Tí vil eg hoppa og dansa

    Orð og lag: Eyðun Jacobsen

    Tá eg hugsi um Teg Gud
    tá fyllist eg við gleði
    tá eg hugsi um alt tað,
    tú hevur gjørt fyri meg
    um hvussu Tú meg frelsti
    og loysti meg úr leinkjum
    tá fyllist mítt hjarta,
    við takksemi til Tín.

    Tí vil eg hoppa og dansa
    gleðast í Tær,
    tú hevur frelst meg
    nýtt lív gavst Tú mær
    ja eg vil hoppa og dansa
    og gleðast í Tær
    tín deyði á krossinum bjargaði mær.

    Mín sál bundin var,
    men Tú hevur loyst meg.
    Og nú hevur satan
    einki vald á mær.

    Faðir, eg klári ei

    Orð og lag: Tommy Brandt
    Týtt: Hervør á Torkilsheyggi
    Upprunaheiti: Till You Start Walking

    Faðir, eg klári ei
    jú mítt barn, tú ger,
    tí Eg eri tín styrki
    og verja tín her.

    Faðir eg skilji ei
    á jú mítt barn, í trúgv,
    um tú á Meg vil líta
    eingin roynd er ov drúgv.

    Eina tú í trúnni,
    fjallið flyta kann,
    um tú bara biður,
    tær hjálpir Hann.
    Dýrdarger Mítt navn,
    á øllum tínum leiðum,
    so sært tú lív títt tað broytist
    tá tú livir í trúgv.

    Faðir, sig mær nær
    á mítt barn, í dag,
    royn tínar veingir
    og vit flúgva avstað

    Men Faðir, hvar fari eg?
    Barn mítt Eg leiði teg,
    liv tað, tú talar
    tá tú vísir teim veg.

    Einans eitt trúarstig,
    og trúgvin veksur frí.
    Ger tú tað, tú talar um
    og signingin er tín.

    Tú ert í mær og eg í Tær

    Orð og lag: Eyðun Jacobsen

    Tú ert í mær og eg í Tær
    So trygt at vita, at Tú ert nær
    Sjálvt um brøtt mín brekka mangan er
    Hvørt fótafet Tú leiðir á mína ferð

    Tú ert mín lívd tá stormar herja
    Í hvørji kreppu, Tú ert mín verja
    Tú ert mítt álit tá alt meg svíkur
    Kenni Tín kærleika, tryggur ríkur

    Skilji ei alt sum møtir mær
    Tykist sum eingin tørv mín sær
    Gott tá at vita at eyga títt
    Sær alt sum tyngir hjarta mítt

    Hvat eri eg, uttan Teg
    Hvør kann tá beina meg á veg
    Eingin sum Tú mín Gud, leiða kann
    meg heim til sæla lívsins land.

    Sælur eg eri, tí Tú ert mín
    Ein dag eg flyta skal, heim til tín
    Æviga bústað mín síggja eg skal
    Eingin ótti og alt er væl

    Mín kærleiki til Tín Gud

    Orð og lag: Eyðun Jacobsen

    Mín kærleiki til Tín Gud,
    gerst størri dag um dag.
    Mítt hjartans hægsta ynski er,
    at lív mítt skal dýrmeta Teg
    at lív mítt skal dýrmeta Teg.

    At liva nær hjá Tær,
    er heilsubót og lív hjá mær
    at liva nær hjá Tær

    Tí bara Tú ert mín Kongur
    og bara Tú ert mín Gud
    Eg prísi, æri og tilbiði Teg
    Tí, Tú ert tann Tú sigur Tú ert
    Ja, Tú ert tann Tú sigur Tú ert

    Um tung mær mong ein løta var

    Orð og lag: Eyðun Jacobsen

    1. Um tung mær mong ein løta var,
    tú, Harri, altíð vart mær nær.
    So gott tað var, tá tíð var vánd,
    at kenna tína sterku hond.

    Niðurlag: Hvønn dag, hvørt stig
    tín hond meg leiða vil,
    inntil eg skal
    í sæla himmalstað
    í ævir syngja fagnaðarlag.
    Hvør løta sæl tað verður ein dag.

    2. Tín hond meg leiðir fram á leið,
    og fíggindan eg óttist ei.
    Tú um meg setur verjugarð.
    Eg tryggan kenni meg hjá tær.

    3. Tá náttin kemur, og eg skal
    til hvíldar leggjast, veit eg væl,
    at verndarhond tín henda veg
    til fulnar heim skal leiða meg.

    4. Takk, Jesus, fyri sælan frið,
    og fyri tína náði við.
    Mín synd varð søkt í djúpa hav,
    og lívið ævigt tú mær gav.

    Tað var ein tíð

    Orð og lag: Eyðun Jacobsen

    Tað var ein tíð, í bróstið hjarta brendi
    Tín kærleiki til Jesus sterkur var
    Og hvønn ein dag, Guds nærveru tú kendi
    Tú kendi Hann í andanum so nær.

