Á, um vit

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Á, um vit eru í góðum lag
    á, um vit verða í betri lag
    tankarnir liva um órætt og hungur
    men hvør hevur megi at broyta um tað

    Á, um vit eru í ringum lag
    á, um vit gerast í verri lag
    hvar eru vinir sum stimbra og eggja
    og hvør fer at hugsa um onnur enn seg

    Á, um vit eru so líkaglað
    á, um vit ganga í sama lag
    ferðast í flokkum, men spjødd innaní
    er hetta lív sum ein meining er í

    í hesum heimi sum bløðir av neyð
    men krútið í vápnum gerst ongantíð breyð

    Lat okkum royna í frægasta lag
    at fylkjast og mennast hvønn tann einasta dag
    so lætta vit skýggjum og birta ta vón
    at aftur skal hómast ein vakrari sjón

    har blómurnar grógva og børnini spæla
    úr okkara hjørtum skal kærleikin næla

    Rósa

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe

    Rósa er nú ferðaklár, vit fylgja henni á leið,
    hon sleingir glað ein síðsta muss, og skipið fer frá kei,
    umborð er hýrurin góður, á sjónum er púra slætt,
    Rósa finnur sítt kamar og fer upp á aðru hædd.
    Tónleikur í barrini “Toi et moi, on dance?”
    hansar’ djúpu brúnu eygu vekja hennara ans (..)
    so væl, sum blómurnar anga, dansar Rósa kát,
    til hon kyssir ein vanga, tey setast niður til prát

    Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
    sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
    her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

    Hann sigur frá síni søgu á fronskum, so frætt sum hann kann,
    eg búgvi nú í Belgia, mítt land er Afganistan,
    eg var júst fyltur fjúrtan, og lítið eg fataði tá,
    eg átti tveir eldri beiggjar, eg hoyrdi, las og sá,
    tað komu túsundtals hermenn frá grannum í “norðeyst”,
    og Rósa, kennir tú nakran, sum vil hava slíkan gest.
    Í bardøgum mist havi eg landsmenn, eg sjálvur fór í eksil,
    og hóast eg búgvi í útlegd, til land mítt eg heimaftur vil.

    Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
    sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
    her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

    Rósa sá seg sjálva spæla við á og sand,
    sum barn var heimurin bygdin, sum ung eitt oyggjaland,
    nú hevði hon hug at ferðast, út at síggja seg um,
    og luftin kann vera vøkur, um tú siglir úr mjørkanum.
    Men undir tí bláa himli er stríð, armóð og neyð,
    í dølum og fjallalíðum er kampur um frælsi og breyð,
    í vatni og ljósi hvør blóma, sum sleppur at vaksa í frið,
    kann Rósa tað besta bert vóna fyri sítt ættarlið.

    Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
    sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
    her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

    Eg vil liva í tí landi, har mín kensla sterkast er,
    sum ein vinur, sum ein frændi, sum kemur og er á ferð
    her heima, í Evropa og úti í stóru verð.

    Sangur til tína jørð

    Orð: Eyðun Nolsøe og Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    1. Tað er eitt stað
    ið eg mangan leiti til
    eitt heim er tað
    sum eg altíð elska vil
    – har eru øll vælkomin

    2. Um heimsins høv
    eru vit eitt fólkaslag
    ímillum lond
    vil eg steðga enn ein dag
    – og bjóða vælkomin

    3. Sum vitjandi í hesum heimi
    so veitst tú av at
    eisini tú mást verja tína egnu jørð
    – tína egnu jørð
    – tína egnu jørð

    4. Og tá ið vit
    vilja sansa tíð og stað
    eg hugsi tá
    at eg vil elska teg hvønn dag
    – og tú ert vælkomin

    Jesus Escuan

    Orð: Ola Nordskar / Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Ein mánamorgun
    tíðliga juni 85
    til arbeiðis pápin fer
    gevur børnunum ein muss
    Hvat hendi síðani
    kann ongin siga frá
    hann kom ikki heimaftur
    er ei sæddur síðan tá

