Við Noregs køldu strendur

    Orð: Bjarni Wiberg Joensen
    Lag: Vandringsmenn

    1. Langt burt frá tær við Noregs køldu strendur.
    Eitt sólareyga stendur fyri mær.
    Eg síggi teg, hvar enn mítt eyga vendur.
    Nei, onga aðra mynd mítt eyga sær.

    2. Tú fløvar hjarta mítt um bert eg síggi.
    Eitt lítið tekin her av tíni hond.
    Tað fløvar meg, ja, eins og summarlýggi.
    Um okkum skiljir bæði hav og lond.

    3. Hvar enn eg fari, minnini mær fylgja,
    um teg og hvørja løtu tú mær gav.
    Um teg nú teskar hvør ein lítil bylgja,
    um teg nú teskar hetta stóra hav.

    4. Alt her á jørð kann fána burt og kølna,
    men kenslur mínar liva, doyggja ei.
    Fyrr skal hvør blóma doyggja út og følna.
    Fyrr eg skal gloyma, ganga aðra leið.

    5. So vist sum sólin enn á himli lýsir,
    hin sama stjørnan enn sum áður stóð.
    So vist mítt hjarta heitar kenslur hýsir.
    So vist eg lata vil mítt hjartablóð.

    6. Eg sendi tær nú heilsu yvir havið,
    og til tey børn tú givið hevur mær.
    Eg elski tykkum nú og allar ævir,
    eg minnist tykkum bert mítt hjarta slær.

    Sjómaður kvøður

    Orð: Bjarni Wiberg Joensen
    Lag: Kurt Foss og Reidar Bøe
    Viðmerking: Yrktur fyrst í 50-árunum á fiskiskapi í Norðurnoregi.

    1. Sum fuglur ið ferðast um himmal og hav,
    ein longsul vit fingu í ogn,
    frá sól stíg úr havi til sól fer í kav,
    vit sigla í ódn og í logn.

    2. Vit sigla í eystan har sól stígur upp,
    í vestan har aftur hon fer,
    við trolara eins og við lítlari slupp,
    vit sigla har fiskurin er.

    3. Ein mynd okkum fylgir um leiðin gerst long,
    av landinum, fólkinum har,
    av fjøllum, av líðum, av grønkandi ong,
    av tí, bert ein sjómaður sær.

    4. Og hevur tú onkran, ið beyð tær farvæl,
    sum kysti og tók teg í favn,
    sum eftir tær leingist og fevna teg skal,
    tá aftur tú kemur í havn.

    5. Tú fyri mær stendur á degi sum nátt,
    og góða, tú ert mær so kær,
    eg streingirnar røri, mítt eyga er vátt,
    og var eg bert heima hjá tær.

    6. Hvar kósin enn gongur, tey minnini mong,
    ei kámast og hvørva frá mær,
    eg elski teg góða, og syngi mín song,
    so leingi mítt hjarta tað slær.

    7. Nú tagnar mín gittar, eg glíði nú inn
    í svøvnin og droymi um teg,
    tú eigur mín kærleika, troystar mítt sinn,
    tín kærleiki uggar nú meg.

    Vit fáa tevatn og breyð

    Orð: Bjarni Wiberg Joensen
    Lag: Svenskt / Fra Engeland til Skotland

    Eg tykkum vil fortelja um fyrsta túrin til sjós,
    Eg spýði sum ein barnakona, tó helt eg mína kós.
    Vit fáa tevatn og breyð, teir virða okkum sum seyð,
    Tó best er sjómanslívið, so syngja vit tju-hey.

    Fyrst skiparin hann drakk bæði øl og Akvavit,
    men tá hann einki annað hevði, hjálpist hann við spritt.
    Vit fáa tevatn og breyð, teir virða okkum sum seyð,
    Tó best er sjómanslívið, so syngja vit tju-hey.

    Nú stýrimenninar báðar, eg ongantíð teir sá,
    tí anna gloymdu vit eftir og hin í koyggjunni lá.
    Vit fáa tevatn og breyð, teir virða okkum sum seyð,
    Tó best er sjómanslívið, so syngja vit tju-hey.

    Men kokkurin var góður, hann dugdi síni ting,
    hann hevði bert tann feilin, at hann ongantíð kom í sving.
    Vit fáa tevatn og breyð, teir virða okkum sum seyð,
    Tó best er sjómanslívið, so syngja vit tju-hey.

    Við skipinum vit komu ein dagin til Aberdeen,
    har hildu vit politistar og konufólk til gir.
    Vit fáa tevatn og breyð, teir virða okkum sum seyð,
    Tó best er sjómanslívið, so syngja vit tju-hey.

