Bøtast má fyri í ár so long

    Orð: J.P. Jacobsen
    Lag: Uppruni ókendur
    Týtt: Christen Holm Isaksen

    1. Tað bøtir tú fyri í ár so long,
    sum bert eina løtu vardi,
    títt smílist tað burt eina stokkuta stund,
    ið seinni at hjartanum tærdi.

    Harmur og sorg
    renna av rósunum reyðu.

    2. Tú ekur við lukkuni kvikliga fram,
    so fort, at einki tú sansar,
    men sorgarbyrðan knógvandi tung
    hon bíðar tær, um tú enn stansar.

    3. Í dreymi liva vit fró og glað,
    men sorgin kennir ei dreymar;
    hon starir at tær so stór og bleik
    við eygum sum súgvandi streymar.

    4. Tær lýsir á kvøldi ei smíl í song,
    men tárið gevur sær stundir;
    tí smílið er roðin av tí, sum er,
    grátur: skuggin av tí, sum brast sundur.

    Harmur og sorg
    renna av rósunum reyðu.

    Nú tiga allir fuglar, nú skýmir víða hvar

    Orð: Christen Holm-Isaksen
    Lag: Kay Laugesen (Nu piber alle fløjter)

    1. Nú tiga allir fuglar, nú skýmir víða hvar,
    og lítli beiggi er av ferðum móður.
    So leingi og so víða hann hevur fjakkað sær.
    Nú minnist hann á dag, sum var so góður,
    tá sólin skein og fuglar lótu fróðir.

    2. Hann letur eygað aftur og minnist grønan bø,
    har heimakúgvin seg í tjóðri flyttur.
    Hon etur summardáar og beljar býtt: mø mø!
    mót ungunum, sum eggjablommur littir –
    teir gásarungar sum teir vóru fittir!

    3. Á garði situr erlan og slettir velið títt;
    “gómorin systi!” sigur beiggi blíður.
    Ein bilsin músabróðir har stingur høvdið sítt
    úr holi út – og innaftur hann smýgur.
    “Søtt-søtt-søtt”, sigur erlan, tá hon flýgur.

    4. So spakuliga fer hann um sóljugula veit,
    har mýrisnípan undir bakka eigur.
    Tey snípubørn har goyma seg trygg og mett og heit,
    og mamma eymt teir brúnu veingir breiðir.
    Áh, einki er so fitt sum fuglareiður!

    5. Ja nú er summar komið, nú sólin vermir lond
    og tveitir gyltar perlur yvir sjógvin.
    Teir tjaldursflokkar ferðast so snjallir fram við strond,
    og mjúkt í lofti floytar grái spógvin;
    langt burt í haga einsligt letur lógvin.

    6. Men her er hvíti sandur – so bátin út á flot!
    Skjótt ferðast beiggi víða millum landa.
    Tey kombikk gløa bilsin – og hvørva sum eitt skot.
    Har var eitt sker, har skútan mundi stranda.
    Ja havið goymir mangan duldan vanda.

    7. So lættur gongur leikur tann líðulanga dag
    í burturgoymda, kvirra dreymalandi;
    har aldurunið tutlar sítt friðarliga lag,
    og kvøldarsólin logar sum í brandi
    á bláum hyljum, hvítum skeljasandi.

    8. Tá tagna allir fuglar, tá skýmir víða hvar,
    og lítli beiggi er nú blivin móður.
    Nú heimaftur til mammu hann fer at fjakka sær;
    hann minnist henda dag, sum var so góður,
    tá sólin skein og fuglar lótu fróir.

    Kom og dansa

    Orð: Chr. Holm-Isaksen
    Lag: Franz Lehár

    1. Kom og dansa, hjartanskæri skattur mín!
    Hoyr, fiólin káta kvøður hásong tín!
    Kvøður hátt um elskhug og um søtan gleim;
    lat hann bera okkum burt í annan heim!

    2. Kom og dansa, kæra, legg teg í mín arm!
    Lívgandi er hvíldin við tín mjúka barm.
    Lítla hjarta titrar eymligt móti mær,
    sum ein bangin dúgva sárt við veingjum slær.

    3. Fagra høvdið hvílir móti bringu blítt,
    fuglaungin kennir reiðrið fjálgt og lýtt.
    Skálkasøta brosið leikar vørrum á,
    spyr, um ikki skjótt tær munnu kossin fá.

    4. Eygu møtast – burt er horvið alt, sum er;
    eina sveima vit í eini dreymaverð.
    Søtt sum blóman angar, mjúkt sum aldan slær,
    streymar heitt tí unga yndi móti mær.

    5. Alt er skýmligt, eina dansa tú og eg;
    smáar varrar teska eymt: “Eg elski teg”!
    Ørur eg tær kyssi, streingir tagna brátt.
    Svunnin er ein fríð og føgur dreymanátt.