    Uttan úrslit leitaðu
    og mótleyst tóktist alt
    tá var ein lítil vón
    fingu loyniligt fortalt
    ein ið var leyslatin
    hevði sæð hann til forhoyr
    og hann kendi andlitið men
    visti ikki meir

    Tey skrivaðu til fongslið
    fingu onki aftursvar
    Er hann deyður nú harra leiðari
    ella veitst tú um hann er livandi

    Børnini faðirleys
    ein kvinna uttan mann
    hann eitur Jesus Escuan

    Um Escuan var brotsmaður
    ella vanligt arbeiðsfólk
    um hann framdi yvirgang
    helt seg til ein annan bólk
    tað er líkamikið
    hann sum onnur tú og eg
    skal fáa rættargongd
    og verju fyri seg

    Ein syrgilig ballada
    neyvan nakran enda fær
    hóast Escuan er burtur enn
    stendur hansar lagna uttan svar

    Vilt tú vita hvat sum hendi
    skriva spyr um hann
    hansar navn er Jesus Escuan

    Uttanumtos

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Eg møtti tær og spurdi teg um støðuna í dag
    um tað sum bylgist innaní og hendir víða hvar
    um arbeiðið og kærleikan tú svarar mær beint sum tað er
    um børnini og sparingar sum svíða heima her

    Men hvat siga tey sum stýra
    í Føroyum her í dag
    uttanumtos, oh uttanumtos, oh uttanumtos

    Vit miða móti hæddunum men sleppa ei úr botninum
    vit seta okkum luksusmál og røkka síðan eingi mál
    í skipamálum hvørva okkar’ síðstu súru oyru
    og tey sum hava oyslað mest tey skulu vinna meir

    Og hvat siga vit sum búgva
    í landinum til tað
    uttanumtos, oh uttanumtos, oh uttanumtos

    So skiltust vit ta ferðina
    á varrum brunnu orð
    í hjarta kendist longsilin
    at fylgja tíni spor
    at standa móti órætti
    í talu sum í gerð
    og verja hesa troyttu tjóð
    á hennar’ vandaferð

    Men tosar tú um líkarætt so rópa teir um vinningsrætt
    og elvir tað til mannamun vit eru deiliga immun
    so mjørkin legst um tindarnar og fjalir okkar’ oyggjaland
    á virkjum og á havinum hvar endar alt mítt móðurland

    Men hvat siga tey sum stýra
    í Føroyum her í dag
    uttanumtos, oh uttanumtos, oh uttanumtos

    Til tey stressaðu

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Eg síggi tykkum skunda tykkum inn í tykkar’ dag
    eg síggi tykkum smárenna stunandi avstað
    eg síggi bagatellirnar sum stressa tykkum, ja
    eg síggi enntá sorgirnar um hendan dagligdag

    Nær flenna tit nær elska tit nær eru tit í topp
    nær klemmast tit nær hugsa tit at nú má vera nokk
    nær síggja tit í eyguni eitt lítið nervasjokk
    sum kemur óansæð – um tit ei siga stopp

    Kom og verið meira vakin
    kom og dansið meira nakin
    kom og haldið meira saman
    kom og steðgið á for tramin

    Eg siti nú um dagarnar og hugsi hvat er rætt
    um tykkum yvirstressaðu sum vilja upp á slætt
    eg skilji tykkar’ støðu og eg veit tað ei er lætt
    fyrr enn fyrsta miljónin fær alt at ganga púra glætt

    Hóast rákið er til høgru
    eru hjørtuni til vinstru
    tí eingin sleppur undan at
    verja okkara minstu

    Borðið uttan skugga

    Orð: Anker Eli Petersen
    Lag: Terji Rasmussen

    Hetta er ein lítil marru verð,
    allir súrir tankar trívast her,
    allar brostnar vónir savnast saman um
    borðið uttan skugga.