    Ein dagin so fór eg inn á Hotel Bonaccord,
    eg gekk so fram diskin, presenteraði meg sum lord.
    Vit fáa tevatn og breyð, teir virða okkum sum seyð,
    Tó best er sjómanslívið, so syngja vit tju-hey.

    Og sum tey bukkaðu, og sum tey sukkaðu,
    og eg bleiv verandi lordur til tað lukkaði.
    Vit fáa tevatn og breyð, teir virða okkum sum seyð,
    Tó best er sjómanslívið, so syngja vit tju-hey.

    Har kom ein direktørur og bukkaði fyri mær,
    og beyð mær inn að eta og drekka saman við sær.
    Og sum hann bukkaði, og sum hann sukkaði,
    og eg bleiv verandi lordur til tað lukkaði.

    Hann hevði eina dóttur, so vøkur og so fín,
    og tá eg skuldi fara, hon beyð mær inn til sín.
    Og sum tey bukkaðu, og sum tey sukkaðu,
    og eg bleiv verandi lordur til tað lukkaði.

    Hon spurdi um slottið, og hvar ið eg var frá,
    eg kysti hana, og segði, að norðaliga tað lá.
    Og sum hon tá var glað, eg ikki lúgvi tað,
    at døgurin var komin, áðrenn eg f´r avstað.

    Men hevði hon vitað tað var eitt fiskifar,
    og leiðin gekk á Suðurlandið, har sólin sjáldan sær.
    Nei tá kom hon ikki við, tá hevði eg fingið frið,
    tí eg hevði fingið fótin í afturpartin you see

    Men henda góða genta helst hevur dugað gand,
    tí henda sama túrin sigldu vit skipið upp á land.
    Nei har var hon ikki við, nú havi eg fingið frið,
    og eg fekk ikki fótin í afturpartin you see.

    Um hetta góða sjólív, eg hevði altíð droymt,
    Men hesa góðu gentu, eg aldri havi gloymt.
    Vit fáa tevatn og breyð, teir virða okkum sum seyð,
    Tó best er sjómanslívið, so syngja vit tju-hey.

    Mánin hann skein

    Orð: Bjarni Wiberg Joensen

    Mánin hann skein, skein yvir Føroyaland,
    Skein yvir dalar, fjøll og hvítan sand.
    Mánin hann skein, skein yvir alt, sum svav,
    skein yvir landið, Harrin okkum gav.

    Sjónin var mín, tað var eitt vetrarkvøld,
    blóman í urtagarðinum stóð køld.
    Sjónin var mín, tí elski eg mítt land,
    knýtt millum okkum er eitt ævigt band.

    Nýliga eg var aftur komin heim,
    longst sum eg hevði eftir øllum teim,
    sum standa mær og mínunm hjarta nær,
    tey elski eg so leingi hjartað slær.

    Stuttligt er tá tú er í tíni bygd.
    tá kennist í hjartanum sovorðin trygd,
    at tað tú sært, alt hetta tað er títt,
    tá slær títt hjarta aftur lætt og frítt.

    Mánin seg skjótt krógvar undir skýggj,
    kom tú vinur mín, hygg við mær og síggj,
    at hetta land tú sært í hesi nátt
    størst er av øllum, hóast tað er smátt.

    Vilt tú meg elska

    Orð: Bjarni Wiberg Joensen
    Lag: Jens Lisberg

    1. Várið og summar, heystið er farið,
    veturin í mínum lívi er nær.
    Hugsunarsamur eg siti og stari –
    hugsi um lívið og ungdóm sum var.

    2. Hugdi uppá meg mín elskaða Urdi
    er alt tú sigur, mín elskaði, rætt?
    Ferð eftir ferð hon meg kysti og spurdi,
    elskar tú meg, góði sig mær tað satt.

    3. Vilt tú meg elska, tá hárið er gránað,
    tannleys og lamin, grenjut og blind.
    Snerkir tú tá, sum tá spikið er tránað
    eri eg tá sum ein lamskotin hind.

    4. Vilt tú meg elska tá eg eri gomul,
    bróstini hanga og rumpan er breið.
    Rukkut og skrukkut vit blíva øll somul,
    húðin mest minnir um turkaða seið.

    5. So skjótt sum hon doyði, mín elskaða Urdi,
    fekk eg mær aðra, sum rýmdi frá mær.
    Lættiliga gloymdi eg alt, sum hon spurdi.
    Tíðin er farin, men lívið tað lær.