Tað brenna túsund ljós í nátt

    Hans Andrias DjurhuusEyðun á Lakjuni
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Eyðun á Lakjuni

    1. Tað brenna túsund ljós í nátt,
    tey ljóma yvir breyt;
    nú verður bygt mítt dreymaslott
    og skrýtt í eydnuskreyt.

    2. Tað brenna túsund ljós í nátt,
    og tendrast túsund bros,
    og loftið verður høgt og blátt,
    og týnist dust og bos.

    3. Og túsund eygu síggi eg,
    tey eygu eru glað,
    og túsund kenslur fevna meg
    á mínum heimastað.

    4. Og alt er ljóst, og alt er gott,
    og eydnan tykist nær…
    Tað brenna túsund ljós í nátt,
    tey brenna fyri mær.

    Nú er summartíðin gylta

    Orð og lag: Øssur Berghamar
    Viðmerking: Yrktur í 1983 til barnalegurnar í Zarepta á Vatnsoyrum.

    1. Nú er summartíðin gylta – hoyrið fagran fuglasong,
    grasið stendur sveimandi og sóljuskrýtt.
    Summardáin upp seg toyggir, fagurt er um bø og ong,
    og teg kínir milt um ennið lotið lýtt.

    Niðurlag: Vit tær takka, kæri Faðir, fyri ársins ljósu tíð,
    fyri lýkku, lív og lit um land og hav.
    Mest av øllum tínum kærleika vit vilja gleðast í
    og tær lova fyri Sonin, ið tú gav.

    2. Tjaldrið spennir sínar veingir og fer flagsandi framvið,
    spógvin titar runt á teigum her og har.
    Ternan verjir væl um ungar sínar: lat teir fáa frið!
    Lundin ytst á egg so spelkin brettir sær.

    3. Seyður liggur trygt í haga – sæst um dalar og um skørð,
    pollamjørkin rekur fram við fjallatrom.
    Sólin kagar fram í glottum – setur lit á fjall og fjørð,
    og við sjóvarmálan damlar æðan tom.

    4. Sólin setur – kvirra legst um land og kyrrindi um sund.
    Ljós er náttin – nú er logn á hvørji vág.
    Eg má lova mínum Gudi, áðrenn eygað fer í blund,
    fyri allan vakurleikan, ið eg sá.

    Gakk tú tryggur fram við góðum treysti

    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag 1: Jógvan á Lakjuni
    Lag 2: Sælir eru fátækir í anda

    1. Gakk tú tryggur fram við góðum treysti,
    allir ljósir einglar fylgja tær.
    Harrin, hann er vinur tín hin besti,
    hansar eyga allar vandar sær.

    2. Hýs í hjarta tínum bert tí góða,
    gloym tað ónda, ið vil sára teg,
    tá so fagrir sangir skulu ljóða
    fyri tær á øllum tínum veg.

    3. Mangt í heiminum er vánt at kenna,
    alt tað besta heldist fyri spott;
    minst tó til, at tá tey óndu flenna,
    skalt tú halda hjarta reint og gott.

    4. Teim, ið treingja, skalt tú vera góður,
    troysta tey, ið eru veik og arm.
    Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður,
    tekur tær úr hjarta sorg og harm.

    5. Kemur tú framvið, har klokkur ringja,
    steðga tá og bið títt faðirvár,
    tað er bøn, ið styrkir og kann yngja,
    sløkkja sorg og grøða tyngstu sár.

    6. Um tú snávar, miss ei fótafestið,
    minst bert til, at Guð er altíð nær.
    Gakk tí tryggur fram við góðum treysti,
    allir ljósir einglar fylgja tær.