Eydnan

    Elin Heinesen
    Orð og lag: Elin Heinesen

    Kom kom kom
    Yndi títt er burtur
    Tú hvarv í mjørkanum, sum kom úr ongum
    Kom kom kom
    aftur, tú, sum var, men sum ikki var
    Sólarglottin lýsti upp títt andlit

    Eitt sekund helt eg tú vart til
    men tað vardi bert eitt lítið bil
    Burtur – burtur

    Kom kom kom
    longsul mín økist
    men tú flákrar bert, sum ljós í vatni
    Kom kom kom
    Arga meg ei meira, tú, sum onki er
    men tó alt

    Eitt sekund helt eg…

    Lalalala…

    Loyndarmálið

    Elin Heinesen
    Orð og lag: Elin Heinesen

    Hvat er tað, tú hevur har í tínum lumma?
    Er tað nakað, sum eg kann síggja nú?
    Um tú tímir, ja, so vís mær ella gloym tað!
    Nei, nei, eg skal ikki noyða teg, tú.

    Jú, eg veit, tú hevur tíni loyndarmál
    og gott er, soleiðis má tað vera.
    Eg eri bara forvitin, eg elski teg
    sjálvt um tú kanst vera sera
    frekur
    bara tú onkuntíð
    letur upp.

    Góði, sig mær nú, hvat var tað, sum tú hevði?
    Eg vóni enn, eg kann sleppa at síggja nú.
    Kom nú vís mær, um tú vilt – áh, alt er í lagi!
    Nei, nei, eg skal ikki noyða teg, tú.

    Jú, eg veit…

    Øgiliga væl

    Elin Heinesen
    Orð og lag: Elin Heinesen

    Tú stóð og hugdi at mær so
    Eg stóð og hugdi at tær so
    at okkurt í mær fór á flog
    okkurt í mær fór eisini á flog
    Tú sá meg – eg sá teg
    og tað var nóg mikið

    Soleiðis gjørdust vit so væl
    væl, væl – øgiliga væl, ja

    Tú kom og bað meg um ein dans
    eg kom og bað teg um ein dans
    og tað var gott, tú tók ein kjans
    tað var gott, at eg tók ein kjans.

    Tú nart við meg – eg nart við teg
    og tað var nóg mikið

    Soleiðis…

    Vit prátaðu og vóru góð
    vit prátaðu og vóru góð
    av tí vit verða aldri móð
    av tí verða vit aldri móð
    Tær dámdi meg – mær dámdi teg
    og tað var nóg mikið

    Soleiðis…

    Og mong ár gingu, tey gingu alt ov skjótt
    men enn er smílið hjá tær akkurát líka søtt

    Vit eru bæði saman enn
    vit eru bæði saman enn
    farin um tey 80 og ongar tenn
    skjótt 90 og slett ongar tenn
    Tú elskar meg – eg elski teg
    og tað er nóg mikið

    Og tú eru vit so væl
    væl enn – grúuliga væl, ja!!

    Áarvegurin

    Orð: Elin Heinesen
    Lag: Streets of London

    Raggar oldingin aleina,
    eftir honum piltar steina.
    Biddar um samkenslu,
    fær bert háð og spott.
    Syrgin eru hansar’ eygu,
    tey bangnu, kámu, gráu, reyðu,
    spyrjandi – skilja ei,
    hví hann ei fekk tað gott.

    So hví sigur tú, at tú ert eina
    og skuggar hanga yvir tær.
    Vil tú síggja sorg og gleði,
    far tær eftir Áarvegi.
    Har sært tú lívið,
    sum tað veruliga er.

    Stakkals brúkta gleðisdukkan,
    starir inn í Joto-gluggan.
    Sær hon kjólar,
    ið hon ei kann fá.
    Fyrr var hon ung og vøkur,
    nú er hon eld og pjøkut.
    Minnist sín ungdóm
    við longsli og trá.

    Flýggjar inn á kondittaríið,
    sami gamlin, frá strev’ og stríði,
    í myrkasta krókin
    at turka síni tár.
    Ongastaðni fær hann frið,
    látur altíð fylgir við.
    Roynir hann at gloyma
    síni tungu sálarsár.

    Freistaður og niðurboygdur,
    starir í tóman heim, reyðoygdur.
    Ivast eina løtu –
    men viljin veikur er.
    Tekur sína Aqua Velva,
    hondin fer at rista, skelva,
    kulkar síðan í seg,
    so at sorgin burtur fer.

    Lít allar tínar leiðir

    Orð: Paul Gerhardt
    Lag: Hans Leo Hassler
    Týtt: Gudmund Bruun

    1. Lít allar tínar leiðir
    og alla hjartasorg
    í Harrans hond, sum eigur
    alt vald í himnaborg;
    hann, sum kann stormar lætta
    og leggja brim í sjó
    og fjøll og dalir slætta,
    kann finna fótum slóð.

