Verði tín vilji á jørð sum á himli, Guð faðir

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Stralsund

    1. Verði tín vilji á jørð sum á himli, Guð faðir.
    Kærleiki ert tú, á vald títt vær lítum so glaðir;
    algóð tín hond
    røkkur um ríki og lond
    bøtir tað, børnunum bagir.

    2. Menniskjans vit ikki røkkur til gjølla at skilja,
    hvat ið oss gagnar, og kundu vit alt tað, vit vilja,
    fingið í lag,
    máttu vit mangan um tað
    syrgjandi høvur várt hylja.

    3. Verði tín vilji, um sorgir mær kinnarnar væta,
    orki eg ikki títt alvísa ráð enn at fata,
    veit eg tó væl,
    seinni eg síggja vist skal;
    alt tú mær sendi til bata.

    4. Styrk meg, Guð faðir, so glaður tín vilja eg geri,
    elski títt orð og tín heiður um bygdir út beri;
    likam og sál,
    hugur og verk várt og mál
    altíð til vildar tær veri!

    5. Íðin vær nýtum tey evni, ið oss eru givin,
    – gagnleys er gáva, sum niður í mold verður grivin; –
    dygdargóð trúgv
    vinni í hjørtunum búgv,
    tá hvørvur óttin og ivin.

    6. Fáa vit lært, Guð, tín vilja til fulnar at lýða,
    geva alt í tínar hendur og trygdgóð tær bíða;
    vunnin tá er
    mætasti gripur í verð,
    ljóða má lovsongur víða.

    Miskunnsami mildi faðir

    Orð: Mikkjal á Ryggi

    1. Miskunnsami mildi faðir,
    gev í dag oss dagligt breyð!
    Tú, sum grøs og liljur klæðir,
    føðir fugl um hav og heyg,
    fram um alt á foldum her
    menniskjan tær kærast er,
    trygt vit kunnu á tað líta,
    ei tú vilt oss føði sýta.

    2. Veit tí tú mær dagsins føði,
    ei eg kann av sjálvum mær;
    havsins fong og landsins grøði,
    alt eg fáa má frá tær,
    røkja seyðin vit sum best,
    óvist er, hvat fæst í heyst,
    Harrin og ei hagamaður
    er tað, fyri skurði ræður.

    3. Hvat kann eg av sjónum taka,
    sendir Guð ei fisk í hav;
    óhent nýtti eg mín haka,
    um Guð ikki vøkstur gav;
    fáfongt róðu vit um kapp,
    vildi Guð, at grindin slapp;
    føðir Guð ei fuglameingin,
    ónýtt verður fleygastongin.

    4. Vakur er ein veltur dalur,
    grasgóð er ein albeitt líð;
    tó, hvat geva kýr og smalur,
    leggur Guð ei signing í!
    Uttan hegni, vit og kraft
    armóð høvdu øll vit havt;
    gloym ei, tað er Guð, ið gevur
    arbeiðsevni, tey tú hevur.

    5. Síggi eg ein stakkal stríða
    til at metta svangan munn,
    Jesus, eg títt orð vil lýða,
    ikki elska mammons grunn,
    gera, sum mín Guð tað vil,
    geva, har tað treingir til;
    neyðarstaddan ei at gloyma
    betri er enn gull at goyma.

    6. Prísið Guði øll við gleði
    fyri hjálp og dagligt breyð!
    Ongantíð frá yngsta degi
    læt hann okkum líða neyð,
    hvønn ein morgun, faðir mín,
    leita vil eg mær til tín,
    og tá sól í hav er lækkað,
    fyri dagligt breyð tær takka.

    Komi ríki títt við megi

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Andreas Peter Berggreen (Hvør vil við til himmiríkis)

    1. Komi ríki títt við megi,
    faðir, vítt um heimsins lond,
    vinni fram seg dag frá degi,
    vart við tíni almáts hond;
    føst í trúnni hvør ein tjóð,
    hvít og døkk, tær takkarljóð
    syngi fyri hjálp og náði;
    friður landa millum ráði!

    2. Komi ríki títt til landa,
    kveiki lív í hvørja bygd,
    lýs, so teir, á bunka standa,
    finna troyst í tíni trygd!
    Bøti trúgvin okkum so,
    at vit lýða tíni boð;
    kærleiki til Guðs og granna
    virki semju millum manna!

    3. Kom, Guðs ríki, í mítt hjarta!
    Drag meg, faðir, tætt til tín,
    rek alt út, sum ilt er artað,
    styrk og halga hugin mín!
    Tak, Guðs andi, búgv í mær
    og í teim, eg havi kær,
    so vit glað við ongum iva
    velja øll í tær at liva.

    4. Kom, Guðs ríki, kom við veldi,
    stimbra hvørja veika sál,
    kom við halga andans eldi,
    verði vilji tín várt mál,
    eg í tær og tú í mær –
    sæla, sum ei enda fær,
    tá ið vit í einglalíki
    prísa tær í himmiríki.

    Faðir vár í himlasølum

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Regin Dahl

    1. Faðir vár í himlasølum,
    allarbesti faðir mín!
    Upp frá jarðarríkisdølum
    stíga bønir fram til tín;
    miskunn tín ei enda fær,
    øll og alt títt eyga sær,
    hvørja mína gerð tú kennir,
    alt hvat mær í huga rennur.

    2. Dámligt er til Guðs at leita
    sum eitt barn til faðirs arm;
    altíð vil hann hjálp oss veita,
    lættir sorg og linnar harm,
    fjálgar um oss nátt og dag;
    skulu vit ei vera glað,
    sum so góðan faðir eiga;
    heim til sín hann vil oss leiða.

    3. Góði Guð! tú aldri spardi
    børnum tínum bestu løn,
    Jesus! tá tú sjálvur lærdi
    oss at biðja bestu bøn,
    fingu vit so dýran skatt,
    hjálp, at vit hann nýta rætt,
    fram í tínum ljósi miða,
    so vit fáa alt, vit biðja.