Tokið

    Orð og lag: Blátt Gras

    Eg vakni upp við kaldan dreym – ein floyta vakir meg.
    Eg hyggi gjøgnum vindeygað, men einki síggi eg,
    tí har er tómt nú, og eg veit væl hví.
    Ja, har er tómt nú, og eg veit væl hví.

    Tokið tað er farið – tað koyrir bert ein veg.
    Tokið koyrir undan, og her standi eg.

    Uppaftur eg hoyri floyt, langt burtur frá tað er,
    ljóðið er frá tokinum, sum hevur staðið her,
    men tað er vekk nú, og tað koyrir við ferð.
    Tokið er vekk nú, tokið koyrir við ferð.

    Tokið hevur staðið her í yvir 100 ár.
    Eg minnist, at á skeltinum har stóð: „verið klár”.
    Og eg var klárur, men bara ikki í dag.
    Ja, eg var klárur, men nú fór tokið avstað.

    Eg leypi upp á føtur og renni út í tún,
    Enn stendur tokið og enn er tað rúm.
    Og nú eg varnist, at alt ein dreymur bert var.
    Ja, eg varnist, at tokið bíðar eftir mær.

    Tokið stendur enn – eg fái djúpan frið.
    Tokið startar nú og eg farið við.

    I’m on my way to Heaven

    Orð og lag: Blátt Gras

    I’m on my way to Heaven.
    I’m on my way to the Lord.
    There to see His mighty glory.
    I’m on the way to Heavens shore.

    I’m gonna see all the beauty.
    I’m gonna see the streets of gold,
    and there will be a great party,
    let this journey now unfold.

    I’m on my way to Heaven.
    I’m on my way to the Lord.
    There to see His mighty glory.
    I’m on the way to Heavens shore.

    I’m gonna sing with the angels,
    we’re gonna sing at the throne.
    We’re gonna sing to our saviour,
    oh my Lord, I’m coming home.

    Hóast Hans kærleika

    Orð og lag: Blátt Gras

    Ein kvinna í neyð – tí hon varð tikin.
    Ein syndari, hvørs framtíð var tóm.
    Fólk vildu steina, nú kvinnan varð rikin
    og tveitt fyri Jesusar dóm.

    Jesus Hann svarar: „Tann, sum ei syndar,
    fyrstur skal kasta ein stein.”
    Tá rýmdu teir allir og eftir stóð kvinnan.
    „Eg dømi ei, tú synda ei meir.”

    Men hóast Hans Kærleika og umsorgan sá,
    So píndi eg kroppin, og kross hongdi á.
    Ja, um megin var stór og kraftin var mikil,
    so læt Hann sítt lív fyri meg.

    Ein maður í neyð – tollari var hann.
    Ein syndari, ið stjól til sín sjálvs.
    Hann kleiv upp í træ at síggja tann mannin,
    sum gekk um og bert gjørdi væl.

    Jesus hann sigur „kom niður úr trænum,
    eg gista skal hjá tær í nátt.”
    Ein umbroyttur maður – Sakeus var glaður,
    tí Jesus var komin á gátt.

    Verðin dregur

    Orð og lag: Blátt Gras

    Verðin dregur meg til sín,
    lokkar og lumpar meg at sær.
    Spennandi og hon er fín,
    nú hon opnar fyri mær.

    Men ikki alt sum eygað fær at sjá,
    ikki alt sum er at fá.
    Er eydnan her í hesi verð,
    nei eydnan hon er ikki her.

    Um eg lati standa til,
    hugur mín meg leiða skal.
    Endi eg har verðin vil,
    tað fer ei at ganga væl.

    Endurnýggja huga mín,
    Harri mín eg biði teg.
    Umskapa tú vilja mín,
    so eg gangi rættan veg.

    Tí eg vil royna vilja Guðs hvønn dag,
    eg vil leggja meg á knæ.
    Eydnan hin sanna hon er her,
    tá bønin upp til Himmals fer.

    Lat meg liva

    Orð og lag: Blátt Gras

    Lat meg liva tá stormarnir ýla.
    Lat meg liva tá sólin sær.
    Lat meg liva um fjøllini dvína.
    Lat meg liva tá lívið lær.
    Tí eg livi tá tú ert hjá mær,
    í ljósi av kærleikanum.
    Eg livi og sálin styrki fær
    eina, eina hjá tær.

    Lat meg enn eina ferð sita
    Og hvíla meg við barmin tín.
    Lat meg kenna tín hita,
    lat meg vita, at tú ert mín.

    Lívið er okkara gáva.
    Lívið er títt og mítt.
    Vit liva hóast vit snáva,
    tí at vit byggja nýtt.
    Ja, lat okkum tí standa saman
    Og elska hvønn annan í dag.
    Henda gáva er dýrabar,
    lat meg liva við tær.

    Í Róm í fangahúsi

    Orð og lag: Blátt Gras

    Í Róm í fangahúsi situr hann.
    Ein órættur, sum lagnan honum vann,
    men hóast tað so hevur hann tað gott,
    tí at Guð sjálvur gevur honum mátt.

    Niðurlag: Hann sigur: Gleðið tykkum,
    gleðið tykkum
    altíð í Harranum.
    Stúrið ei, men søkið Harran Guð,
    takkið og ákallið hans navn.

    Í fangahúsi myrkt og dapurt er.
    Har situr Paulus, tí hann krossin ber.
    Í leinkjum so hann ikki rýma skal,
    tað pínir, men hans andi trívist væl.

    Hann hevur sagt um Harran Jesus Krist,
    Hann er uppstaðin – hetta veit hann vist.
    Hann glaður er í hjarta og í sál,
    at koma „Heim” tað er hans hægsta mál.

    Hann skrivar: Kristi krossur ber øll sár,
    varðveitir hugsanir og hjørtu vár.
    Og Harrans friður ber upp um alt vit,
    tí Jesus livir, hetta vita tit.