Heimið

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Kim Hansen

    Tú í eygum mínum sær ta fávitsku sum býr í míni sál
    Tann fremmandi í mær, sum reikar mangan dagin uttan mál
    Eg sum flótti hava leitað um tað barasta var ein
    Góða tað er gott tú ert mítt heim

    Tá tú stríkur hond á kinn, og teskar til mín at alt verður gott
    Til tín eg komi inn, mín elskaða sum verji hvørja nátt
    Ei longur skal eg valla og grundin hon er ein
    Góða tað er gott tú ert mítt heim

    Heimið tað er lív á Havnargøtum
    Klaksvík millum vinir mínar har
    Hvannhagi ein vakran summarmorgun
    Heimið er tað orð eg gevi tær

    Og tú sendi mær eitt brá ein kaldan kavamorgun í apríl
    Eg í eygum tínum sá at lívið tað var meira enn títt smíl
    Á kinnar duttu flykrur og á varrum frostur lá
    Í tær mín góða fann eg kærleika

    (Góða tað er gott tú ert mítt heim)

    Eg veit

    Orð: Karl Martin Samuelsen og Steintór Rasmussen
    Lag: Karl Martin Samuelsen

    Tá eg bert gangi í býnum og mæli
    Følist tað sum um okkurt er galið
    Havi ei sæð teg hvar ert tú í kvøld
    Tíðin er steðgað og luftin gerst køld

    Aftur og fram, ganga túr koyra bil
    Náttin er ung og eg síggja teg vil
    Har vegirnir møtast við eystaru vág
    Har hoyri eg látur og hómi eitt brá

    Eg veit, at tú veit, at eg hyggi at tær
    Tú veit, at eg veit, at tú hyggur at mær

    Nú eru vit saman vit hava tað gott
    Vit fylgjast í býnum til langt út á nátt
    Tá tað gerst seint og hvør fer til sín
    Skulu vit fara heim til tín ella mín

    Eg veit, at tú veit, at eg hyggi at tær
    Tú veit, at eg veit, at tú hyggur at mær

    Eg fari at ferðast tá vit fáa frí
    So mugu vit skiljast í eina tíð
    Várið er vakurt og summarið heitt
    Og longsul í hjørtum sum nú eru eitt