Føroyar og Føroyamál

    Orð: Christian Bærentsen
    Lag: Ja, vi elsker dette landet

    1. Fram úr Norðurhavi stendur
    kempa sterk og grá,
    eystur eyganum hon vendir,
    eystur man hon sjá.
    Kenna tit tann risa gráa?
    Gomul er hans ætt,
    alt hvat Føroyar mundu náa –
    gott og ilt – hann hevur sætt.

    2. Sá hann tá í fornum tíðum
    snekkjur sigla inn,
    mannaðar við monnum fríum,
    fríum í sinn og skinn.
    Norðmenn gista Føroya landið,
    flýggja harraboð –
    enn tað var tó mikil vandi
    hesar menn at temja so.

    3. Livdu teir so har í gaman
    bæði í frið’ og stríð’;
    fríir vóru teir til saman
    enn í langa tíð.
    Yvir oynnum tá tað skýmir,
    myrkrið kemur brátt,
    sól av landi burtur rýmir –
    tung og long var henda nátt.

    4. Leingi mugu frímenn træla
    fyri frem’dar menn –
    móðurmál teir tó enn tala,
    norðljós lýsir enn;
    goymt tað er í fólkamunni –
    glitrar gjøgnum nátt;
    ikki var tað yvirvunnið,
    lá enn myrkrið tungt og hátt.

    5. Aftur sól úr havi stígur
    á sín kongavogn,
    aftur føroyingur varð fríur,
    tók við síni ogn.
    Enn er bundin føroyings tunga,
    eigur enn ei sítt;
    livi málið gamla, unga!
    lat tað verða sterkt og frítt.