Hini einastandandi

    Orð: M.C. Restorff
    Lag: M.C. Restorff og Hans Poulsen

    Eina, aleina saknar hon bros og eitt samband søtt.
    Eina, aleina vildi hon líkindi bøtt.

    Starvið fjálgar hon samvitskufult,
    meðan avbyrgt einsemi er hildið dult:
    eymar kenslur og hjartatrá
    sakna støðugt eitt samspæl uttanífrá.

    Kaffi ger heitan – hann gánar í blað,
    einki breggjar hann sær á nøkrum stað.
    Smírist nóg illa og nikkar so dánt,
    nú so mangur um blíðskuna heldur hánt.

    Einsamur, eina saknar hann bros og eitt betri lag.
    Einsamur, eina knúlvar hann smeitar á rað.

    Bíblian boðar kærleiksfull bond:
    “Vitjið einkjur og faðirleys í teirra trongd!”
    Og hon umrøður Jesus, sum einsamur gekk,
    svikin, vrakaður, særdur – til á krossi hann hekk.

    Hann veit av royndum, hvat einsemi er,
    eyma samkenslu Hann við sær ber,
    harmar hvørt kind, sum er slept upp á fjall,
    og hann hartar tann, sum er øðrum til fall.

    Heimbýli yðja av støkum í dag,
    nøkur vilja tað so – íðan, hann, hon um tað!
    Øðrum leingist sáran eftir tí hond,
    sum av einslistum tvinna vil vinabond.

    Støkum leingist, sakna eitt bros og eitt kærleiks brá.
    Einsamøll, eina reika mong foldini á.

    Funnu tey saman, ið langtast her, broyttist til gaman mangt í verð!
    Áh, hvør undurgerð: unnustar á hátíðarferð.

    Sólskinsvísa

    Finnur KobaHøgni Fabraberg
    Orð: Georg L. Samuelsen og Finnur Koba
    Lag: Høgni Fagraberg og Finnur Koba

    Sum sólin hægst á lofti vó,
    sítt gull mær vildi læna,
    rann hugmóð gjøgnum merg og blóð
    fram til tann dag, eg sá hana.

    Úr dalsins skugga fram hon steig,
    sum dá úr vársins fløtu,
    og nýljós feldi á mína leið
    dróg meg í somu løtu.

    Hon gav mær alt, hon gav mær seg
    at festa í lagnu mína,
    við aðra sól ei býti eg,
    tvey eygu, sum í míni skína

    Úr dalsins skugga fram hon steig

    Úr dalsins skugga burt hon steig,
    sum dá úr vársins fløtu,
    og myrkrið feldi á mína leið
    á ársins fyrstu løtu.

    Gloym meg ei

    Finnur Koba
    Orð og lag: Finnur Koba

    Gongur har í tíni egnu verð,
    stúrir fyri at verða innistongdur.
    Kroppurin gevur tekin, sigur frá,
    at tíðin er búgvin at taka eitt skeið inni har

    Seksuella ræðslan hevur ongan aldur.
    Mánalýsið stingur eins og fyrr.
    Hasin kenslusami dagurin er taldur
    sov í frið í nátt.

    Áh nei, ein eitt ørvitisskeið
    við tablettum og kitlum, tað má vera ein onnur gongd leið.
    Áin er breið, grætur allar tínar tankar,
    bei, mín vinur, bei, gang tína egnu leið.

    Seksuella ræðslan hevur ongan aldur…

    Men ein avbrendur málningur ger ei av við meg.
    Ein baksíða er bindandi og kann ei rennast frá.
    Men tað stendur á skrift, eitt ævigt droppandi gift,
    sum minnir teg á at gloyma meg ei;
    Gloym meg ei.

    Seksuella ræðslan hevur ongan aldur…

    Eins og onnur nógv medmenniskju

    Orð og lag: Finnur Koba

    Eg, eg trúgvi ikki uppá meg
    eg havi einki álit á mær sjálvari meir
    Eg, eg trúgvi ikki uppá teg
    tú ger tað verri enn tað var

    eg kenni meg ikki aftur í tí
    tú yrkir um meg, eg skilji ei hví
    tú gloymir tað góða har heima

    og eg kenni meg illa snýtta av tí
    tú lovaði at flyta inn í mín bý
    men tú endaði heima á Varða.

    Eins og onnur nógv medmenniskju
    hevur tú eitt serligt pláss í mínum hugaheimi og mínum hjarta
    Men beint nú, noyðist tú at vera so.
    Noyðist tú at fesjast so.

    So, so er tað nú
    eg kláraði ikki okkum meir
    Eg, eg trúgvi ikki uppá Guð
    hann kann aldrin vera eitt svar

    Eg trúgvi ikki uppá, at nakað størri enn eg
    kann taka syndirnar uppá seg og fara sín veg
    tað kanst tú ikki meina.

    Men eg trúgvi uppá, at tú hevði møguleikan tá
    og tú spilti hann burt, tá flogfarið lætti sær á
    og lat meg vera heima – aleina.

    Eins og onnur nógv medmenniskju…

    Hví tímir tú ongantíð tað sama sum eg
    Hví tímir tú ongantíð at gera nakað við meg
    liggur bara í songini og svevur
    stendur bara í gongini og gremur teg.
    Kanst tú ikki vera normal?

    Grótharðir Vestmenningar

    Orð og lag: Finnur Koba

    Norðanfyri Válin – eitt serligt fólkaslag
    so leikandi lætt eitt lyndi hevur tað
    fitt sum eitt smálamb og tolið sum eitt træ
    til hondbóltsdyst trúfast avstað

    Sum Fossá mussaskøðið ein turran summardag
    vit lata armar og beinini heldur siga tað:

    Vit eru grótharðir vestmenningar
    at vinna dyst er okkar’ felags mið
    Vit eru grótharðir vestmenningar
    og VÍF er okkar’ blá gula lið

    Skjótari enn haran; tað er ikki at standa fyr’
    vit fáa bert frið í fimta gear
    eitt álop uttan náði, og verjan er massiv.
    Síðsti skansin hevur stongt sínar dyr

    vit berjast fyri lívinum – stig fyri stig.
    Men gleppur eitt úr hondunum, so gerst ikki við.

    Vit eru grótharðir vestmenningar….

    Er fótbóltur á skránni, fer bygdin øll í svart
    ein bóltur skal kastast, tað hava vit jú lært.
    Í hjørtunum býr liðið, ið okkum er so kært
    í høllini rópa vit hart.

    tá dysturin er liðugur, fara vit raggandi avstað
    við okkar’ seiðbundna vinnandi gongulag

    Vit eru grótharðir vestmenningar…

    Gentukæti

    Orð: J.P. Gregoriussen
    Lag: En dejlig ung ridder

    1. Her nógv er at gera, ein fær ikki frið,
    á landsbygd at vera nú leiðist mær við;
    at sópa undan neytum og til at kryvja seið
    og bera tøð og tara, o nei! og nei! o nei!
     
    2. Men Havnin, men Havnin, tann deiliga Havn!
    so fegin eg gevi meg inn í tín favn;
    tú vermir mítt hjarta, eg verði so fjálg;
    á landsbygd alt stinkar av livur og tálg.
     
    3. Til Havnar vit fara við trá’ og við nál;
    at seyma vit læra og til at taka mál,
    vit seyma um dagin, um kvøldið eru frí’ –
    so út at «spasera» runt um tann heila bý.
     
    4. Seks og sjey um kvøldið fer maskinan undir lás;
    so fara vit í handlarnar at keypa okkum stás
    og tyggja sjokolátu, piparmynt og bombom;
    á landsbygd tey eta sýrulegg og hvonn.
     
    5. Á landsbygd har brúka teir kubbarnar enn;
    í Havn ganga unglingar klæddir sum menn
    við hvítum mansjettum og gullknøppum í,
    á landsbygd! á landsbygd, á fý! fý! fý! fý!
     
    6. Á keiini hjá Østrøm har síggja vit tá
    øll skipini tey duffa á Vestaru vág;
    skipsmenninir teir ferðast við bátum út og inn,
    tá ræður um , tá ræður um at halda seg svinn.
     
    7. So møtast vit, so heilsast vit og biðja góðan dag;
    um «fýrin» á Borðuni – so «snakka» vit um tað;
    teir víða hava farið, teir vita alt so væl,
    so lagaligir eru teir í orð og í tal’.
     
    8. So lið um lið vit fara ígjøgnum býin tá,
    har lyktirnar tær lýsa í myrkastu vrá;
    «butikkirnar» um kvøldarnar tær lýsa sum sól,
    í mínum hjarta er tað, sum altíð tað var jól.
     
    9. Ja, eru vit við handlarnar, vit biðja góða nátt,
    so áarvegin taka vit, har vakurt er og gott,
    við Havnarskansa hvíla vit, tað «yndiga» stað,
    vit sita har so fegin til alljósan dag.
     
    10. So seyma vit, so tæna vit, vit gera ditt og datt,
    vit gera einki annað, enn hvat vit finna rætt,
    so hopa vit, so gleðast vit – tann sak er jó klár,
    vit sjálvar verða «frúur» um eini tvey trý ár.
     
    11. Ja, mínir tankar flúgva, teir flúgva víða fram,
    eg veit vist, eg fái alt verðsins stás og kramm,
    ja, perlur og blomstur at seta í mítt hár
    og smáar spælidukkur hvørt einasta ár.

