Ivi

    Anker Eli PetersenTerji RasmussenEyðun Nolsøe
    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen og Eyðun Nolsøe

    Kvøldið rennur út,
    dimma hálvalýsið
    liggur millum teg og meg.
    Alt er sagt og gjørt,
    allar gøtur gingnar,
    tíð at fara hvør sín veg.
    Náttin murrar syrgin við tær og mær,
    unnir okkum ongan frið.

    -Og í eygunum á tær,
    rennur ivin til og frá,
    vóru allar leiðir royndar?

    Náttin fer framvið,
    bleikir mjørkaflókar
    reka yvir land og hav.
    Ískøld morgundøgg prentar tínar slóðir,
    enn eitt æviskeið er av.
    Sum ígjøgnum runnið glar
    kámast tú
    burt úr huganum á mær.

    – Men sum tíðin skríður fram,
    rennur ivin til og frá,
    vóru allar leiðir royndar? (her)

    Summarmynd

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe

    Eg møti tær í býnum ein fagran summardag
    í blusu niður á nalvan og kjóla uppum knæ
    sum tú riggar væl stórt smíl um eyguni
    takk í líka máta, tú svarar brosandi
    vit vála eftir gøtuni, steðga av og á
    vit eiga allan dagin og luftin er so blá
    vit orka ikki bilar ikki asfalt og betong
    vit vilja njóta sólina, trø og fuglasong

    Ein pallur er á gøtuni fólk er savnað her
    vit kunnu hoyra tónleik og ókeypis tað er
    “summargestir” spæla sjálvt ommur murra við
    og børnini í býnum fitt og buldralig
    á einum trappusteini tey ungu halda frí
    ein heitan munn á kaffistovu ‘hvat brúkar tú útí’
    tey selja ís á horninum, hvat sigur tú til tað
    lítla ella stórabjørn, sig nei ella ja

    ..eg kenni meg sum bjørnina sum á vetri fekk ein lúr
    – ið er vaknað úr dvala og gongur nú ein túr
    skinnið tað er friðað so hon kann hugna sær
    og vera sum eitt villfólk uttan djóragarð

    Gluggar vísa vegin inn í mótaparadís
    og vit verða vøkur um vit gjalda dagsins prís
    í móta ella mentan vit eru líkaglað
    vit eiga okkum sjálvi og hendan pena dag
    men undir somu sólini, sum vermir nú so væl
    her búgva vit so saman eitt lítið túsundtal
    í býnum síggjast einsom og nýforelskað pør
    ímillum gráar jakkar tíni beru lør

    Tað skuggar fyri sólini og luftin gerst so kám
    men tínir fittu kjálkar hava nú so frískan dám
    tað tynnist nú á gøtuni vit fara heim til mín
    har bjóði eg ein franskan rætt og borðreiði við vín
    um sólin nú fer niður tað brennur enn í mær
    í tendring er mín máni og Venus er so nær
    sum endurskyn tín glæma í morgin aftur sær
    vit eru smáar sólir ið ferðast viða hvar

    Protest

    Orð: Eyðun Nolsøe og Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Vilt tú síggja, sært tú heimin
    veruleikin er ein daglig hóttan
    men vakurt eins og roðin yvir havið
    er viljin til at burturbeina óttan

    ..vilt tú hugsa frítt
    so kanst tú gera títt
    tí eingin skal siga
    nær tú skalt tiga

    Skalt tú stýrast – Føroyar seljast
    fólkini og fjøllini tú elskar
    til ravnarnar, ið búgva her á landi
    teir spotta teg kalla teg rebelska

    ..NEI tú kanst hugsa frítt
    og eisini gera títt
    tí eingin skal siga
    nær skalt tú tiga

    Eg sá teg vera millum okkum
    í kravgongu ein gráan dag í fjør
    og tonkti, – sjálvt tær allarminstu føtur
    eiga rætt at ganga her á jørð

    ..vit vilja ganga við
    vit eiga rætt til frið
    at skapa at læra
    at spyrja og svara
    ..ja fleiri ættarlið
    miljónir syngja við
    og ongin skal siga
    at vit skulu tiga

    Millum mussarnar

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Eg siti nú í míni egnu verð
    og tónar ljóða enn í kvirruni her
    í einsemi við tonkum enn einaferð
    eg hyggi út
    og leingist brátt til næstu ferð
    dansur er
    og vit bæði dansa rock í millum mussarnar

    Og kvøldið kemur sum ein dreymaverð
    nú rúmið fult av fólki er
    eg hugsi nær fert tú at steðga á
    og síggi tá
    eini eygu vend ímóti mær
    – sum tú lær
    tá vit bæði dansa raggie millum mussarnar

    Í tínum eygum goymir seg ein glóð
    sum prát og tankar okkum saman dró
    “tað lív eg havi eiga onnir í”
    eg spyrji hví
    – og regnið svarar farið heim
    kjansur er
    og vit bæði dansa samba
    millum droparnar
    millum mussarnar
    millum droparnar…

    Gerandislag

    Orð: Eyðun Nolsøe og Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Bilar í býnum vindur og skrið
    endaleys ferðslan strýkur framvið
    nývakin fólk ein dagur afturat
    kemur og er og heldur uppat

    Standi í skýli rembi mær á
    heilsi av gomlum vana uppá
    mannin ið sópar burt pappír og skør
    til morgunin varliga tveitir sítt slør

    Í mjørka og sirmi gyklast myndir
    sum liva og lætta sær á
    gandaðar kenslur bylgjast fram
    langt burt’ herfrá

    Roykur og larmur gerandislag
    hjólini mala aftur ídag
    fetini tungu asfalt og os
    úr eldrinum tryllandi látur og tos

