Saknur

    Poul F. Joensen
    Orð: Poul F. Joensen
    Lag: Hanus G. Johansen

    1. Sárt sakni eg teg, væna mín.
    Hví rýmdi tú frá mær?
    Tað er sum sól og summar
    av garði fór við tær,
    tí allir fuglar tiga,
    hvør blóma fánað er, –
    mín hugur eltir har tú fer,
    mín sál er friðleys her.

    2. So tekkilig og eygagóð,
    sum Venus vøn og skær,
    eitt bládýpi av sælu
    í tínum eygum var,
    sum spunnið gull var hárið,
    so fannhvít undir lín,
    tín mjúki barmur heitur brann,
    á varrum vætti vín.

    3. Tú ferðamøddi fuglur, sum
    so víða farin er,
    sást tú mítt fljóð, hitt fagra,
    á tíni longu ferð?
    Hon er ein eyðkend rósa,
    sum summarsólin vøn. –
    Á, góða, elskaða, kom heim,
    hoyr mína hjartans bøn!

    Mín móðir

    Eivør Pálsdóttir
    Orð og lag: Eivør Pálsdóttir

    Mín móðir hon er sum ein drotning
    Hon er sum tað vakrasta lag
    Mín móðir hon er sum ein blóma
    Hon er sum eitt livandi træ

    Mín móðir er heim mítt kæra
    Mín móðir mítt tryggasta stað
    Mín móðir er bjartasta glæman
    Hon lýsir mær døkkan veg

    Mín móðir er sterkasta hondin
    Trygt heim aftur leiðir hon meg
    Mín móðir hjá tær eg standi
    Í hjartanum goymi eg teg

    Nú brennur tú í mær

    Eivør
    Orð og lag: Eivør Pálsdóttir

    Tá ið eg sá teg fúka framvið,
    Kendi mítt lítla hjarta ongan frið,
    Tín glóðheiti eldur brendi meg,
    Og aldri aftur skal eg kyssa teg.

    Nú brennur tú í mær
    Nú brennur tú í mær.

    Tá ið eg sá teg balla teg inn
    Í dúnmjúka, heita kropsskinn,
    Kyssa hennar vælangandi tár,
    Lata hana grøða tíni sár.

    Nú brennur tú í mær
    Nú brennur tú í mær