    2. Gev Harra tínum gætur,
    tá væl tað gongst tær við,
    ert tú í honum mætur,
    tá fært tú fragd og frið;
    tann sorg, tú sjálvur aldi,
    man eina níva á,
    tú einki eigur valdið,
    men Guð man vita ráð.

    3. Tín trúfesti og náði,
    o, faðir, væl veit skil
    á tí, sum mær er bági,
    og bati verða vil,
    og alt, ið av tú ráddi,
    man altíð bera á,
    ei nakar máttur náddi
    at spilla tíni ráð.

    4. Tú missir ikki ráðið,
    um fólk enn fjóna teg,
    men spreiðir tína náði
    og slættan beinir veg,
    tín gerningur ei hvílir,
    ei steðgar á títt spor,
    tá eins og snarur pílur
    út flýgur veldis orð.

    5. Og um alt Sátans veldi
    teg vildi herja á,
    tó aldri teg tað feldi,
    sum valin halda má,
    hvør kann tær móti standa,
    sum snarljós sleingir út?
    Og hvør kann manni granda,
    tá tú vilt forða sút?

    6. So legg tú allan trega
    í Harrans sterku hond,
    lat trúgv og vón teg gleða,
    um tíðin sýnist vánd.
    Tað er ei tú, ið veldur,
    ei tú, ið tekur ráð,
    Guð veldisstavi heldur,
    og ferð hans øll er náð.

    Nánd

    Orð: Arna Paasche-Aasen
    Lag: Kurt Foss og Reidar Bøe
    Týtt: Thomas Michael Smith

    1. So rótleyst er sinnið títt, altíð á ferð
    tað tykist sum gloymir tú virðini her.
    Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond
    enn síggja tað vakra, sum er í nánd?

    2. Tær tykir at lívið er keðiligt – grátt,
    hvønn er tað tú saknar – hví falla í fátt?
    Tá aldri tú unnir tær hvíld ella frið,
    fæst onki at grógva við tína lið.

    3. Far innar í stovuna, um hon er trong
    og lurta – hon syngur ein stillan song;
    hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í
    har vantar bert tað – at tú varnast tí.

    4. Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjøll,
    hvør sigur hon finst ei í heimahøll?
    Tú átti ei friðleysur leita so fjart,
    men lært teg at elska tað, sum tú sært.

    Sjeikurin

    Elin Heinesen
    Orð og lag: Elin Heinesen

    Hon liggur har í songini við dýnu uppundir øs.
    Eg spyrji: “Tú, hvat bagir tær? Tú gert meg heilt nervøs.”
    Hon svarar ikki, fyrr enn eg spyrji einaferð afturat,
    so smílist hon so droymandi og sigur: “Veist tú hvat?”

    “Tú skuldi hitt hann
    ein sjeik so fittan.
    Hann er lekrasta petti, sum finst her á jørð.
    Tað allarbesta –
    eg eri um at bresta!
    Um eg ikki skjótt síggi hann, so verði eg ør
    ja, eg verði púra ør – so púra ør!”

    Hon hoppar út úr songini og dansar alt, hon kann.
    Í ørmunum ósjónliga er dreymurin, hon fann.
    Hon leggur ikki merki til mín, tí hon er so glað,
    hon dansar og hon syngur og eg sníki meg avstað.

    Eitt dýpi av dýrari tíð

    Orð: Jens Pauli Heinesen
    Lag: Elin Heinesen
    Viðmerking: Yrktur á vári 1954.

    1. So verður sagt av monnum
    at lívið er markleys neyð
    eitt dýpi av gráum døgum
    og børn, ið biða um breyð.
    Kanska er lívið sorgarlag,
    kanska er lívið gott,
    og kanska eg ein skínandi dag
    beri kenslu av myrkari nátt.

    2. Í nátt er luftin so rein og klár,
    bládjúp og ísandi køld,
    foldin hvílir í hvítari tøgn,
    og norðlýsið reisir sær tjøld.
    Og vit mítt er fult av tonkum
    á ferð út á víðan veg
    at finna á miðleys náttargongd
    tann vísdóm, ið uggar meg.

    3. Men ongan vísdóm eg finni,
    ið sigur tey sonnu orð,
    sum bløðandi fuglar falla tey
    aftur at hvítar for.
    Tó eg veit, at dýrgripir finnast
    og fjalast við gráan eim,
    tá gentur og dreingur spenna
    sum folar í dans og gleim.

    4. Tá barmur mín spentur av undran,
    av eydnu, av tungari trá,
    av iva og sorgarløgum,
    eisini, eisini tá
    :,: veit eg, at lívið er gáva
    eitt dýpi av dýrari tíð,
    sum øll skulu valla ígjøgnum
    rekast og villast inní. :,: