Summarmynd

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe

    Eg møti tær í býnum ein fagran summardag
    í blusu niður á nalvan og kjóla uppum knæ
    sum tú riggar væl stórt smíl um eyguni
    takk í líka máta, tú svarar brosandi
    vit vála eftir gøtuni, steðga av og á
    vit eiga allan dagin og luftin er so blá
    vit orka ikki bilar ikki asfalt og betong
    vit vilja njóta sólina, trø og fuglasong

    Ein pallur er á gøtuni fólk er savnað her
    vit kunnu hoyra tónleik og ókeypis tað er
    “summargestir” spæla sjálvt ommur murra við
    og børnini í býnum fitt og buldralig
    á einum trappusteini tey ungu halda frí
    ein heitan munn á kaffistovu ‘hvat brúkar tú útí’
    tey selja ís á horninum, hvat sigur tú til tað
    lítla ella stórabjørn, sig nei ella ja

    ..eg kenni meg sum bjørnina sum á vetri fekk ein lúr
    – ið er vaknað úr dvala og gongur nú ein túr
    skinnið tað er friðað so hon kann hugna sær
    og vera sum eitt villfólk uttan djóragarð

    Gluggar vísa vegin inn í mótaparadís
    og vit verða vøkur um vit gjalda dagsins prís
    í móta ella mentan vit eru líkaglað
    vit eiga okkum sjálvi og hendan pena dag
    men undir somu sólini, sum vermir nú so væl
    her búgva vit so saman eitt lítið túsundtal
    í býnum síggjast einsom og nýforelskað pør
    ímillum gráar jakkar tíni beru lør

    Tað skuggar fyri sólini og luftin gerst so kám
    men tínir fittu kjálkar hava nú so frískan dám
    tað tynnist nú á gøtuni vit fara heim til mín
    har bjóði eg ein franskan rætt og borðreiði við vín
    um sólin nú fer niður tað brennur enn í mær
    í tendring er mín máni og Venus er so nær
    sum endurskyn tín glæma í morgin aftur sær
    vit eru smáar sólir ið ferðast viða hvar

    Satyagraha

    Orð og lag: Rani Nolsøe

    Ongantíð eru rúmini
    so meiningsleys og køld og deyð
    sum tá veikar hendur taka um
    rimarnar í umgyrða tey

    Og ongantíð stara tómari hesir køldu gluggar
    tá eygu harinni bert síggja eitt vet
    av teirra stolna landi

    Har fólkarøddin tagnað er
    í uniformum og fastari takt
    har tann fríi tankin eins og hataður er
    sum øll tey ið best burdi tagt

    Tó okkara lív vaks ikki har
    sólin av stongslum slóknað er
    vit bera heldur dreymarnar
    enn veruleikan sum hann er

    Men aldri eg havi skammast so
    og í vreiði sæð mangan mannavin
    frá Mahatma Gandi til Luther King
    í meiningsloysi forfarist so

    Har fólkarøddin tagnað er
    í uniformum og fastari takt
    har tann fríi tankin eins og hataður er
    sum øll tey ið best burdi tagt

    Protest

    Orð: Eyðun Nolsøe og Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Vilt tú síggja, sært tú heimin
    veruleikin er ein daglig hóttan
    men vakurt eins og roðin yvir havið
    er viljin til at burturbeina óttan

    ..vilt tú hugsa frítt
    so kanst tú gera títt
    tí eingin skal siga
    nær tú skalt tiga

    Skalt tú stýrast – Føroyar seljast
    fólkini og fjøllini tú elskar
    til ravnarnar, ið búgva her á landi
    teir spotta teg kalla teg rebelska

    ..NEI tú kanst hugsa frítt
    og eisini gera títt
    tí eingin skal siga
    nær skalt tú tiga

    Eg sá teg vera millum okkum
    í kravgongu ein gráan dag í fjør
    og tonkti, – sjálvt tær allarminstu føtur
    eiga rætt at ganga her á jørð

