Lat okkum taka saman

    Orð: Eyðun Eliasen
    Lag: Fípan Fagra
    Viðmerking: Henda brúðarvísan gjørdist vinnari av brúðarvísukappingini hjá Slái Ring í 2013.

    1. Lat okkum taka saman
    og út á gólvið stíga,
    til at heiðra brúðarparið,
    sum nú læt seg víga.

    Niðurlag: Komið nú øll –
    fólk frá nær og fjar,
    Upp á gólv at heiðra hetta brúðarpar!

    2. Sum siður er í Føroyum
    ein slíkan brúdleypsdag,
    trína vit í brúðardans
    í góðum veitslulag.

    3. Her veitslugestir røða,
    her eru øll so glað.
    Nú vit vilja kvøða
    um tykkar hjúnalag.

    4. At leggja ástir saman
    frá ungun árum av,
    tað er okkar náttúra,
    sum Skaparin oss gav.

    5. Í parlagi so nýggjum
    øll flúgva móti ský
    á ljósareyðum skýggjum
    – har sveima eina tíð.

    6. Sum tíðin undan gongur,
    alt fellur meir til ró.
    Bæði kennast betur
    og gerast meir enn góð.

    7. Tá leitar fram tann dreymur,
    sum ikki nýtist orð:
    tað at seta føtur
    undir egið borð!

    8. So hugaligt er altíð
    at rigga reiðrið til,
    hugna um og fríðka,
    tá bæði draga til.
    9. So gott at ganga saman
    trúlovaði og glað.
    Eggjar ástarglæman
    tó inn í hjúnalag.

    10. Tá kærleikin hann ræður,
    er hjúnarlagið rætt.
    Í kærleika at semjast
    tað mangan kennist lætt.

    11. At verja hjúnalagið
    og liva tað so reint,
    mugu tit nú bæði –
    og halda tí á beint.

    12. Um mótburður vil herja,
    og alt gerst tungt og grátt,
    tá tit mugu verja
    um hjúnalagið gott.

    13. Í álvara og gaman,
    tit livi nú sum eitt,
    so fær ástarglæman
    allar fløkjur greitt.

    14. Tað at vera maki,
    og tað at vera par,
    tað skal geva rúm til
    at svara hvør í sær.

    15. Tað at vera maki,
    og tað at vera par,
    er at fáa kærleika
    og geva hann frá sær.

    16. Við álit á hvønn annan
    øll hjún seg føla best.
    Tað má galda bæði
    og vera treytaleyst!

    17. Við tolsemi og virðing
    ein maki byggir brýr,
    dregur fram tað besta,
    hann følir í sær býr.

    18. Um tvístøða fær valdið,
    og øðin ráða skal:
    leitið hjálp hjá øðrum,
    sum skilja tykkum væl.

    19. Tað, maður ikki megnar,
    og kvinna heldur ei,
    tað kann Guð í himlinum
    venda rætta leið.

    20. Tann sanni Guð í himli
    á øllum hevur ráð.
    Hann vil tykkum hjálpa,
    tá tit hann heita á.

    21. Tá løtur kennast svárar,
    og angist um seg ger,
    tá er gott at vita,
    at Guð hin sami er.

    22. Vit tykkum báðum ynskja,
    at eydnan fylgja skal,
    og at hjúnalagið
    hjá tykkum gongur væl.

    23. Við vón um alt tað besta
    og Harrans ríka frið,
    ynskja vit nú báðum
    og hjúnalagnum við.

    24. Nú brúðarvísan endar –
    í góðum veitslulag
    ynskja vit “tillukku”
    við degnum her í dag!