Stuttligt er um jólatræ

    Orð: Dione Isaksen
    Lag: Danskt

    Stuttligt er um jólatræ
    til at dansa jóladag;
    sí´ggja ljósini tey brenna,
    meðan vit um gólvið renna
    hond í hond so sjelaglað,
    hond í hond so sjelaglað.

    Jólafest er gleðifest;
    barnahjartað alramest
    gleðir seg, ti tá kom niður
    her til jørðina Guds friður:
    :/: Jesusbarnið tá varð føtt :/:

    Hann í eini krubbu lá,
    sum var fylt við hoyggj og strá;
    boð um hann tó einglar bóru
    til teir seyðamenn, sum vóru
    :/: uttan fyri Betlehem :/:

    Av øllum tí góða, Várharra gav

    Orð: Dione Isaksen
    Lag: So dapurt og dimt var um Føroya land

    1. Av øllum tí góða, Várharra gav,
    ei nøkur gávan var betri
    enn vatnið, sum rennur frá fjalli í hav
    bæði á sumri og vetri,
    til gagn fyri menniskjur og fyri dýr,
    til gagn fyri alt, sum á foldini býr.

    2. Men vatnið tó er fyri summum ov veikt,
    við gift tað títt verður blandað,
    og ofta við liti – tað er nakað bleikt –
    so verður tað drukkið við vanda
    fyri ein og hvønn, sum nógv av tí ger,
    og tí sigi eg: Tað er best sum er:

    3. Ja, vatnið tað klára eg haldi eg til,
    tað best er, tá eg eri tystur.
    Ein annar kann drekka, hvat ið hann vil,
    men tað er tó nakað, sum vist er:
    er vatnið blandað við “sprutt” og lit,
    so stjelur tað burt bæði pengar og vit.

    Nú dagurin at enda er

    Orð: Dione Isaksen
    Lag: Rudolph Bay

    1. Nú dagurin at enda er,
    og náttin komin nær,
    algóði Guð og faðir, ver
    hjá mínum og hjá mær.

    2. Vælsigna tey, mær standa nær,
    vælsigna henda stað;
    hjálp okkum til at fylgja tær
    við trúgvum sinnalag.

    3. Eg ofta veikan kenni meg;
    men himmalfaðir mín,
    styrk tú meg, o, tað biði eg,
    og halt meg nær til tín.

    4. Tú syndarar úr svøvni vek,
    til tín hvørt hjarta drag.
    Tey veiku styrk, tey sjúku lek,
    ger sorgarbundin glað.

    5. Í Jesu navni sigi eg
    tær tøkk, Guð faðir mín,
    at tú av náði leiddi meg
    á rætta leið til tín.

    6. Og tøkk, at tú meg hevur vart
    frá váða og frá neyð;
    tøkk fyri himmalljósið bjart,
    tøkk fyri dagligt breyð.

    Hví man tað vera so hugnaligt í kvøld

    Orð: Dione Isaksen
    Lag: Elith Worsing

    1. Hví man alt vera so hugnaligt í kvøld?
    Frosturin bítur, men eingi eru køld.
    Dagur var strævin, men eingi sýnast móð,
    hví eru øll so blíð og fró?

    Niðurlag: Tað er jólaaftan! Klokka ring!
    Bing, bang, bing! Bing, bang, bing!
    Brátt er træið tendrað – slá so ring,
    dansa, kvøð og syng!

    2. Myrkt er og kalt er og følnað hvør urt,
    sólin hin bleika næstan kámast burt,
    smáfuglar stirdir ei orka á flog –
    tá sendir sólin gleðisboð.

    3. Fjart er hon stødd, men vit hoyra tað ljóð,
    børn síni minnist sólarmamman góð:
    Eg komi aftur til alt tað, sum grør
    og andar á tí køldu jørð.

    4. Børn eru børn, og tað verða vit við,
    tá vit um jólatræið lið um lið,
    dansa og minnast á summar og sól,
    meðan vit kvøða hátt um jól.