    Vak meg

    Finnur Jensen
    Orð og lag: Finnur Koba

    Eg veit, at tú ert til.
    Eg havi sæð teg og títt eygnabrá.
    Og eg veit, hvat tú vilt;
    men tað er bara tað, at tú mást siga frá.

    Tí tann, ið stendur í stað,
    fær einki upp í lag.
    Tá hin so rýmir avstað,
    er náttin blivin til dag.
    Og so endar tað,
    men ei um tú kanst.

    Vekja meg,
    lata meg kenna, at eg eri til.
    Og elska meg,
    lata meg elska uttan skil.
    Tí mítt hjarta er blivið hert
    av at bíða eftir tí, sum er vert
    at takast við.

    Hvør veit, hvat tað verður til?
    Hvør sær inn í sálina?
    Tað ber ikki til,
    tá ið tvey velja at drála tað.
    Tað verður ei við longd,
    um tú ei vísir tína trongd.
    So tak tá mína hond,
    tá ið eingin er í nánd.
    So renna vit saman inn í mongdina
    og finna útav, um tað brestir ella ber.

    Vekja meg…

    Men er tað ov tíðliga at lata seg úr?
    Tá ið heilin hungrar eftir einum øðrum?
    Nei, hann skal bara venja seg við okkurt nýtt.
    Og tú skalt

    Vekja meg…

    Rennisangurin

    Finnur Jensen
    Orð og lag: Finnur Koba

    Eg renni, eg renni
    runt um meg sjálvan.
    Eg brenni, eg brenni,
    sunt fyri heilan.

    Sjálvt um eg renni dag um dag,
    merki eg einki til tað.

    Eg royni, eg royni
    at renna til eitt annað stað.
    Men eg, men eg
    fái einki ikki upp í lag.

    Tí sinnið ynskir at koyra í mynstur.

    Er tað eingin í hesi verðini,
    sum kann slíta mína ringu rás?
    Steðga mær, so eg kann beina meg inn á ein annan teig?
    Er tað eingin, sum sær, at eg keði meg
    og vil bíta í eina aðra gás?
    Hjálpa mær at endurfinna mína lívsins leið?

    Ein, eg ikki kenni, kenni,
    rennir aftanfyri meg.
    Og eg fornemmi, fornemmi,
    hon rennir skjótari enn eg.

    Sjálvt um eg øki mína ferð,
    sama ger.
    Gævi eg dugdi kynstrið
    at snara til vinstru.

    Er tað eingin í hesi verðini…

    Tað brennir, tað brennir
    undir mær.
    Hon flennir hon flennir.
    Kanska lívið lær

    Oyrasund

    Finnur Jensen
    Orð og lag: Finnur Koba

    Hon
    tekur sær ikki av mær.
    Eg-eri deyð húð,
    sum darlar á baki.

    Von
    við at hava meg uppi á sær;
    men heima við hús,
    ein moli á laki

    Pilka meg av,
    av tær
    Tími ikki meir
    at liggja í skeið.
    Eg vil bara sova út.

    Slepp mær avstað
    av hesum stað.
    Luftin hørð,
    viljin sum smør.
    Eg orki ikki meir
    at treingja til ein ordiligan blund
    á Oyrasund

    Blint
    er gestsins eyga.
    Ikki fyrr enn í flogfarinum heim,
    at lukturin sigur spar fimm
    Illsint óansæð,
    hvussu hon er vend og drejað.
    Gevur varandi mein,
    hvørja ferð eg hálist inn

    So krøk meg av,
    av tær.
    Eg tími ikki meir
    at siga við teir,
    at eg hati ein, sum mær dámar.

    So slepp mær avstað
    av hesum stað.
    Oyruni mør
    av okkar’ krígshumør.
    Eg orki ikki meir
    At føla meg sum flongdan hund
    á Oyrasund.

    Kanska er tað ikki tær, tað er galið við
    men okkurt gamalt agg millum meg
    og Keypmannahavn.
    Kanska vart tú bara ein innskotin setningur,
    áðrenn punktum verður sett við hennara navn.
    Bara ikki í Keypmannahavn

    Pilka meg av…

    Viðurkenning

    Finnur Koba
    Orð og lag: Finnur Koba

    Láturligheit
    Tig, góða elska meg
    Hygg framvið
    Ligg framvið
    Tað man fara at laða seg
    Gleði meg

    Ynkeligheit
    Sig, hvussu man gremur seg
    Stig fyri stig
    Lið um lið
    Tað man fara at laða seg
    Keði meg

    Lat hana fara avstað, lat hana x 8

    Lat hana fara avstað, lat hana x 8

    Kerligheit
    Tú brennur meg
    So heit so heit
    Ger fortreð
    Men eg veit, at hon elskar meg
    Elskar hon meg?