Sum sólja og bøur

    Orð og lag: Eivør Pálsdóttir

    Hann angar sum sólja og bøur,
    sum tað bláa hav.
    Hann sigur tær vakrastu søgur,
    tá sól er farin í kav

    Hann droymir teir vakrastu dreymar
    hvønn tann einasta dag,
    roymir seg burtur um dalar og heyggjar,
    til støð hann ei hevur sæð

    Á um bert ein dag eg kundi
    flogið avstað við tær,
    men vit hittast bara, tá ið eg blundi
    í náttardreymum hjá mær

    Nú komin er kvøldarstund
    eg droymi meg burt til tín
    og eg sovi mín søta blund
    tú ert fagrasti dreymur mín

    Rura, rura barnið

    Orð og lag: Gamalt skjaldur

    Rura, rura barnið,
    krítin stendur í jarni,
    mamman situr og treskir korn,
    pápin blæsur í lúðurhorn,
    systirin seymar klæðir upp á barnið;
    vil ikki barnið tiga,
    tak um legg,
    slá í vegg, –
    so skal barnið tiga.

    Krákan

    Krákan situr á steini,
    hakkar í beinið,
    fyrsta var eitt pottabrot,
    annað var eitt útskot í ringi,
    triðja var ein røvari á tingi.
    nú skal (navn) venda sær í ringi.

    Har heitur eldur brann

    Eivør
    Orð og lag: Eivør Pálsdóttir

    Lat meg leiða teg,
    á mín loyniveg,
    Har heiti eldur brann,
    og enn hann brenna mann.
    Tí hjarta mítt tað slær bara fyri tær,
    so kom tú nú við mær,
    meðan sól enn sær.
    Í náttardreymi síggji eg teg,
    Onga sjón so fagra sæð havi eg,
    Tá kann mítt hjarta finna frið trygt við tína lið

    Rósufarið

    Eivør
    Orð og lag: Eivør Pálsdóttir

    Kaldur dropi er eyga hjá tær,
    aldri tú finnur títt rósufar.
    Leita og leita í alla nátt –
    slapst tú ikki inn um fjallagátt.
    Droymir teg burtur til dreymanna hav, –
    i rósufari tú flýgur avstað.
    Bliðastu tónar og fagrastu sprund
    rura teg, rura teg, blídligt í blund.

    Kveistra, kveistra nú tárini vekk,
    kveistra, kveistra nú tárini vekk.
    Tú skalt fáa gull upp í fullan sekk.

    Dreymar bera teg upp um fjøll,
    leiða teg so aftur í heimahøll.
    Hví skuldi tú friðleysur leita so fjart?
    Lær teg at elska, tað, sum tú sært!

    Nú brennur tú í mær

    Eivør
    Orð og lag: Eivør Pálsdóttir

    Tá ið eg sá teg fúka framvið,
    Kendi mítt lítla hjarta ongan frið,
    Tín glóðheiti eldur brendi meg,
    Og aldri aftur skal eg kyssa teg.

    Nú brennur tú í mær
    Nú brennur tú í mær.

    Tá ið eg sá teg balla teg inn
    Í dúnmjúka, heita kropsskinn,
    Kyssa hennar vælangandi tár,
    Lata hana grøða tíni sár.

    Nú brennur tú í mær
    Nú brennur tú í mær