Motor-mani

    Orð og lag: Bogi Olsen og Martin Joensen

    Eg havi keypt mær ein bil
    ið koyrir hagar eg vil
    kemur tú uppí
    hann hevur kompakt-disk
    – elektroniskt rútavisk
    og hann bremsar væl
    hann hevur fýra hjól
    og háfjalssól og luktar væl
    av leður og stál – hann hevur egna sál
    og eg elski hann

    Hann kostar hálva millión
    meir enn tann hjá Jón
    – hóskar til mín persón
    tá eg trýsti á ein knapp
    koyra vit um kapp
    – tit hava ongan kjans
    og tá eg seti hann
    í garasjuna pakki eg hann inn
    í floyal og vatt – mín egna skatt
    á eg elski hann

    Eg havi motormani – eg fái bert frið
    í fimta gear
    tá mítt skínandi stál rýkur fyrst í mál
    á tá livi eg væl
    eg havi motormani – um eg fari á glið
    tað gerst ikki við
    bert eg havi mín bil
    kann verðin vera sum hon vil

    Eg havi goldið kontant
    eg havi onki lænt
    tí eg havi ráð
    eg havi fiskað nógv
    og arbeitt í slógv
    so eg havi ráð
    kom bara upp í
    so koyra vit alt Føroya land runt
    – her er leður og stál – hann hevur egna sál
    og eg elski hann

    Eg havi motormani…

    Sig nú ja

    Martin JoensenBogi Olsen
    Orð: Martin Joensen
    Lag: Bogi Olsen

    Sig nú ja, so fylgjast vit í gamlamannadans.
    Kom nú við, so heinti eg teg klokkan sjey.
    Eingin veit, um náttin endar við the great romance,
    – sig nú ja, so hvørvur burt mín sálarneyð.
    Fyrst ein bita og eitt glas, eg havi bílagt borð,
    – tú verður ikki vónbrotin, eg gevi tær mítt orð.
    Sig nú ja, so fylgjast vit í gamlamannadans.
    Kom nú við, so heinti eg teg klokkan sjey.

    Eg í smoking, tú í ballkjóla, vit hava stíl.
    Fólkið vendir sær, tá ið vit trína inn.
    Í kvøld eg vænti, at títt hjarta merkir Amors píl,
    tíni eygu lova meir enn muss á kinn.
    Áh, nú spæla teir ein vals, tú tekur mína hond,
    – so sveima vit til okkar’ egnu ástardreymastrond.
    Í kvøld eg vænti, at títt hjarta merkir Amors píl,
    tíni eygu lova meir enn muss á kinn.

    Hvørja ferð

    Orð: Martin Joensen
    Lag: Bogi Olsen

    Hvørja ferð, ið sólin sær, hugsi eg bert um teg,
    mínir tankar teir leita á kærleikans veg.
    Tá ið sálin hon dansaði og tað var vár,
    tað kennist, sum var tað í gjár!

    Hvørja ferð eg hoyri summarið syngja sítt lag,
    minnist eg á tín látur, tú vart altíð glað!
    Og eg hugsi: hvat hendi, hví gjørdist her kvirt,
    hví gjørdist í hjartanum myrkt?

    Hugsar tú enn um meg, goymir tu minnini
    um tær løturnar vit áttu tá, tú og eg?
    Goymir tú í hjarta tínum enn kærleikans glóð,
    minnist tú, tá vit enn vóru góð?

    Hvørja ferð eg hoyri aldurnar sláa mót´ strond
    droymi eg, at tú smílandi rættir mær hond.
    Kom, lat okkum kynda av nýggjum eitt bál,
    sum hita skal hjarta og sál!

    Nú spæla Vestmenn ein vals

    Martin JoensenBogi Olsen
    Orð: Martin Joensen
    Lag: Bogi Olsen

    Nú rennur aftur ein morgun úr havsbrúnni upp,
    sólin skínur á vaknandi vág.
    Í loftinum bláa fer fuglur á flog
    hugagóður at savna sær strá.
    Har niðri á bryggjuni raknar alt við,
    maskinurnar fara í gongd.
    Á virkinum heilsast tey og remba sær,
    – náttarvaktin fer beint heim í song!

    Vikuskiftið var strævið hjá onkrum, tað sæst:
    “Góði, eigur tú tvær Panodil?”.
    Onnur smílast so loyndarfull, murra eitt lag,
    jú, har stendur so nógv betur til!
    Harmonikan ekkóar enn millum hús,
    leygarkvøldið var dansur í høll!
    Jú, har var veitsla og vinir og vónir og vín!
    Har var várligur valsur um vøll!

    Áh, tá varð dansað, áh, hvør romansa!
    Harmonikan er nógv best her í verð,
    og nú spæla Vestmenn ein vals!

    Áh, her varð valsað, – tango og salsa,
    tað duga vit ei, vit mugu á skeið,
    nei, nú spæla Vestmenn ein vals!

    Og skjótt, so er kaffi og Elis er frá,
    sig mær, hvat kanst tú ynskja tær meir?
    Panodilirnar virka og veðrið er gott,
    tað koma væl dansikvøld fleir!
    Harmonikan fær sær ein tiltrongdan blund,
    til hon aftur til arbeiðis skal.
    Næsta leygarkvøld bjóðar hon aftur til dans,
    so valsa vit aftur so væl!

    Tá verður dansað, áh, hvør romansa!
    Harmonikan er nógv best her í verð.
    Og nú spæla Vestmenn ein vals!

    Tá verður valsað, – tango og salsa
    tað duga vit ei, vit mugu á skeið,
    nei, nú spæla Vestmenn ein vals!