Eg kenni hann, og hann kennir meg

    Orð: Ismar Joensen
    Lag: Eyðun á Lakjuni

    1. „Eg kenni hann, og hann kennir meg“
    – tann størsta lukka, ein sál kann náa.
    Hann sjálvur leitaði á mín veg
    og hevur reinan frá synd meg tváað.

    2. Ei so at skilja, at eg í dag
    júst eri reinur í mannaeygum,
    men tá eg komi inn í Guds stað,
    er skikkjan fullrein í blóði reyðum.

    3. Tað blóð, sum tváar vanhalgar menn,
    tað rann á Golgataheyggi niður
    og er mín reinsan og tváttur enn,
    sum Gud í orðinum sjálvur sigur.

    4. Ja, tað er rós mítt og heiður mín,
    at blóð Guds Sonar er loysigjaldið.
    Við tí vann Jesus stórsigur sín
    á deyðahøvdingans ónda valdi.

    5. Hav trúgv tí, sál mín, á krossins blóð,
    so ber tað framá á halgum vegi.
    Við tí tú stinn kanst tær bróta slóð
    og standa óskemd á evsta degi.

    6. So lat bert háða og spotta teg
    teir menn, sum líta á lærdómssnildi;
    nógv størri er, at Gud kennir meg
    og blóðsins vegna mær vísir mildi.

    7. Sjá, tað er náðin frá Harrans hond,
    er sigurskraftin, sum ber av øllum,
    er vísdómskeldan, er lív og ond,
    er tað, sum reisir meg upp av føllum.

    Fjøllini tey sterku kunnu vikast

    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Eyðun á Lakjuni

    1. Fjøllini tey sterku kunnu vikast,
    heyggjar flyta seg úr stað.
    Men Guds miskunn aldri frá tær fer,
    øll Skriftin ber jú prógv um tað.

    Niðurlag: Halleluja, halleluja!
    Lyftið er jú bygt á hann!
    Halleluja, halleluja!
    Orðið ei svíkja kann!

    2. Jørð og himmal skulu víst forganga,
    máni, sól ei vera til.
    Men Guds orð og lyfti standa føst,
    tey ævigt einki vika vil.

    3. Tá ið vit nú ríki skulu fáa,
    eitt, sum aldri verður rist,
    vilja vit tí søkja dag um dag
    Guds rættvísi og ríki fyrst.

    Við songarstokkin móður

    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Eyðun á Lakjuni

    1. Við songarstokkin móður
    eitt kvøldið settist eg,
    tá lívsins harði róður
    við ótta fylti meg.
    Men barn og móðir lógu
    – áh, yndisliga sjón –
    so friðfult har og svóvu
    – ein mynd, ið gav mær vón:

    2. Mítt lítla barn har svevur
    sín søta náttarblund,
    og hvílu Gud tí gevur
    í likam, sál og lund.
    Fullnøktað, trygt tað hvílir,
    væl vart við móður lið,
    tað stilt í dreymi smílir
    og nýtur fullan frið!

    3. Meg henda myndin lærdi:
    Eg óttast nýttist ei,
    tí Harrin meg jú vardi,
    hvørt stig mín fótur steig.
    Sum barnið nú eg hvíli
    við Harrans egnu lið,
    mót framtíðini smíli
    og njóti, Gud, tín frið!

    Kvøld

    Hans Andrias DjurhuusChristoph Ernst Friedrich WeyseBárður á LakjuniEyðun á LakjuniSunleif Rasmussen
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag 1: Christoph Ernst Friedrich Weyse
    Lag 2: Bárður á Lakjuni
    Lag 3: Eyðun á Lakjuni
    Lag 4: Sunleif Rasmussen

    1. So líðandi rennur áin,
    og hvør ein ætt verður kvirr;
    so vøkur er baldursbráin,
    sum aldri nakra tíð fyrr.

    2. Vatnið tað seyrar í ørgum,
    og døggin drívur um hógv –
    og sólin hon goymist í bjørgum –
    einsliga letur ein lógv.

    3. Einki meg nervar og harmar,
    mín sál er so still og glað;
    tí hevji eg upp mínar armar
    við tøkk fyri ljós og dag.

    Tað brenna túsund ljós í nátt

    Hans Andrias DjurhuusEyðun á Lakjuni
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Eyðun á Lakjuni

    1. Tað brenna túsund ljós í nátt,
    tey ljóma yvir breyt;
    nú verður bygt mítt dreymaslott
    og skrýtt í eydnuskreyt.

    2. Tað brenna túsund ljós í nátt,
    og tendrast túsund bros,
    og loftið verður høgt og blátt,
    og týnist dust og bos.

    3. Og túsund eygu síggi eg,
    tey eygu eru glað,
    og túsund kenslur fevna meg
    á mínum heimastað.

    4. Og alt er ljóst, og alt er gott,
    og eydnan tykist nær…
    Tað brenna túsund ljós í nátt,
    tey brenna fyri mær.

    Heima er so hjartaligt eitt orð

    Eyðun á Lakjuni
    Orð: Símun av Skarði
    Lag: Eyðun á Lakjuni
    Viðmerking: Triði partur í yrking frá 1913 til 70-ára føðingardag móður hansara.

    1. “Heima” er so hjartaligt eitt orð,
    heima er tó altíð best at vera;
    hvar á foldum falla míni spor,
    heimið eg í huga tó man bera.

    2. Tøkk, mín móðir! fyri hvørja stund,
    eg í barndómsheimi livdi glaður;
    tøkk, at tygum førdu meg á fund
    við hin góða Gud, sum øllum ræður.

    3. Tøkk, mín móðir! fyri kærleik tann,
    tygum niður í mítt hjarta løgdu;
    tá ið syndamein sár í mær brann,
    kærleikur tá sárið aftur grøddi.

    4. Tøkk, mín móðir! – Tøkk, so sigi eg,
    fyri kærleikin um allar ævir,
    hann til Gud, mín faðir, leiðir meg,
    tá útrunnin er mín lívsins dagur.

    Sum eitt summar

    Eyðun á LakjuniNiclas Johannesen
    Orð: Eyðun á Lakjuni
    Lag: Eyðun á Lakjuni og Niclas Johannesen
    Viðmerking: Staklag av fløguni “Vøkur er verðin” hjá Mariu á Lakjuni.

    1. Hugsar tú onkuntíð tankan hjá mær,
    at tú ert heppin, at mamma teg bar
    í hendan heim – her er fagurt og gott.
    – Hugurin leitar hátt.

    Niðurlag: Sum eitt summar –
    sum ein glotti gjøgnum skýggj
    vil eg skína tað frægasta, eg kann.
    Á, eg vil lýsa,
    ynski hýsa
    tí allarbesta, eitt mannabarn nú kann.

    2. Hugsar tú nakrantíð tankan hjá mær,
    lukka tað er – eg kann gleðast við tær.
    Ja, tað er longsulin á míni leið,
    ljós mítt, tað kámast ei.