    Her er hvørki gleði ella bros,
    her er bara mutl og mentað tos,
    ongin gleðisrómur hoyrist rundan um
    borðið uttan skugga.

    So um tú heldur, at júst tú sleppur undan,
    so er tað tí tú ikki kennur okkum væl,
    tí alt tú skapar, skulu vit traðka undir
    borðið uttan skugga.

    Okkar heimur er ein døpur verð,
    mentanin er sum ein jarðarferð,
    bara tungir tankar ferðast rundan um
    borðið uttan skugga.

    So um tú heldur, at júst tú sleppur undan,
    so er tað tí tú ikki kennur okkum væl,
    tí alt tú skapar, skulu vit traðka undir
    borðið uttan skugga.

    Vit trívast best við okkar myrka borð,
    sita trygt og oysa gall og gor
    yvir tey, ið ikki sita saman um
    borðið uttan skugga.

    Ljós

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Nú er myrkt men eitt lítið ljós
    blaktrar í stovuni hjá mær
    ikki má tað slókna nú
    so eg seti meg við borðið
    stari inn í flógvan loga
    og skuggar frá ljósinum hugtaka meg

    Meðan tankar um góðar løtur
    millum vinir har friðarpípan brann
    tá ið kvøld á degi vann

    Tí vil eg í hesi nátt
    tendra øll ljósini herinni
    beri varin glæmuna
    inn í fleiri myrkar krókar
    gevi nýggjum veikum megi
    og nú er mín stova so upplýst og heit

    Meðan tankar um góðar løtur
    millum vinir har friðarpipan brann
    tá ið kvøld á degi vann

    Brot og vandasker

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Í luftini kenst kuldarák
    og dagar styttast her
    summarið er farið nú
    og fuglur flogin er
    eftir standa húsini
    og stara tóm á rað
    teir gomlu undir neystinum
    tyggja sína skrá

    Práta men skilja ei tað
    at vit reka so miðleys her
    millum brot og vandasker

    Fiskur svam á grunninum
    og fullan førning bar
    fuglurin í bjørgunum
    í túsundtali var
    men vælferð okkar loyvdi
    eitt oyðirák framat
    av kraddarlyndi tjóðin skjótt
    skuldarbundin sat

    Hvør hevði ætlað tað
    at vit reka so miðleys her
    millum brot og vandasker

    Harra formaður eg skilji ei
    hvussu tað ber til
    at tey lótu okkar ríkidømi
    søpla uttan skil
    at tit trúðu spekulantum
    og prísa teimum enn
    og vænta at vit gjalda fyri
    slíkar haldilsmenn

    Sum práta og skilja í dag
    at vit reka so miðleys her
    millum brot og vandasker

    Á ferð í hesum heimi

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Á ferð í hesum heimi úr vøggu og í mold
    Í tráan eftir øllum tí eg vil
    At kína tínum holdi og kyssa tíni bróst
    Er stjørnustund um enn tó bert eitt bil

    Ver hjá mær mín góða
    Lán mær koss á kinn
    tína fjálgu nærveru
    Eg fegin tríni inn
    Tú og eg á ferð í hesum heimi

    Eg mangan havi undrast á tað ið eyga sær
    Av vakurleika fyllist upp mín sál
    Hvør skapningur og blóma væl trívast saman her
    Sum hevur alt sítt egna endamál

    Her hjá tær mín kæra
    Rennur saman alt
    Úr fyrndini, úr girndini
    Ta leið vit hava valt
    At fylgjast okkar gylta æviskeið

    Á fríum føgrum flogi í brimi millum sker
    Har tilveran er uttan trygdarnet
    Møttust okkar eygu sum stjørnur himni á
    Rúnarbundin varin fótafet

    So ver hjá mær mín góða
    Lán mær koss á kinn
    tína fjálgu nærveru
    Eg fegin tríni inn
    Tú og eg á ferð í hesum heimi