Tað finst ein vón

    Orð og lag: Stuart Townend og Mark Edwards
    Týtt: Zacharias Zachariassen
    Upprunaheiti: There is a hope

    Tað finst ein vón, sum brennur djúpt í mær,
    hon veitir megi mitt í sorg og sút.
    Ein bjartan dýrdarglotta trúareygað sær,
    sum rekur ivan út.
    Í Kristusi mín synd er bøtt,
    Hann kemur aftur, kemur skjótt.
    Mín djúpi longsil og mín hjartans trá
    er tær at vera hjá!

    Tað finst ein vón, sum lívgar byrðað bróst,
    ein troystarkelda fyri tunglynt sinn’.
    Í heimsins djúpa myrkri vónin ger alt ljóst,
    har Jesus sleppur inn.
    Í líðing nú, í ótta tá,
    Hann dirvi gav at halda á.
    Ja, tryggur í Hans ørmum eri eg,
    teir heim nú bera meg.

    Tað finst ein vón, sum royndir lívsins stóð,
    sum hevjar eygað upp um grøv og deyð,
    har eg skal skoða Hann, sum leið og læt sítt blóð,
    og dýrdina Hann beyð.
    Tá endar sorg og líðing svár,
    og turkað verður burt hvørt tár.
    Mín sál skal kenna sanna gleði, gleim,
    tí hon er komin heim!

    Bert ein dag

    Orð: Lina Sandell
    Lag: Oscar Ahnfelt
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Bert ein dag – hvør troyst í neyð og váða –
    bert ein dag, bert eina stund í senn!
    Faðir mín, hann man jú øllum ráða –
    hví skal eg, hans barn, tá óttast enn!
    Hann, sum faðirsinn og hjarta hevur,
    hvørja stund, hvønn dag, ja, við hvørt stig
    mær mín part av sorg og gleði gevur,
    ja, av hvíld og møði við.

    2. Og eg skal, tá hann mær nær vil vera,
    nýggja hjálp við nýggjum degi sjá,
    hvørs dags sorg og stúran hann vil bera,
    hann, sum eitur bæði Kraft og Ráð.
    Meg at verja nú og allar ævir,
    hesa umsorg ber hann jú á sær;
    styrki tín skal verða sum tín dagur,
    hetta lyfti gav hann mær.

    3. Hjálp mær hjartans ófrið tí at stilla
    bert við tínum lyftum, Faðir mín,
    og ei trúarhvíluna at spilla,
    sum mær gav títt orð og Andi tín!
    Sært tú meg í ivans hørðu bondum,
    kom til hjálpar tá og lær meg enn
    taka stilt av tínum faðirhondum
    eina stund, ein dag í senn!