    Við streingjaleiki Gud tú vildi æra
    og spældi mangt eitt vakurt lovsongslag
    Tú sang tín sang um frelsara tín kæra
    Hann sum tær nýggja lívið vann ein dag

    Men hvat var tað sum fekk alt til at kølna
    Hvat fekk teg til at ganga aðra leið
    Hvat gjørdi so at títt lív fór følna
    Hvat gjørdi at tú nýggjar gøtur steig

    Ei longur tað í hjarta tínum brennur
    Tín kærleiki til Jesus horvin er
    Guds nærveru tú ei í bróstið kennir
    Og eingin bøn úr hjarta longur fer

    Ei longur syngur tú til Harrans æru
    Ei longur spælir tú eitt lovsongslag
    Og Hann tú segði ei tú vildi svíkja
    Er gloymdur, ei tú leggur stórt í tað

    Hvat batar tær at njóta heimsins gleði
    Og missa tað, ið áður var tær kært
    Tú gloyma vilt, at hjarta títt var fegið
    Ta tíð, tá tú í Gudi glaður vart

    Hví letur tú ei heimsins tónar tagna
    Hví vendir tú ei heim til Faðir tín
    Hann tá við opnum ørmum vil tær fagna
    Og varða teg í alla ævitíð

    Kom heim og syng lovprís til dýrdarkongin
    Kom heim og spæl títt vakra lovsongslag
    Úr munni, hjarta lat tú sigursongin
    Nú ljóma frá tær heilt til síðsta dag

    Eg eigi ein vin

    Orð og lag: Kristina N. Hansen

    Eg eigi ein vin,
    sum ongantíð svíkur.
    Óansæð nær og hvar
    so er Hann hjá mær.

    Um eg kenni meg einsamalla,
    kann eg tosa við Gud.
    Eg líti á Hann,
    mín vinur Hann er.

    Mín forsyrgjari og lækni.
    Hann er skapari heimsins,
    byrjanin og endin,
    Guds fullkomna Lamb.
    Hann er mín faðir,
    og Hann elskar meg.

    Vilt tú eiga ein vin,
    sum ongantíð svíkur.
    Óansæð nær og hvar
    so er Hann hjá tær.

    Um tú kennir teg einsamallan,
    kanst tú tosa við Gud.
    Lít bert á Hann,
    tín vinur Hann er.

    Tín forsygjari og lækni.
    Hann er skapari heimsins,
    byrjanin og endin,
    Guds fullkomna Lamb.
    Hann er tín faðir,
    og Hann elskar teg.

    Ein kelda rennur

    Orð: Ann Ballard
    Týtt: Eyðun Jacobsen

    Ein kelda rennur við lívsins vatni
    hon floymir frá Guds kærleikshond
    Ja, Hann er keldan við lívsins vatni
    ein kærleiksflóð, knýtir ævig bond

    Kom til tað keldu, við lívsins vatni
    tín tysta sál kann drekka frítt
    lívsins vatn frá henni floymir
    hvíldarstaður so reinur bíðar tær

    Í tí keldu, er lívið ævigt
    har sorgartár gerast gleðistár
    har er miskunn, fyrigeving
    størri kærleik’ tú aldri fann

    Á ferð vit eru mót ljóssins strond

    Orð og lag: Ókendur
    Týtt: Hanus Hansen

    Á ferð vit eru mót ljóssins strond,
    har stormur ei ýlir sum her,
    og Frelsarin rættir okkum hond,
    og aldri vit skiljast sum her.

    Eg søki ei stuttleika foldum á,
    men heiminum sigi farvæl.
    Mær leingist mín hvíta búna fá,
    tá inn gjøgnum portrið eg skal.

    Mær leingist mín Frelsara síggja har,
    á foldum hann einaferð gekk.
    Ígjøgnum tað orð, hann okkum bar,
    eg frelsu og gleði fekk.

    Sig, vilt tú við mær heim á ljóssins strond,
    vel Jesus sum Frelsara tín,
    og rætt honum tína veiku hond,
    hann leiðir teg trygt heim til sín

    Eg vil krýna Teg

    Orð og lag: Eyðun Jacobsen

    Eg vil krýna Teg
    Sum Konga Kong
    Eg vil krýna Teg
    Sum Harra
    Eg vil krýna Teg
    Sum Konga Kong
    Eg vil krýna Teg
    Sum Harra

    Í daprasta myrkri,
    Tú ert mítt ljós
    tá leiðin er torfør
    Tú vísur mær kós
    har sum alt er svart
    skínur ljós Títt bjart
    gjøgnum alt
    Tú leiðir meg framm

    Ein dag skal eg síggja
    Títt andlit Gud,
    bert gleði og frøði
    hvør undurfull stund
    eingin sjúka meir
    eingin plága meir
    eg um ævirnar
    prísa Tær skal.