Nú í kvøld

    Orð og lag: Birni Dam

    Nú í kvøld, vit aftur eru saman
    aftan á ta longu skilnartíð,
    alt er gloymt, ja nú er alt bert gaman,
    tá tú ert hjá mær, eg veit ei hví.

    Ja, tann sorgin hon var mær so stór,
    tá tú burtur frá mær fór,
    men nú í kvøld vit aftur eru saman
    aftan á ta longu skilnartíð.

    Hvønn ein mánadag

    Orð og lag: Birni Dam

    Hvønn ein mánadag eri eg í ringum lag,
    tá í Sjónleikarhús eg fara skal í dans.
    Eg má fara við, annars fái eg ei frið,
    tí um systur fer til hús við Petur Hans.

    Eg blívi ør, ja púra skjør,
    at fáa mær ein stakkals frystan navigatør
    Eg blívi ør, ja púra skjør,
    at fáa mær ein stakkals frystan navigatør

    Hvønn ein mikudag eri eg í góðum lag,
    tá í Tórshøll niðan fara skal í dans,
    tá mítt hægsta ynski er: gævi Thetis liggur her,
    tí tá havi eg í minsta lag ein kjans.

    :,: Eg blívi ør, ja púra skjør,
    tá bert eg síggi ein danskan buksuknapp-sjarmør :,:

    Alt í lagi

    Orð: Birni Dam
    Lag: Birni Dam og Simme Arge Jacobsen

    Eg skal altíð sita heima,
    meðan tú fert út at sveima,
    eg skal vaska, eg skal lúka,
    meðan tú fert út at strúka.

    Altíð eg siti inni,
    ansi eftir lítlu Minnu,
    skifti blæðu, vaski henni,
    meðan tú fert út.

    Eg skal seyma, eg skal binda
    fyri teg, tín beista skrinda!
    Á, vilt tú bara tiga,
    tú skalt slettis einki siga.

    Hvør man tær pening vinna,
    tú manst einki gullið spinna,
    hvør má altíð á teg minna?
    Eingin uttan eg!

    Hoyr nú her, um tú vart maður,
    so skuldi eg verið glaður!
    Ja, ja, og vart tú kvinna,
    eingin betur var at finna!

    Alt í lagi, alt í lagi,
    so eru vit einig bæði,
    og nú endar hetta kvæðið,
    tak tað væl í ans.

    Á bátadekki

    Orð og lag: Birni Dam

    Tá eg á bátadekki gangi
    seint á náttarstund,
    eg droymi meg í tínum fangi
    og gloymi allan blund.

    Bert eg var hjá tær, tú mín góða,
    bert eg var hjá tær;
    eg vildi fegin gjørt teg fróa,
    so leingi, mítt hjarta slær.

    Tó, burtur frá tær nú eg eri,
    langt frá heimastrond;
    men tá ið heim til tín eg komi,
    vit aftur knýta bond.

    Rasmus

    Orð: Birni Dam
    Lag: Birni Dam og Simme Arge Jacobsen

    1. Kenna tit Rasmus, Rasmus í Gørðum,
    hann eigur sær bæði hestar og neyt.
    So hevur hann hjallin niðri í fjørum,
    saltfisk og sperðil, um á hjá honum treyt.
    Men Rasmus, ja Rasmus, hann følir seg so eina,
    hann hugsar um Rasminu, sum situr heilt aleina.
    Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur,
    slaturin gongur, hann tímir ikki longur.

    2. “Nú má eg mær finna eina fitta gentu,
    hevði eg torað at ligið framvið.
    Eg fylgdi Rasminu, sjálvt um teir mangan flentu,
    men kanska hon ikki er heilt ómøgulig.”
    Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur,
    slaturin gongur, hann tímir ikki longur.
    Hann droymir um Rasminu bæði dagar og nætur,
    vinirnir arga hann, so hann er ofta nokk so flatur.

    3. Og Rasmus, ja Rasmus, hann fór sær ein dagin
    yvir at nesi og norður um á.
    At fríggja hann ætlaði, reyður og smæðin,
    spurdi Rasminu, á knøunum hann lá:
    “Rasmina, Rasmina, mín fitta rosina,
    vilt tú um meg fjálga, mín lívsins kamina?”
    “Ja, elskaði Rasmus, nú kundi eg skríggjað,
    í tríati ár havi eg nú væntað teg at fríggja”.

    Eitt sunnukvøld í plantasjuni

    Orð og lag: Birni Dam

    1. Eitt sunnukvøld í plantasjuni,
    har sita tvey lið um lið:
    ein genta og ein drongur,
    nei, nú orki eg ikki longur.
    Eg aftan fyri tey lá
    eitt sunnukvøld í plantasjuni.

    2. Tey tosa um stjørnum og mána
    sita eina løtu og gána,
    men so loypa tey upp við ein hvøkk
    – tað var nakað, sum gjørdi tey kløkk.
    Hetta aftan fyri tey lá
    eitt sunnukvøld í plantasjuni.

    3. O, góða, o, góða, kom og set teg her hjá mær!
    O, góða, o, góða, kom nú, meðan slett ongin sær.
    Her er so góður friður, so tú kanst seta teg niður,
    :/: her er so gott og so hugnaligt,
    tí tú ert mær so fitt, so fitt :/:

    4. Eg fjaldur undir greinunum lá
    fyri tey meg ei skuldu sjá,
    men so kom eg til at bróta eina grein,
    so tað runt um plantasjuna hvein
    tað var hetta, sum gjørdi tey kløkk
    – eitt sunnukvøld í plantasjuni.