Giv fred fremdeles i vort Land

    Giv fred fremdeles i vort Land
    Velsignelse af Jord og Vand
    Hver i sin Nering, Stand og Sted
    Maa nyde sin Nødtørftighed

    Hver paa sin lovlig Vej ledsag
    Til Land og Vand i denne Dag
    Lad dine Engle følge dem
    I hvor de farer ud eller hjem

    Saa glemmer du og ikke mig
    I hvis jeg nu haver bede dig
    At fremme min Nødtørft og Gavn
    Thi gaar jeg ud i Jesu Navn

    Som den gyldne Sol fremmbryder

    Som den gyldne Sol fremmbryder
    Gjennem den kulsorte Sky
    Og sin Straale-Glands udskyder
    Saa at Mørk og Mulm maae flye
    Saa min Jesus af sin Grav
    Og det dybe Dødsens hav
    Opstod ærefuld af Døde
    Imod PaaskeMorgenrøde

    Synd og Død og alle Pile
    Som Satan skyde kan
    Ligger brude ved Din Hvile
    Udi Gravens mørke Land!
    Der begrov Du dem og gav
    Mig en sikker Trøste-Stav
    At ved Din Oprejsnings Ære
    Jeg skal Sejer-Palmer bære

    Tak for al Din Fødsels Glæde
    Tak for Dit det Guddoms ord
    Tak for Daabens hellig’ Væde
    Tak for Naaden ved dit bord
    Tak for Dødens bitte Vee
    Tak for Din Opstandelse
    Tak for himlen Du har inde
    Der skal jeg Dig see og finde

    Jesuspápin

    Orð og lag: Búi E. Dam

    Góði besti Jesuspápin,
    ver hjá mammu og babba
    “bagla lukla” beiggja
    signa so Boga
    hjálp teimum, sum líða neyð
    Jesuspápin heilsa abba
    sig “abbi mær leingist so illa eftir tær”
    og omma bidur heilsa
    omma signi meg
    nú mást tú royna
    ongantíð gloyma
    Jesuspápin er her hjá tær

    Silvurkannan

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag 1: Regin Dahl
    Lag 2: Jóhannus á Rógvu Joensen
    Lag 3: Maurentius S. Viðstein
    Lag 4: J.C. Gebauer

    1. Drívur døgg um døkka grund,
    dimmist millum fanna.
    Oman fyri eikilund
    hongur silvurkanna.

    2. Náttin hylir hørg og hól –
    teskar undir lyngi –
    fýra nætur fyri jól
    dansa frýr í ringi.

    3. Fyrsta reyð og onnur blá,
    triðja grøn við brota,
    fjórða hvít við gulli á,
    hon ber gyltan sprota.

    4. Oman fyri eikilund
    hongur silvurkanna,
    skínur yvir alla grund –
    dansa lítla Anna!

    Lítla barnið

    Orð: Sædis Eilifsdóttir
    Lag: Eivør Pálsdóttir

    Blunda lítla barnið
    Blunda lítla barnið
    Her hjá mammu síni
    Undir fjálgu dýnu
    Nú er nátt
    Morgun verður brátt

    Vaknar lítla barnið
    Vaknar lítla barnið
    Ljóst er úti nú
    Vakin liggur tú
    Mamma brosar blítt
    Elskar barnið sítt

    Vársins ljóð

    Eivør Pálsdóttir
    Orð: Rúni Bjarkhamar
    Lag: Eivør Pálsdóttir

    Tú heldur, at summarið koma skal
    við blómum í bakka og ból
    men fyrst má eg syngja tær sólina fram
    at skína um heygar og hól.

    Eg andi lív í ein sóljukopp
    hygg, hvussu hann brettir sær á
    men fyrst má eg bræða tær kavan burt
    so fram vinna dái og strá.

    Eg sigi við ánna og kelduvað
    at nú verður summarið skjótt
    í lofti skal hoyrast kátt fuglakvað
    av snípu og stara og lógv.

    Og hagin skal klæðast í summarskrúð
    har tjøldrini reiða sær ból
    um dimmið skal sólin sær søkja búð
    og lita tær havið sum glóð.

    Eg gevi tær sóljur og smærubrá
    tann gávan man falla tær væl
    og børnini fáa ein berjadag
    við ljósi og kátasta lag.

    Eg finni fram frægastu loynimið
    og tey skulu børnini fá
    tá vár okkum gistir eitt annað ár
    eg veit, at tú gleðast man tá.

    Vakrasti dreymur

    Eivør
    Orð og lag: Eivør Pálsdóttir

    Tú komst og beyð mær inn
    til staðið, sum eingin hevði sæð
    og eg trein inn um tína gátt
    á heitastu hásummarnátt

    Títt blíða lyndi dró meg inn
    til heimsins vakrastu dreymar
    í djúpasta dvala lá eg tá
    tú reiddi mær ból at droyma á

    Droymandi stígi eg innar
    inn til eitt vakurt stað
    og eg vakni úr vakrasta dreymi
    sólin skínur aftur í dag

    Tú komst og beyð mær inn
    til staðið, sum eingin hevði sæð
    og eg trein inn um tína gátt
    heitastu hásummarnátt

    Randaðu rósur

    Janus DjurhuusEivør PálsdóttirMikael BlakBui Egason Dam
    Orð: Janus Djurhuus
    Lag: Eivør Pálsdóttir, Mikael Blak og Bui Egason Dam

    Randaður rósur
    roðandi vín
    lættur og ljósur
    var láturin tín

    Várvøkur veitti
    tú villandi dreym
    øran meg tveitti
    í sólgyltan streym

    Tá randa rósur
    roðandi vín
    lættur og ljósur
    var láturin tín

    Væl angar lyngur
    um várkystu grund
    hindløtt tú springur
    til favnhollan fund

    Ljósareytt lyngur
    litaði ong
    stjørnkvirrur kringur
    um signaðu song

    Tá randa rósur
    roðandi vín
    lættur og ljósur
    var láturin tín

    Ástarstund

    Orð og lag: Eivør Pálsdóttir

    1. Titt vakra smil prýðir teg
    Lat meg eiga ein part av tær
    mítt hjarta slær so títt, tá tú
    smilist móti mær

    2. Áh, gev mær bert ein dag við tær
    í hesi ástarstund
    áðrenn eg felli
    í tann æviga náttarblund

    3. Lat meg læna sinni títt
    av gulli gjørt tað er
    tað vil eg hava við mær
    á míni longu ferð

    4. Áh, gev mær bert ein dag við tær
    í hesi ástarstund
    áðrenn eg felli
    í tann æviga náttarblund

    5. Hjarta mítt, tað eigur tú
    ja, eina títt tað er
    so kom við mær, lat meg vísa tær
    hvat kærleiki er

    6. Áh, gev mær bert ein dag við tær
    í hesi ástarstund
    áðrenn eg felli
    í tann æviga náttarblund

    Áh, kundu á tíðarhavi

    Orð: Poul F. Joensen
    Lag: Hanus G. Johansen

    1. Áh, kundu á tíðarhavi
    vit akker kastað ein dag
    tá vit hava eydnuna vunnið
    so hon ikki rýmdi avstað

    2. Tíðin, legg tínar veingir
    saman bert hesa stund
    meðan eg sælur kyssi
    mítt sólfagra ástarsprund

    3. Og løtan hin signaða, ríka
    á kvirru, ástheitu nátt
    áh, lat meg í kossinum doyggja
    tá hvíli eg æviga gott