Nú er tað liðugt

    Orð og lag: Erhard Olsen
    Viðmerking: Finst á bandinum “Ein góð tíð”, sum kom út í 1994.

    1. Nú er tað liðugt, vit siga farvæl
    Mítt skip skal fara nú
    Hví fer tú frá mær, hví fert tú tín veg
    Kom nú skjótt aftur til mín.

    Eg vil altíð droyma um teg
    Um tú altíð vil droyma um meg

    2. Hettar er er ikke tað sýsta farvæl
    Men bara eitt minni um teg
    Táð eg komi aftur, tú hevður meg her
    taki teg aftur í mín favn.

    Tá norðanstormur brestur á

    Orð: Kr. Janson
    Lag: Nú fiskur er á grunnunum
    Týtt: Nyholm Debess

    1. Tá norðanstormur brestur á og havið gongur hvítt,
    tá strika, drongur! Minka segl, – halt væl um stýri títt.
    Um stív er sigling, halt væl fast og ongan knútin loys.
    Men fyllist bátur, ger so fast, finn skrínið fram og oys.

    2. Um tú ígjøgnum aldubrot og skúm ei land kann sjá,
    so syng ein sálma tá og rógv, so blóðið spríkja má.
    Men skrædnar borð, og báran blá og køld vil køva teg,
    so níg í bøn til Gud og bið hann fylgja tær á veg.

    Í nátt meðan eg svav

    Orð og lag: Erhard Olsen
    Viðmerking: Finst á bandinum “Ein góð tíð”, sum kom út í 1994.

    1. Í nátt meðan eg svav eg droymdi
    eg droymdi um teg at tú kom til mín
    men eg vaknaði aftur í morgun
    og mintist at tú var ei mín

    Niðurlag: Les ikki brævið eg sendi
    elskaða genta eg meinti tað ei
    læs tú tað brævið eg sendi
    eg veit tað í hjartanum sveið

    2. Eg siti so eina og kúrið
    og hugsi við mær hví bar eg meg so at
    tú veit væl mín elskaða genta
    tá tú læs tað so sára eg græt