    Í mjørka og sirmi gyklast myndir
    sum liva og lætta sær á
    gandaðar kenslur bylgjast fram
    langt burt’ herfrá

    Eg vil nema við reinan svørð
    um hann framvegis finst her á jørð
    enn eiga vit lív
    og enn týna vit lív…

    Kvøldardøggin

    Orð: Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Nú tá ið kvøldardøggin leggur seg á kinnar
    mjørkaflókar reka móti húsunum í nátt
    tagnaður er songur og slóknað eru ljós
    mín vón í myrkri fer
    langt langt út í hesa tokuna

    Tí nú tá ið várið bleiv til náttarfrost og vetur
    eitt túsundtal av spírum sluppu ei at næla frítt
    studentaróð og sangur á fólksins Tian Am Men
    gerst náttin svørt í Kina
    styttist stund til aftur morgun er

    Ja nú tá ið skaldið skuldi blóma innaní mær
    og pennurin hvest tey orðini ið siga sum tað er
    gleðin skuldi grógva har ið sól úr havi steig
    og kærleikin í menniskjum ein vón sum aldri doyr
    men á hjørtum liggja fannir og kenslan er sum stál
    um valdið tað er gamalt
    eitt kúgað fólk vil altíð reisa seg

    Morgun og ein glæma lýsir inn í myrkar krókar
    ísfjøll eru ikki longur mark ímillum lond
    hugur mín reikar víða í mjørkanum í nátt
    og skerjast mínir veingir
    eg flúgvi til eg ikki orki meir

    Mítt land

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Eg var føddur í hesum landi
    her stormarnir herja títt
    úr einum reinum og ríkum havi
    hevja tindar og fjøll seg frítt
    her syngi eg mínar sangir
    um nætur í gleði og ró
    um sorgarfullar dagar
    hjá okkum og hesari tjóð

    Eg vil liva
    fyri kærleikan eg fái frá tær
    eg vil liva
    sum ein spurningur í krevur eitt svar

    Eg vaks upp í hesum landi
    her tað mangan er kalt og grátt
    og prát sum okkum dámar
    tað er ongantíð ov smátt
    tey sum einki eiga
    skulu ikki hava meir
    hóast byrðan altíð lætnar
    um vit bera hana fleir

    Eg vil liva
    fyri kærleikan eg fái frá tær
    eg vil liva
    sum ein spurningur í krevur eitt svar

    Eg havi búð í hesum landi
    tá tað sprettur á hvørjari ong
    og skip leggja tung at landi
    eg fagni væl teirra fong
    mær kenslur í barminum brenna
    Føroyar og fólkið her býr
    má frælsi vera tín arvur
    ein gáva ómetalig dýr

    Eg vil liva
    fyri kærleikan eg fái frá tær
    eg vil liva
    sum ein spurningur ið krevur eitt svar

    Afrodite

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Eg vildi bara síggja teg
    eg vildi ikki meir
    eg gekk ein túr eg trongdi til
    og kom framvið hjá tær
    men myrkrið kom brátt yvir meg
    og tók meg í sín favn
    í vindinum eg vardi
    at eg teskaði títt navn

    So um tú bjóðar mær ein heitan munn í kvøld
    við livandi ljósi og tónleiki vit verða ikki køld

    Eg fái ei tín kærleika
    men ynski mær títt smíl
    og látur tá eg vitji teg
    sum hóskar til tín stíl
    bert næturnar í einsemi
    eg hugsi títt um teg
    tað er sum hesar kenslurnar
    tær vilja køva meg

    Men sig mær góða hvat tað er
    ið skilur okkum at
    sum vinir ella elskandi
    hví halda vit uppat
    og eru kenslur døggdropar
    sum skyggja har tú sært
    ein vøkur sjón sum hvørvur
    tá ið sólin sær á alt

    So um tú bjóðar mær ein heitan munn í kvøld
    við livandi ljósi og tónleiki vit verða ikki køld

    Ja bjóðar tú mær inn í tína instu heitu verð
    kann Afrodite smílast um vit hugna okkum her

    Í tínum tonkum

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Send mær ein tanka á tínum vegi
    eina heilsu ið gleðir ein vin
    eg var jú partur av tínum degi
    í náttina beyð tú mær inn
    tín stílur – tín sjarma – tín styrki
    og tíni smíl til dagin – og fólk í býnum

    Eg trúði í tær uppá lívsins summar
    til stórkavi segði seg
    eydnan var meira enn spæl og nummar
    um várið tú takkar fyri teg
    tú hevði góðar grundir – og skilti væl
    eg hevði svárar stundir – teg elskaði

    Kanska eitt kvøld er til okkum bæði
    eg sakni tín kropp og títt snýð
    práta um alt sum er og hendi
    vit eru ung og eiga tíð

    tann kærleikin sum kólnar
    er sum ein tornað rósa, ta hon følnar
    mítt blómubarn

    so um eg komi at vitja havi eg
    ongar blómur við

    Hvítar flykrur

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Hvítar flykrur leggja seg á greinar
    træið skal nú hvíla eina tíð
    flykrur seta seg á mínar herðar
    og eg kenni myrkan vetur
    sum nú býr í mær
    sakni ein eg elski
    sakni ein eg elski so

    Eri eg sum hvíta vakra træið
    sum í kulda bíðar eftir sól
    veit at allar flykrur munnu bráðna
    koma til mín vøkur minni
    skilji mína sorg
    sakni ein eg elski
    sakni ein eg elski so

    Skilji hví eg leingist
    sakni ein eg elski
    sakni ein eg elski so