Tey boð nú ljóða himni frá

    Orð: Jákup Dahl
    Lag: Gamalt føroyskt sálmalag

    1. Tey boð nú ljóða himni frá:
    Halleluja, halleluja,
    eitt barn er føtt her foldum á.
    Halleluja, halleluja.

    2. Tað barn er Harrin Jesus Krist,
    halleluja, halleluja,
    Guðs miskunn hevur heimin gist.
    Halleluja, halleluja.

    3. Í smáttu og á armóðs strá,
    halleluja, halleluja,
    har himins kongasonur lá.
    Halleluja, halleluja.

    4. Fyrr tíðindi ei hoyrdust slík:
    Halleluja, halleluja,
    av fátækt hans vit gerast rík.
    Halleluja, halleluja.

    5. Tey boða um Guðs faðirs náð,
    halleluja, halleluja,
    so heljardjúp, so himinhá.
    Halleluja, halleluja.

    6. Tey boða um tann hjálparmann,
    halleluja, halleluja,
    sum øllum hjálpa vil og kann.
    Halleluja, halleluja.

    7. Sum turkar burt hvørt sorgartár,
    halleluja, halleluja,
    sum grøða kann hvørt syndasár.
    Halleluja, halleluja.

    8. Sum endar neyð, sum gevur grið,
    halleluja, halleluja,
    sum veitir trygd og hjartafrið.
    Halleluja, halleluja.

    9. Nú ringi allar klokkur hátt,
    halleluja, halleluja,
    tí sæl og góð er jólanátt!
    Halleluja, halleluja.

    10. Nú syngi lov hvørt mannamál,
    halleluja, halleluja,
    hvørt hjarta glatt, hvør bjargað sál!
    Halleluja, halleluja.

    11. Hin bjarta stjørna stendur hátt,
    halleluja, halleluja,
    sum lýsir gjøgnum heimsins nátt.
    Halleluja, halleluja.

    12. Guð fái lov, tí hvørji jól,
    halleluja, halleluja,
    av nýggjum rennur lívsins sól!
    Halleluja, halleluja.

    Nú birtast túsund jólaljós

    Orð: Emmy Köhler
    Lag: Trad.

    Nú birtast túsund jólaljós
    í hesi myrku stund,
    og túsund onnur glógva nú,
    á himna bláu grund.

    Og yvir bý og land í kvøld
    fer jólaboð av stað,
    at føddur Harrin Kristus er.
    Tí eru vit so glað.

    Tú stjørna yvir Betlehem,
    á, lat títt milda ljós
    nú lýsa inn við friði og vón
    í vára heim og hús.

    Í hvørt eitt hjarta tungt og myrkt,
    tín glæma lýsi blíð,
    ein glæma av Guðs kærleiks lind,
    í hesi jólatíð.

    Mítt hjarta tilhald hevur

    Orð: Hans Adolph Brorson
    Lag: Carl August Nielsen
    Týtt: Axel Tórgarð

    1. Mítt hjarta tilhald hevur,
    har Jesus føddur var.
    Mín hugur hagar dregur,
    sítt mið hann hevur har.
    Har býr mín longsul inni,
    har fær mín trúgv alt gott.
    Tú fert mær ei úr minni,
    tú fagra jólanátt.

    2. Men sum tað ljóðar løgið
    og ilt at hugsa sær,
    at heimsins kongur høgi
    í fjósi borin var.
    At himins dýrd og heiður,
    Guðs orðið, ið varð hold,
    so lítla virðing eigur
    á hesi neyðar fold.

    3. Væl leitað verður eftir
    tí perlu, burt er mist;
    gimsteinur verður settur
    í gyltu krúnu vist.
    Ta búnu frukt teir grýta
    ei út sum burturkast,
    skal eg at Guði líta,
    har bara armóð sæst?

    4. Hví mundi høllin vera
    ei prýdd og skrýdd tann dag?
    So væl tað læt seg gera,
    gavst tú bert boð um tað.
    Hví vart tú ei tann drongur,
    í ljósi sveipti seg?
    Á leistum leyp hvør kongur
    tá at tilbiðja teg.

    5. Hví varð ei himin tandur
    út fyri tær sum tjald,
    hvør stjørna kynd sum brandur,
    tú himinhetja bald?
    Hví var ei opinberur
    og krubbu tíni hjá
    tann mikli einglaherur
    til vernd og verju tá?

    6. Nei, Jesus hann má liggja
    nú hesi góðu jól,
    har biddarin má tiggja
    sær vetrarvist og skjól.
    Í hoyggj hjá øðrum mátti
    hann verða lagdur tá,
    hann sjálvur ikki átti
    so mikið sum eitt strá.

    7. Ein spurvur eigur reiður,
    tað bæði trygt og gott.
    Og svalan tilhald eigur,
    har hon kann liggja nátt.
    Eitt ljón man bøli eiga,
    tá tað til hvíldar fer.
    Skal Guði ból eg reiða
    í fjósi, fremmant er?

    8. Nei, hjarta, sál og sinni
    skal nú upp latast tær.
    Her skalt tú búgva inni,
    kom, Jesus, gist hjá mær.
    Tað er ei fremmant býli,
    so dýrt tað keypti tú.
    Nú tryggur her tú hvíli
    í kærleika og trú.