Vegaðu gøtur teir vitru menn

    Orð: Karsten Hoydal
    Lag: Eyðun Sørensen
    Viðmerking: Yrktur umleið 1960

    1. Vegaðu gøtur teir vitru menn
    hugaheims vegleysa landi,
    gudrøknar sálir, gudleysir menn,
    sami var ylheiti andi –
    ódnarhugur í aldatal
    fór um so víðar grundir,
    leitaði framá og vardi væl,
    at ei gróðu gøturnar undir.

    2. Sálin støðugt í kvøld og trongd
    søkir hitt rætta og sanna,
    roynir seg sjálva og stjørnugongd,
    havdýpsins loynd at kanna,
    fær ikki náðir á síni ferð,
    so leingi sum fjøld av myndum
    er ikki greind og opinber,
    men hølist í myrkri og blindum.

    3. Men, tá ið ríkir níðingsøld,
    støðið tað undan ryður,
    orð leika leys so hørð og so køld,
    sannroyndir bundnar niður,
    tá veldst um vitskuna, nær og hvar
    at skilja ósatt frá sonnum,
    at geva órætti aftursvar
    og at dugna neyðstøddum monnum. –

    4. Ymsir av lyndi og ættarlag
    unglingar her komnir saman
    stundandi hóma ein nýggjan dag,
    lýsir so vónrík glæman –
    stigin á leiðini fyrstu spor,
    búnast skal hugur og blóma,
    beina í brøðralag verk og orð
    Føroyum til framburðs og sóma.

    Minni um Jákup Dahl

    Orð: Karsten Hoydal
    Lag 1: Eyðun Sørensen
    Lag 2: Hans Jacob Højgaard

    1. Her løgdu frægir inn av nýggjum,
    teir gjørdu garðar, reistu búgv;
    hjá teim, sum upp úr nýggjum brutu,
    tað stóð um tolni, stóð um trúgv.

    2. Í einsemi teir bygdu landið,
    og tíðan verk var illa lønt,
    tann gleðin ikki untist mongum
    at síggja gerðið fagurgrønt.

    3. Men tú, sum arvar dyrkað lendi,
    minst til, hvør grønur teigur er
    ein ogn, sum lívið í tær eigur,
    tað veldst um teg, um bøur ber.

    Songur til studentaskúlan

    Orð: Karsten Hoydal
    Lag 1: Hans Jacob Højgaard
    Lag 2: Eyðun Sørensen
    Viðmerking: Yrktur umleið 1960.

    1. Landið, eg bar við mær inn um skúlagátt,
    tað livnaði og vaks í mínum huga
    tey fyrstu ár, tá bæði stórt og smátt
    var fyri eygað undurverk at skoða,
    tá átti grótið lív og tinnuglóð,
    Ein stjørnuglæma stóð úr hvørjum broti,
    mín sál var gróðrarmikil, kvæm og góð,
    so fríð og glað sum grønur keldutroti.

    2. Landið! Fjøll og strendur, ber og veðurbrýnd
    og líðir, dalar við so ljósum yndi,
    og fólkið – fjøld av ættarliðum týnd
    á tíðarhavi – skapaðu mítt lyndi,
    á hesum lendi gróðursett mín sál
    skal menna seg og mátt úr bókum súgva,
    í lívsins bjargalendi søkja mál
    so djarvt sum orð og mannahugsan flúgva.

    3. Havið, eg bar við mær inn um skúlagátt,
    tað hav so víða fløtur sínar breiðir,
    á sveimi hugur bæði dag og nátt
    við teim, sum fóru fjarar skipaleiðir.
    Er land mítt lítið, so er verðin stór,
    og veking elva havsins løg og sangir,
    ein rødd av høvunum at hjarta fór,
    gav míni stóru langtan sterkar veingir.

    4. Lívið! Dýra undur eg var lutur av,
    eitt ævinleikaboð av magn’ og anda,
    sum skelvur gjøgnum loft og jørð og hav
    við ljósi, myrkri, vøkstri og við vanda,
    tað stutta bil, tú streymar gjøgnum meg,
    eyðmjúkur hugur mín skal opin vera,
    í skapninginum øllum tekkja teg
    og tær í verki sátt og sømdir bera.