Ver vælkomið, Harrans ár, sum ber fagnaðarboð

    Nikolai Frederik Severin GrundtvigAndreas Peter Berggreen
    Orð: Nikolai Frederik Severin Grundtvig
    Lag: Andreas Peter Berggreen
    Týtt: Gudmund Bruun

    1. Ver vælkomið, Harrans ár,
    sum ber fagnaðarboð!
    Jólanátt, tá Guðs orð fór í hold,
    varð ljósið úr erva birt upp á fold.
    Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.

    2. Ver vælkomið, Harrans ár,
    sum ber fagnaðarboð!
    Páskamorgun, tá Krist reis úr grøv,
    tá sigraði lívið um lond og høv.
    Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.

    3. Ver vælkomið, Harrans ár,
    sum ber fagnaðarboð!
    Hvítusunnu tá var tað so brátt,
    at andin gav veraldar veikleika mátt.
    Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.

    4. Ver vælkomið, Harrans ár,
    sum ber fagnaðarboð!
    Harrans ár, ið ger hjørtuni glað,
    nú ber okkum gleði hvønn Harrans dag.
    Vælkomið nýar! Væl vær fagnum tær.

    Tað sótu seyðamenn á vakt

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Hans J. Højgaard

    1. Tað sótu seyðamenn á vakt
    og goymdu sínar smalur,
    alt fylgið hevði stilt seg lagt,
    ei lamb í líðum spælir,
    sjálvt varnir hundar durva smátt,
    í dølum valdar dimma nátt,
    um heimin Harrans friður.

    2. Tá lýsir bjart um fjallagrein,
    og fram ein eingil trínur,
    hans mál var milt, hans rødd var rein,
    hans andlit fagurt skínur;
    til hirðarnar hann talar so:
    «Eg beri tykkum fagnarboð,
    alt fólkið kann seg gleða.

    3. Ein frelsari nú føddur er,
    í dag til tykkum sendur,
    hin Harri Krist hann navnið ber,
    í Dávids stað – ókendur;
    men prógv fullgott tit skulu fá:
    í fjósi lágt á krubbustrá
    eitt lítið barn tit finna.»

    4. Brátt syngur einglaflokkur blítt:
    «Halleluja, hosianna!
    Guðs friður yvir verøld vítt!
    Guðs tokki millum manna!
    Og heiður veri himladrott’!»
    Men hirðarnir sær skunda brátt
    sín frelsara at skoða.

    5. Takk fái fyri jólaboð,
    tú einglaherur ljósi!
    Takk, Guð, sum elskar okkum so!
    Takk, barnið føtt í fjósi!
    So lítillátin, Harri mín,
    tú vart, – um heim nú heiður tín
    ótaldar tungur bera.

    6. Sum hirðarnir eg fara vil
    mín frelsara at finna;
    hans kærleiki mær hjálpir til
    tann frið, ið eg vil vinna.
    Hans jólaboð er besta troyst;
    av syndaskuldum sál mín loyst
    mót himli seg kann hevja.

    Signað skín rættlætis sólin

    Jóannes Patursson
    Orð: Jens Pálsson
    Lag: Heilaga stund
    Týtt: Jóannes Patursson

    1. Signað skín rættlætis sólin
    frá Ísraels fjøllum,
    sólstavir kærleikans ljóma
    frá Betlehems vøllum,
    signað um jól
    skínur Guðs miskunnar sól,
    fagnarboð ber okkum øllum.

    2. Hví er tað dapurt og dimt í tær,
    mannliga hjarta?
    Dimman og sorgin í Guðs ríkis
    ljósi ei skarta.
    Ei má tín synd,
    ei má tín fávitska blind
    byrgja tær ljósið Guðs bjarta.

    3. Kærleikans myndin hin fagrasta,
    frelsarin blíður,
    fevning Guðs miskunnar enn
    sum fyrr hjørtunum býður:
    Hvíld finnur her
    hvør tann, sum troytkaður er,
    uggan tann, sorgina líður.

    4. Kom tí, o maður, og lat ikki
    stund longur líða,
    skunda tær óræddur Drottins
    í armanna blíða.
    Heit honum trú,
    hjarta títt gev honum nú,
    lat hann ei longur tín bíða.

    5. Svør honum trúskap og svík ei
    tann ástvin í trygdum,
    savna tær fæið væl goymda
    í himnanna bygdum,
    so hjá tær sæst
    livandi trú, vón og ást,
    gakk fram í Guðs barna dygdum.

    Nú ringja klokkur jólafest

    Nikolai Frederik Severin GrundtvigChristian Matras
    Orð: Nikolai Frederik Severin Grundtvig
    Lag: Carl Christian Nicolaj Balle
    Týtt: Christian Matras
    Upprunaheiti: Det kimer nu til julefest
    Viðmerking: Upprunaliga yrktur í 1817. Lagið varð gjørt í 1850.

