Jól eru nær

    Orð & lag: Steintór Rasmussen

    Nú dagarnir styttast og jól eru nær
    Summarið grætur og veturin lær
    Nú kavi og kuldi er gerandislag
    Men tú ert tann sama hvønn dag

    So heimlig sum havið so svinn sum ein sól
    Um várið, á vetri og uppundir jól
    Kalendaraljósið tú tendrar hvønn dag
    Men tú ert tann sama hvønn dag

    Hóast lønin er lítil so hugnar tú um
    Pyntar við greinum og nissubørnum
    Bakar og hoyrir eitt pent jólalag
    Men tú ert tann sama hvønn dag

    Kalt er harúti, men inni er flótt
    Tú stákast og jólini nærkast so skjótt
    Tú hevur keypt gávur og grannvaksið træ
    Men tú ert tann sama hvønn dag

    Tá klokkurnar ringja so syngur tú við
    Føgur er foldin um gleði og frið
    Hjá menniskjavini í føðingardag
    Men tú ert tann sama hvønn dag

    Tú vísir mær kjólan tú ætlar tær í
    Og spyrt um eg havi um jólini frí
    Men tú kennir svarið og smílist tí glað
    Tí tú ert tann sama hvønn dag

    Tit trúføstu, komið

    Orð: Ókent latínskt sálmaskald úr 17. øld
    Lag: John Francis Wade
    Týtt: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: Oh come, all ye faithful

    1. Tit trúføstu, komið
    øll í sigursgleði
    við sameintum hjarta
    til Betlehem!
    Í eini krubbu liggur Einglakongur.

    Niðurlag: Áh, komið, hann tilbiðið,
    áh, komið, hann tilbiðið,
    áh, komið, hann tilbiðið,
    Harran Krist!

    2. Syng, syng, kór av einglum,
    sigurssongir glaðar,
    í Himlinum høga
    tað ljóði hátt!
    Æra nú veri Gudi í tí høga.

    3. Amen! Vit tær prísa,
    sum til vára frelsu
    á fold lætst teg føða,
    høgt er títt navn,
    Faðirsins Orð í holdi opinberað!

    Heilaga stund, tú á fold vára

    Orð: Hans Andrias Djurhuus

    1. Heilaga stund, tú á fold vára
    dalað ert niður,
    nú kemur gleðin hin stóra,
    hvør klaga hon tigur,
    føddur er hann,
    maðurin mikli, ið vann
    størsta og fullbesta sigur.

    2. Tú satst á himlinum høga
    við skaparans síðu,
    komst so til foldar og hjálpti
    tá okkum úr stríði,
    tú vára neyð
    sást og leiðst harðasta deyð’,
    tøkk hav tú, drottur hin blíði.

    3. Prísaður veri tú, drottur,
    ið verðini stýrir,
    tøkk fyri sigur, tú vanst okkum,
    glitrandi dýrur;
    dýrd veri tær,
    veraldar syndir tú bar,
    okkum til børn tíni skírir.

    4. Heimsins fólk, gleð teg og syng
    tínum drotti at prísa,
    hann móti ljósi tær beinasta
    vegin vil vísa,
    leiðir tín fót,
    gevur tær megi og mót,
    myrkasta skot upp kann lýsa.