Sonur pápi tín býr ei í Tórshavn

    Orð: Dynamitt
    Lag: Michael Ballew

    Drongurin kom inn í køkin ein dagin,
    hugdi upp á mammuna og segði so smæðin:
    Góða mamma
    allir mínir vinir flenna,
    teir vilja ikki við meg kenna
    tá ið eg tosi.
    Tá teir siga ei, tá sigi eg oy,
    og tá teir siga nei, tá sigi eg noy,
    tað er løgið!
    Góða mamma sig mær,
    hvat er galið við mær, eg vil tað vita.

    Men tað sum eg haldi er allarmest galið,
    tað er tá eg eri í Gundadali
    og hyggi,
    har seti eg meg í skýlið,
    eg rópi hart og ýli
    KOYR Á KÍ.
    Eg haldi jú við HB, eg eri havnarmaður,
    men skorar KÍ tá verið eg glaður,
    sikken tossi.
    Góða mamma sig mær,
    hvat er galið við mær, eg vil tað vita.

    Nú drongurin leingi hevði havt orðið,
    setti mamman seg niður við borðið
    og hon segði:
    Pápi tín, sum heldur við HB,
    hann er ikki tín rætti pápi,
    tað skalt tú vita.
    Tí í Klaksvík býr tín ektaði babba,
    har eigur tú eina ommu og abba,
    ver tú glaður.
    Eg má hesi boðini bera,
    og tú mást ikki keddur vera, tá ið eg sigi:

    Sonur pápi tín býr ei í Tórshavn,
    hann býr í Klaksvík.
    At vita tað, tað er títt minsta krav.
    Sonur pápi tín býr ei í Tórshavn,
    hann býr í Klaksvík,
    og tað skalt tú bara vera stoltur av.

    Til allar kvinnur

    Orð og lag: Dynamit

    1. Tá eg var føddur, mamma var glað
    ongantíð fór hon frá mær
    eg nærkeika fekk, mussar og klemm
    graaaaaaat eg, so var mamma hjá mær

    Niðurlag: Og kossar eg fekk í túsundatal
    kærleika, smíl og góð minnir
    takk góði Gud fyri at tú gav mær hesar kvinnur

    2. Tá eg var lítil, tá var tað gott
    at detta inn á gólvið hja ommu
    hon gav mær bollar, kakur og théeeeeee
    søgur og okkurt bommið

    3. Tá eg bleiv 18 og verðin var mín
    tá møtti eg vakrasti kvnnu
    hetta er makin, hugsaði eg
    neyvan eg fittari finni

    4. Tann fagrasta gáva, sum givin er mær
    fekk eg tá eg var tjúgu
    tá kom ein genta í henda heim
    borðin av mínari frúu

    5. Eg bleiv so eldri og nærkaðist trýssjjjjj
    Gráur og tunnur um vangan
    Tá kom ein genta yvir til mín
    “kom abbi og didda at ganga”

    6. Nú eri eg gamal
    Fimm og fýrs árrrrr, eg orki ei meira at sjabba
    sjálvt um ein genta hálar í meg
    kallar meg sín langa abba

    7. Eg inn leggi árar, hetta var tað
    skjótt er mítt tímaglas runnið
    men áðrenn eg fari burtur her frá
    skal ljóða av mínum munni

    Skúlin er liðugur

    Skúlin er nú liðugur og øll eru glað
    Øll hava biða eftir hesum góða dag.
    Tað hevur verið stravið, vit hava
    stríðst hvønn dag.
    Nú standa vit saman, nú standa vit
    Saman og syngja hetta lag:

    Skúlin er liðugur í dag,
    Skúlin er liðugur, oh yeah
    Her vit hava gingið og
    Nógvar vinir fingið
    Skúlin er liðugur í dag,
    Skúlin er liðugur, oh yeah
    Her vit hava gingið, skúlin er liðugur

    Nú ringir skúlaklokkan fyri
    Síðstu ferð, nú skal tað
    Vera veitsla beint nú og her.
    Vit skulu hugna okkum
    Saman til alljósan dag
    Nú standa vit saman, nú standa vit saman
    Og syngja hetta lag:

    Skúlin er liðugur í dag,
    Skúlin er liðugur, oh yeah
    Her vit hava gingið og
    Nógvar vinir fingið
    Skúlin er liðugur í dag,
    Skúlin er liðugur, oh yeah
    Her vit hava gingið, skúlin er liðugur

    Skúlin er liðugur (liðugur)
    Skúlin er liðugur (liðugur, liðugur)

    Skúlin er liðugur í dag,
    Skúlin er liðugur oh yeah
    Her vit hava gingið og
    Nógvar vinir fingið
    Skúlin er liðugur í dag,
    Skúlin er liđugur, oh yeah
    Her vit hava gingið, skúlin er liðugur

    Hví gongur Tom altíð skid

    Orð: Dynamit

    Hví gongur Tom altíð skid?
    Hví gongur hann uttan vit?
    Lurtið nú væl, hoyrið tit.
    Tí gongur Tom altíð skid

    Einaferð var Tom eins og hini
    Giftur við Onnu Katrinu
    Hann átti hús, bil og alt gott
    Arbeiddi nógv, bæði dag og nátt

    Eina nátt tá hann kom til hús
    Tá var frúan farin undir brús
    Nú skuldi Tom vísa seg sum mann
    hetta var ikki so galið, segði hann

    Upp í gjøgnum trappurnar hann gekk
    (Ja, hann gekk, ja hann gekk)
    Skundaði sær alt tað hann fekk
    (Sum hann fekk, sum hann fekk)
    Hann var longu nakin, tá hann kom uppá
    Rann síðsta pettið og kæt uopp hurðina

    Men denn ringa sjón Tom har sá,
    (uha-da-da, uha-da-da)
    Konan við grannanum har lá
    (uha-da-da, uha-da-da-da-da)
    Tom vendi við, gekk burt harfrá
    Men onki skil hevur verið síðan tá

    Tí gongur Tom altíð skid
    Tí gongur hann uttan vit
    Lurtið nú væl, hoyrið tit
    Tí gongur Tom skid