Mia mín

    Orð: Ella Smith Clementsen
    Lag: Eirikur Gilstón Corfitz

    Gott at hava Skype í dag
    Omma er so himmals glað
    Góða lítla barnið mítt
    Sum vit sakna snýðið títt
    Hygg, hvat er tað, abbi sær
    Eru komnar bissur tvær?
    Einki er sum smílið títt
    Ja vit eru púra býtt

    Tú ert har
    Omma her
    Skype er okkar’ lítla verð
    Tú ert har
    Omma her
    Skype er okkar’ lítla verð

    “Kenni ommu, abba væl
    Er tað nú eg smílast skal?
    Tí tey elska jú mítt trýn”
    Hugsar lítli eingil mín
    Muss og klemm tú fáa skalt
    Tú ert okkar’ eitt og alt
    Síggjast skjótt, so verður fest!
    Skype er gott, men ikki best!

    Tú ert har
    Omma her
    Skype er okkar’ lítla verð
    Tú ert har
    Omma her
    Skype er okkar’ lítla verð
    Skype er okkar’ lítla verð

    Eg eri so spent til jóla

    Orð: Ella Smith Clementsen
    Lag: Jóhannus á Rógvu Joensen

    1. Eg eri so spent til jóla,
    eg fái ein nýggjan kjóla
    og jólagávurnar nógvar
    og eisini nýggjar skógvar.

    2. Tað er so leingi at bíða –
    hygg nú fer mánin at líða
    Øll hava so nógv at gera –
    eg veit ikki, hvar eg skal vera.

    3. Eg greiði mær ein hestahala
    og fari í býin at mala –
    ein túr inn á konditaríið
    og siti so fitta har og bíði

    4. Tá inn kemur ein jólavættur.
    Hon hevur ei hala – men flættur.
    Hon teskar í oyrað á mær:
    Kom við – so skal eg fylgja tær.

    5. Eg kann ikki her siga tær
    frá øllum, sum hon vísti mær.
    Og sjálvt um tú ikki mær trýrt –
    so veit eg nú hvar ið hon býr.
    Ja – sjálvt um tú ikki mær trýrt –
    so veit eg nú hvar ið hon býr.