Jesus, mín Harri, lív sítt gav hann

    Orð: Lina Sandell
    Lag: Fredrik August Ekström
    Týtt: Dagny Tróndheim
    Upprunaheiti: Jesus för världen givit sitt liv

    1. Jesus, mín Harri, lív sítt gav hann,
    hann gav mær sjón, so síggja eg kann.
    Frían meg gjørdi, ofraði seg,
    doyði á krossi, elskaði meg.

    2. Kærleiki hans meg undurfult vann,
    aldri kann nakar elska sum hann.
    Frelst av hans náði, sál mín er frí,
    eg eri hans um æviga tíð.

    3. Tak meg, á Harri, tá sum títt barn,
    so meg ei fangar freistarans garn.
    Lær meg at liva lívið við tær,
    kærleika tín lat speglast í mær.

    Eg veit, at her mær halda Harrans hendur

    Orð: Dottie Rambo og Jimmie Davis (yrktu 1. og 3. ørindi, umframt niðurlagið) og Dagny Tróndheim (yrkti 2. ørindi)
    Lag: Dottie Rambo og Jimmie Davis
    Týtt: Dagny Tróndheim (1. og 3. ørindi, umframt niðurlagið)

    1. Eg veit, at her mær halda Harrans hendur
    í kærleika so trygt á lívsins veg.
    Eg óttist ei, eg veit, at hann er hjá mær,
    í hans ørmum skýli eigi eg.

    Niðurlag: Um stormar ýla hátt,
    um skýggj er grátt,
    ei eg óttast skal,
    tí í hondum Guds eitt skýli eigi eg.
    Hann er mær nær,
    ei heimsins stríð meg nívir,
    í hans ørmum skýli eigi eg.

    2. Gerst tung mín leið, og myrkur vil meg fjala,
    so er hann nær, vil altíð ugga meg.
    Hann lovað hevur aldri mær at sleppa.
    Í hans ørmum skýli eigi eg.

    3. Skjótt lívið fer – á vin sín Harrin kallar:
    »Kom heim, mítt barn, kom hvíl teg her hjá mær!
    Kom skoða Himins dýrd, teir dýru skattir,
    sum við gleði her eg goymi tær!«

    Á ferð og á einsligum vegi

    Orð: John Willard Peterson
    Lag: John Willard Peterson og Alfred B. Smith
    Týtt: Dagny Tróndheim (ørindini) og Øssur Berghamar (niðurlagið)
    Upprunaheiti: Surely goodness and mercy

    1. Á ferð og á einsligum vegi
    í kulda og myrkri gekk eg,
    tá Jesus, mín Frelsari, fann meg,
    í hond tók og leiðir sín veg.

    Niðurlag: :,: Bert góðska og náði skal fylgja mær
    allar dagar, eg fold eri á. :,:
    Og eg skal búgva um ævir í húsi Harrans,
    og eg skal sita við borðið honum hjá.
    Bert góðska og náði skal fylgja mær
    allar dagar, eg fold eri á.

    2. Mær hvílu til sálina troyttu
    hann gevur og varðveitir meg.
    Hann leiðir til vøtnini stillu,
    mær fylgir hvørt stig henda veg.

    3. Ber leið mín um deyðskuggadalin,
    við lið mína Frelsarin er,
    og tryggur í hond hans eg eri,
    mær bústað til reiðar hann ger.

    Hugsa tær dagin

    Dagny Tróndheim
    Orð: Dagny Tróndheim
    Lag: Pætur við Keldu

    Menniskjan, hon livir stutta stund,
    sum blóman fellur hon.
    Ungdómstíðin rennur skjótt
    avstað, alt hevur skund.
    Sig, kendi tú ta tíð, tá vitjað tú var?
    Sig, vinur, hvar ber leiðin?

    Hugsa tær dagin tann, tá Harrin kemur,
    hugsa tær tíman, tá hann svar títt krevur.
    Hvar fór tín tíð, hann gav tær her at liva,
    gavst tú far,
    tí orði, hann á leiðina tær bar?

    Bústaður í Himli gjørdur er,
    Guds fólk skjótt hagar fer.
    Kanst tú glaður syngja nú:
    “Mín leið mót Himli ber?”
    Og møta skalt tú teim, tú kendi so væl,
    tey fóru heim til staðin.

    Frá himmalsins einglum

    Orð: Dagny Tróndheim
    Lag: Pætur við Keldu

    Frá Himmalsins einglum boðskapur kom,
    til tykkum í dag Gud sendi sín son.
    Hann frelsa skal fólkið út úr tí syndaneyð,
    heimur beyð.
    At koma til sín hann øllum beyð.

    Frá manni til mann tín boðskapur fann,
    og mangan ein træl úr vónloysi vann.
    Tá ljósið upprann, við krossin hann boygdi seg,
    kom tann veg,
    ið lagdur varð fyri tær ein dag.

    Jesus segði: „Hvør og ein sum vil,
    (komið til mín øll,)
    trúgv á meg, og mær tú hoyrir til!“

    Við frøi í hjarta ferðist eg heim,
    í Himlinum njóta gleði og gleim.
    Um vit skulu møtast har uppi einaferð,
    frelstur verð,
    nú opin enn favnur hans er her.

    Ein dag í senn

    Orð og lag: Peggy R. Terry
    Týtt: Dagny Tróndheim

    Ein dag í senn at liva meg lær,
    Harri, vilt tú meg leiða,
    byrðar og sorg ei vinna á mær,
    er Jesus við mína síðu.

    Ein dag í senn at liva meg lær,
    hjálp mær, mín Gud at søkja og finna
    tín vilja við mær til júst henda dag,
    so náttin gerst søtari mær.

    Bara at liva ein dag í senn,
    takksamur Gudi tæna,
    virka og vinna ófrelstar menn,
    á náði, góðsku Guds vísa.

    Tú hevur virði stórt, tú vita skalt

    Dagny Tróndheim
    Orð og lag: Ingemar Olsson
    Týtt: Dagny Tróndheim

    Niðurlag: Tú hevur virði stórt, tú vita skalt,
    at tørvur er á tær júst nú.
    So sum tú ert nú, Harrin elskar teg,
    tí eingin annar er sum tú.

    1. So mong ein røddin treingir hart á teg
    og biður teg at fylgja sær.
    Men Skaparin, hann gleðist stórliga í tær,
    tað skalt tú líta á.

    2. Í skaparverkið Gud teg roknaði,
    ei virkisleysur standa má,
    ein frían vilja Gud her veitti tær og mær
    at siga ja ella nei.