    1. Nú ringja klokkur jólafest,
    tær ringja inn tann høga gest,
    sum undir lágar lonir steig
    við frið og fragd á nýársleið.

    2. O, komið við til Dávids bý,
    har einglar syngja undir ský.
    Og gangið við á hagavøll,
    har hirðar hoyra Guðs boð hvøll.

    3. O, fara vit við stillum sinn’
    sum hirðarnir til barnið inn,
    við gleðitárum takki so
    for miskunn Guðs og náðiboð.

    4. O, Jesus, verøld víð og long
    til vøggu royndist tær ov trong,
    ov vesal, tó við gulli reidd
    og perlustungin, silkibreidd.

    5. Men sømdir, tign og gull á fold
    er fyri tær bert støv og mold,
    sum fjósføtt barn og reivað har
    eitt himniskt lív tú keypti mær.

    6. Heil so, mín sál, og ver nú glað
    og halt nú jól í Dávids stað,
    ja, prísa Guði hvørja stund
    við dýrdarsong av hjartans grund.

    7. Ja, syngið øll frá fjall’ at strond:
    Nú birtist ljós um skuggalond.
    Og júst sum midnátthanin gól,
    var Jákups stjørna vorðin sól.

    8. Hann kom, ættfedra vón, á vál
    við himnadóp og logamál;
    og týðir barn um tún og ong
    nú Dávids gátusjón og song.

    9. Ver smáttugestur vár og skjól,
    halt sjálvur í oss tíni jól,
    tá skal við Dávids hørpuslátt
    várt nýársljóð tær lova hátt.

    Mítt hjarta tilhald hevur

    Orð: Hans Adolph Brorson
    Lag: Carl August Nielsen
    Týtt: Axel Tórgarð

    1. Mítt hjarta tilhald hevur,
    har Jesus føddur var.
    Mín hugur hagar dregur,
    sítt mið hann hevur har.
    Har býr mín longsul inni,
    har fær mín trúgv alt gott.
    Tú fert mær ei úr minni,
    tú fagra jólanátt.

    2. Men sum tað ljóðar løgið
    og ilt at hugsa sær,
    at heimsins kongur høgi
    í fjósi borin var.
    At himins dýrd og heiður,
    Guðs orðið, ið varð hold,
    so lítla virðing eigur
    á hesi neyðar fold.

    3. Væl leitað verður eftir
    tí perlu, burt er mist;
    gimsteinur verður settur
    í gyltu krúnu vist.
    Ta búnu frukt teir grýta
    ei út sum burturkast,
    skal eg at Guði líta,
    har bara armóð sæst?

    4. Hví mundi høllin vera
    ei prýdd og skrýdd tann dag?
    So væl tað læt seg gera,
    gavst tú bert boð um tað.
    Hví vart tú ei tann drongur,
    í ljósi sveipti seg?
    Á leistum leyp hvør kongur
    tá at tilbiðja teg.

    5. Hví varð ei himin tandur
    út fyri tær sum tjald,
    hvør stjørna kynd sum brandur,
    tú himinhetja bald?
    Hví var ei opinberur
    og krubbu tíni hjá
    tann mikli einglaherur
    til vernd og verju tá?

    6. Nei, Jesus hann má liggja
    nú hesi góðu jól,
    har biddarin má tiggja
    sær vetrarvist og skjól.
    Í hoyggj hjá øðrum mátti
    hann verða lagdur tá,
    hann sjálvur ikki átti
    so mikið sum eitt strá.

    7. Ein spurvur eigur reiður,
    tað bæði trygt og gott.
    Og svalan tilhald eigur,
    har hon kann liggja nátt.
    Eitt ljón man bøli eiga,
    tá tað til hvíldar fer.
    Skal Guði ból eg reiða
    í fjósi, fremmant er?

    8. Nei, hjarta, sál og sinni
    skal nú upp latast tær.
    Her skalt tú búgva inni,
    kom, Jesus, gist hjá mær.
    Tað er ei fremmant býli,
    so dýrt tað keypti tú.
    Nú tryggur her tú hvíli
    í kærleika og trú.

    Mín sál skal Guði prísa

    Mikkjal á Ryggi
    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Mítt hjarta tilhald hevur

    1. Mín sál skal Guði prísa!
    Mín andi gleðir seg!
    Mín Guð læt náði lýsa
    og signing yvir meg!
    Til mín úr himlasali
    hann sá so milt og gløgt,
    mær lítilsverda træli
    hans hond upp lyfti høgt.

