
    minnir meg um fagrar, farnar dagar.

    2. Snípan lystug letur
    eftir harðan vetur.
    Og eg gangi gamlar, kendar gøtur,
    ið minna meg um fagrar, farnar løtur.

    3. Tá vit gingu her eitt kvøld um várið,
    meðan lotið kyldi tær í hold og hári,
    og vit hvørjum øðrum heitar kossir góvu.
    Meðan bygd og fólk so søtan svóvu.

    Norðoyastevnan

    Orð: Bernhard Brim
    Lag: Ja, á Streymoynni eri eg føddur

    1. Tað er gaman at møtast á stevnum,
    hitta vinir frá farnari tíð,
    meðan sólin so hitandi skínur
    yvir nýsprotnar blómur í líð.

    2. Tað er dólgur, ið setist at stúra,
    um enn stundum alt gongur ímót.
    Um enn lagnan teg illani lemur,
    tú av nýggjum teg út aftur brót.

    3. Hevja upp tína hugsan og veru,
    lætt tær á eins og máttmikla ørn,
    sýn, tá vit taka lógvarnar saman,
    at vit megna at taka eitt tørn.

    4. Eins og fedrarnir várir í forðum
    vit enn megna at seta ein fund.
    Fáa ungfólk at ganga um Fjallið,
    fáa skútur at sigla um sund.

    5. Tað er vakurt á sumri at síggja
    eina flaggskrýdda føroyska bygd.
    Gott at hoyra ein skilamann røða
    um tað arvaðu mentan og dygd.

    6. Tað er vakurt, tá skrúðgongan kemur,
    leidd av tónleiki fram eftir veg.
    Reystir dreingir við vøddi í armi.
    Tó mest kvinnurnar hugtaka meg.

    7. Lat tey ungu seg royna á vøllum,
    tað er gott fyri likam og sál.
    Lat oss stimbur teim veita í øllum.
    Fjálga um hesa spírandi nál.

    8. Lat oss lemja alt smásinni niður,
    lat oss verða í andanum stór.
    Lat oss syngja við himmalsins fuglum
    eini ljósari framtíð ímót.

    Syng, syng, syng, músabróðir mín

    Orð: Bernhard Brim
    Lag: Týskt fólkalag

    1. Syng, syng, syng, músabróðir mín,
    vek á morgni meg við songi,
    syng so vakurt og so leingi,
    syng, syng, syng morgunsongin tín.

    2. Syng, syng, syng, músabróðir mín,
    ger tær reiður her við glugga,
    songur tín so væl kann ugga,
    syng, syng, syng morgunsongin tín.

    3. Syng, syng, syng, músabróðir mín,
    ikki mást tú flyta frá mær,
    altíð skalt tú búgva hjá mær,
    syng, syng, syng morgunsongin tín.

    4. Syng, syng, syng, músabróðir mín,
    gævi, at tín rødd ei tagnar,
    men á morgni, tá ið degnar,
    syng, syng, syng morgunsongin tín.

    Tað er vakurt í Klaksvík á sumri

    Orð: Bernhard Brim
    Lag 1: Sigfús Halldórsson
    Lag 2: Amerikanskt fólkalag

    1. Tað er vakurt í Klaksvík á sumri,
    tá ið sólin hon kyssir hvørt stráð,
    og ei skýkloddi hómast á himli,
    og ei fleyr sæst á speglblonki vág.
    Tá hvør smáblóma tárar av gleði,
    og hvør títlingur syngur við gleim,
    og av hjarta lovprísar tí degi,
    tá hann valdi sær Klaksvík til heim.
    Ja, eg elski teg Klaksvík á kvøldi,
    tá ið roðin um Nestindar fer,
    og hvørt fjall eins og reyðargull skínur,
    ert tú paradís mitt her í verð.

    2. Tað er vakurt í Klaksvík á vetri,
    tá í brúðarlín klæðast øll fjøll,
    og tá flerfrynsar hanga í hamri,
    meðan norðættin strýkur um vøll.
    Tá er Klaksvík ein tryggjandi staður
    fyri skipum, ið søkja sær havn,
    og tí smílist hvørt sjómaður glaður,
    tá ið Klaksvíkin er fyri stavn.
    Ja, eg elski teg Klaksvík á kvøldi,
    tá ið stjørnurnar blunka so blítt,
    og tá mánin um Oyrarfjall stígur,
    ger hann Klaksvík til dreymaland mítt.

    3. Her er stuttligt á Norðoyastevnu,
    tá ið ungfólkið møtist til leik
    her at royna sær kynstur og evni,
    her hvar blíðskapurin aldri sveik.
    Tí at Klaksvík er Norðoya móðir,
    hon er norðoyinga álit og trygd,
    her er menning og nørandi gróður,
    her í Norðoya prúðastu bygd.

    Sóljugentan

    Orð: Bernhard Brim
    Lag: Kurt Foss og Reidar Bøe

    1. Í bø eg gangi tá blómur spretta,
    eg gleðist yvir at skjótt er vár –
    tá kemur til mín ein lítil genta,
    ein søtur ungi um fimm seks ár.

    2. Hon sóljutyssi í hondum hevur,
    tann fyrsta heilsan frá vársins tíð,
    hon møtir mær sum ein vin, hon kennir,
    so hjartans fegin hon smílist blíð.

    3. Hon spyr meg barnsligt, um eg vil fá tær,
    hon hevur heintað tær stutt herfrá,
    og um eg vil, so bert fegin tak tær,
    tvey eygu siga so klár og blá.

    4. So stóru gávu ei nakar gav mær,
    sum hendan hondin við boð um vár,
    eg pening gevi, so hon kann keypa
    eitt silkiband um sítt gula hár.

    5. Hon loypir frá mær við tøkk í sinni,
    so kát hon dansar á vársins veg,
    hon rennir frá mær og ánar ikki,
    at tað var hon, sum var góð við meg.