Trúgvin og tónarákið

    Orð og lag: M.C. Restorff

    Tónarøð av fjarðum leiðum
    broyttu mangt í hjørtum várum.
    Innan gátt og frítt á teigum
    sjóðaði av songum rárum.

    “Eitt lítið barn í Betlehem” var
    í nýggjan ham tá klætt av mær.
    Mangt vanafast varð niðurfryst,
    men algóði Meistarin, Jesus Krist,
    var klettur mín og stavnhaldið fyri vist.

    Siðir koma, siðir fara
    øldirnar í klingur snara.
    Hetta tó meg lívið lærdi:
    Sælur tann, ið Drottin ærdi.

    Framá Kristi stríðsmenn…..

    Eg takki tær Jesus fyri alt,
    æruna eina tú eiga skalt!

    Siðir koma, siðir fara…..

    Heystið, eg eygleiði teg

    Orð og lag: M.C. Restorff

    Summarið svann, og kólnað er lotið,
    hendinga bátar síggjast á floti.
    Sum kuldin mær strýkur um ennið úr høgættarvindi,
    nørist saknur eftir summarsins yndi.

    Heystið, eg eygleiði teg, okkurt í tær nemur meg.
    Nú lívssólir mansbarna leita í kav,
    ferð mín styttast man um lívsins hav.
    Heystið, eg eygleiði teg, okkurt í tær nemur meg.

    Lækkaða sól ferðast følin á hválvi,
    svøvntung skuddar hon sær vetrarhálvu
    og vísir mær greitt, hvussu reglufast lívið seg lagar,
    minnir meg á at telja mínar dagar.

    Heystið, eg eygleiði teg, okkurt í tær nemur meg.
    Nú lívssólir mansbarna søkka í kav,
    ferð mín styttast man um lívsins hav.

    Heystið, tú myndar tað skeið, mong á ævi ynna ei,
    tá spelkni og spæl eru fornsøgur bert,
    og tað knappast vignast, ið tú gert.
    Fevn meg, á, Frelsari mín – eg í ævir eri Tín!