    2. O, miskunn er hans veldi!
    O, heilagt er hans navn!
    Tey hástóru hann feldi,
    tey veiku tók í favn.
    Til svong í armóðs smáttu
    hann gávur hevur sent;
    tey, sum almikið áttu,
    hann fara læt tómhent.

    3. Hvør ætt nú, ungmoy reina,
    teg sæla prísa man;
    tín sonur Krist aleina
    oss bjargan geva kann;
    heim til sín vil hann bera
    sítt fólk, sítt Ísrael,
    tær lov og prís skal vera,
    vár Guð Immanuel.

    Jólaklokkan aftur ringir

    Orð: Jakob Jakobsen
    Lag 1: Hans Jacob Højgaard
    Lag 2: Knút Olsen

    1. Jólaklokkan aftur ringir,
    kallar øll til kirkju brátt;
    lat nú alt, sum hjartað tyngir,
    hvørva burt sum myrka nátt.

    2. Stjørnur yvir okkum lýsa
    bjart sum hina jólanátt,
    vilja okkum vegin vísa
    til Várharra ljósa slott.

    3. Jesusbarnið føtt í fjósi
    barnaeygað sær so bjart,
    jólaboðið, jólaljósið
    treingja gjøgnum hjartað hart.

    4. Gongur tú á trongum vegi,
    bangnir tankar treingja inn,
    einki kann sum jólagleði
    lýsa upp títt myrka sinn.

    5. Hoyr hin væna einglasongin
    ljóða við hvørt klokkuslag,
    tá skal vónin lætta veingin
    rætt sum fyrsta jóladag.

    Hin vænasta rósan er funnin

    Orð: Hans Adolph Brorson
    Lag: Klug
    Týtt: Ókendur

    1. Hin vænasta rósan er funnin,
    á hvassastu tornum útrunnin.
    Vár Jesus, tann rósan, hon gróði,
    hvar fólk fast í syndini svóvu.

    2. Frá heiður vár spiltist hin fríði
    Guðs bílæt at bera til prýði,
    lá verøld í villu og oyði,
    í synd vit tá øll burtur doyðu.

    3. Guð rósuna læt tá fram spíra
    at reinska og bøta vár’ dýra
    í syndini sekaða gróður,
    so aftur hann verða kann góður.

    4. Øll verøld seg eigur at frøa
    og lovsálmar mangar at kvøða;
    men stutt er tann kunnleiki nomin,
    at rósan til jarðar er komin.

    5. Tit harðvunnu tistlar og dáar,
    hví halda tit tykkum so háar?
    Hví standa tit altíð so reystir
    í spillandi stórlæti festir?

    6. O, leitið at eyðmjúkum støðum,
    for Jesusi grátið á knøum!
    Tá fáa tit Jesus í talu;
    tí rósurnar vaksa í dali.

    7. Mín Jesus, tú veri í vali
    mær rósa og dýrgripur sæli!
    Tær eitrandi lystir tú oyðir,
    til kross tín meg blídliga leiðir.

    8. Lat verøld meg háða og aga,
    lat tornarnar stinga og naga,
    lat lakið tey yvir meg breiða,
    eg rósuna altíð vil eiga.

    Guðs einglar nú syngja við gleði og gleim

    Nikolai Frederik Severin GrundtvigCarl August Nielsen
    Orð: Nikolai Frederik Severin Grundtvig
    Lag: Carl August Nielsen
    Týtt: Salomon J. Joensen

    1. Guðs einglar nú syngja við gleði og gleim
    sum tey fyrstu jól
    um barnið, Guðs barn, ið var borið í heim,
    um Jesus, vár’ drott og vár’ harra.

    2. Guðs fólkið á jørð, tak nú barnið at tær
    sum tey fyrstu jól.
    Í faðirsins navni hann frið okkum bar,
    vár Jesus, vár drottur og harri.

    3. Vár Guði á hægstum nú heiðurin ver
    fyri jól so góð.
    Hann okkum av nýggjum í mynd síni ger
    við Jesusi, drotti og harra.

    Eg standi tíni krubbu hjá

    Orð: P. Gerhardt
    Lag: Johann Sebastian Bach
    Týtt: Hans Andrias Djurhuus

    1. Eg standi tíni krubbu hjá,
    o, Jesus, lívsins kelda,
    ljós lýsir tær um eygnabrá,
    upp mína sál at elda.
    Mín hugur, sál og sinnalag
    og hjarta mítt, tú taki tað,
    goym meg í góðsku tíni.

    2. Í trúgv eg biði, at tú mær,
    o, Harri, so vilt gera,
    at eg í lívi mynd av tær
    í hjartanum má bera.
    So lat meg vera krubba tín,
    verð tú í mær, o, Harri mín,
    við tíni reinu gleði.