Ei nakað kann metast við heimstaðin fríða

    Orð: Elisabeth Olsen

    1. Ei nakað kann metast við heimstaðin fríða,
    væl Klaksví ker vard millum hábærslig fjøll.
    Her fólkið í skúla og vinnu man stríða,
    og húsini standa so snotilig øll.

    2. Mangt gjørd er av mannahond býin at prýða,
    alt merkt er av framgongd og vælferðarlag.
    So nøgg eftir Pllinum førini glíða,
    á asfalti bilarnir strúka avstað.

    3. Á vetri er vakurt í búnanum hvíta
    tær frostnætur norðlýsið bleiktrar so frítt,
    og mánin sæst bjartur um Oyrafjall líta,
    sær aldurnar spæla á Borðoyarvík blítt.

    4. Tó trølsligt tá regnar og stormarnir herja,
    strítt áirnar skola úr fjalli til fles.
    Mót norðættaródnum er Kunoyggin verja,
    og brim rundar Núpin og Borðoyarnes.

    5. Brátt mjørkin við lýkku man tindarnar fjala,
    í grønkandi líð leika lombini góð.
    Kátt fuglanir láta, og børnini spæla,
    á Brúnaskarð, Klakk leita ungfólk sær fró.

    6. Á sumri sín lívgandi mátt sólin sendir
    á blóm’skrýddan bø og á glitrandi vág.
    Tá Háfjall sær spelkið mót Kjølinum vendir,
    eitt hugnaligt lag kvøður tutlandi á.

    7. So vøkur ein mynd, tá ið nátt sýgur niður,
    við lívsvónum sorgleys framvið fara tvey.
    Tá legst yvir Klaksvík tann sælasti friður,
    mót Nestindum luftin er roðandi reyð.