Sum ein tjóvur á nátt, kemur Jesus so brátt

    Orð: Finnbjørn Hansen

    1. Sum ein tjóvur á nátt, kemur Jesus so brátt,
    tá ið dagur á jørð fer at halla!
    Inn í okkara tíð, sæst Hann koma í ský,
    øll tey frelstu til Himmals at kalla!

    2. Tá skal mangur, sum nú situr tryggur í búð,
    seg í vónloysi seta at stara;
    tí tá løtan upprann, sum galt lív fyri hann,
    var hann ikki til reiðar at fara!

    3. Hygg, teir stóru á jørð, hava drigið sítt svørð,
    skjótt ein altjóða vígvøll vit skoða!
    Alt tað hatur og bann, sum í hjørtunum rann,
    skal tá tendrast í alljósan loga!

    4. Tey, sum liva í dag, skulu ásanna tað,
    at hvør stuðul hjá teimum skal falla!
    Tey, sum tá søkja frið, fáa ei meir vent við,
    tí Guðs Andi er givin at kalla!

    5. Sum ein tjóvur á nátt, kemur Jesus so brátt
    fyri tann, sum ei vakir og biður!
    Tó er vón enn eitt bil, fyri hvønn tann, sum vil;
    vel tí Hann áðrenn sólin fer niður!

    Summar í Føroyum, hvat er nú tað

    Orð: Finnbjørn Hansen

    Summar í Føroyum, hvat er nú tað –
    Stormur og regn hvønn tann einasta dag.
    Baljan hjá Frits bóltar rút eftir bønum
    Luftin avtaglað við fúkandi hønum.

    Summar í Føroyum, hvat er nú tað –
    Far út í túnið og fá tær eitt bað
    Flúgvandi keppar og flaksandi kjólar
    Kódnaðar grillir og koppaðir stólar.

    Summar í Føroyum, hvat er nú tað –
    Skríggjandi skarvar, í havsneyð á rað
    Flýddur av landinum, hugtungur náti.
    Danskir turistar í sjóheitum gráti.

    Summar í Føroyum, tøgn undir lon
    Bóndin er farin til songar við gron
    Fjósið á tremur av føroyskum regni
    Tarvurin gurglandi liggur við hegnið.

    Summar í Føroyum, hvat er nú tað –
    Kavað í bakkan, á Selatrað
    Einaferð enn, hildin heilt fyri gjøldur
    Snorandi gæs, deprimeraði tjøldur.

    Summar í Føroyum, tað er nú tað
    Sum vit í faldarum, bert hava sæð
    Til alt Guds held verður veturin skjótur
    Hann er so erligur, um hann er ljótur.