    ..vit vilja ganga við
    vit eiga rætt til frið
    at skapa at læra
    at spyrja og svara
    ..ja fleiri ættarlið
    miljónir syngja við
    og ongin skal siga
    at vit skulu tiga

    Millum mussarnar

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Eg siti nú í míni egnu verð
    og tónar ljóða enn í kvirruni her
    í einsemi við tonkum enn einaferð
    eg hyggi út
    og leingist brátt til næstu ferð
    dansur er
    og vit bæði dansa rock í millum mussarnar

    Og kvøldið kemur sum ein dreymaverð
    nú rúmið fult av fólki er
    eg hugsi nær fert tú at steðga á
    og síggi tá
    eini eygu vend ímóti mær
    – sum tú lær
    tá vit bæði dansa raggie millum mussarnar

    Í tínum eygum goymir seg ein glóð
    sum prát og tankar okkum saman dró
    “tað lív eg havi eiga onnir í”
    eg spyrji hví
    – og regnið svarar farið heim
    kjansur er
    og vit bæði dansa samba
    millum droparnar
    millum mussarnar
    millum droparnar…

    Í tínum tonkum

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Send mær ein tanka á tínum vegi
    eina heilsu ið gleðir ein vin
    eg var jú partur av tínum degi
    í náttina beyð tú mær inn
    tín stílur – tín sjarma – tín styrki
    og tíni smíl til dagin – og fólk í býnum

    Eg trúði í tær uppá lívsins summar
    til stórkavi segði seg
    eydnan var meira enn spæl og nummar
    um várið tú takkar fyri teg
    tú hevði góðar grundir – og skilti væl
    eg hevði svárar stundir – teg elskaði

    Kanska eitt kvøld er til okkum bæði
    eg sakni tín kropp og títt snýð
    práta um alt sum er og hendi
    vit eru ung og eiga tíð

    tann kærleikin sum kólnar
    er sum ein tornað rósa, ta hon følnar
    mítt blómubarn

    so um eg komi at vitja havi eg
    ongar blómur við

    Eg visjón

    Orð og lag: Rani Nolsøe

    Nú er morgun og regnið vætir ein vetrartroyttan bý
    havsbrúnnar kámast í tokuni
    og minka mín heimliga heim
    men hóast verðin er nógv nógv størri enn hesin dagur er
    so eri eg alt og onki í míni tíð

    Og regnið larmar og slær á rútin hendan tíðin minnir meg á
    tann menniskjaliga leiklutin
    úr Eden til mínar dagar og kanska Holocaust
    og tað skuldu vera vit sum tey einastu ráddu her
    vit sum sáddu og góvu áðrenn vit fingu vald
    og her siti..
    eg við lívinum, við visjónunum
    og onkrum kjansi afturat
    sum allir tykjast og forfarast
    eg spyrji til hvat

    Men skútan stevnir og hjólið melur – vit taka ein dag ísenn
    ongin hugsar um dagin í morgin
    vit skammast jú yvir leivdirnar frá ígjár
    ..eg rópi hart út í regnið – orð, meðan tokan fjalir meg
    og vejli at trúgva tað framvegis finst ein vegur út
    tí her livi..

    Eg við lívinum, við visjónunum
    og onkrum kjansi afturat

    Sangur til tína jørð

    Orð: Eyðun Nolsøe og Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    1. Tað er eitt stað
    ið eg mangan leiti til
    eitt heim er tað
    sum eg altíð elska vil
    – har eru øll vælkomin

    2. Um heimsins høv
    eru vit eitt fólkaslag
    ímillum lond
    vil eg steðga enn ein dag
    – og bjóða vælkomin

    3. Sum vitjandi í hesum heimi
    so veitst tú av at
    eisini tú mást verja tína egnu jørð
    – tína egnu jørð
    – tína egnu jørð

    4. Og tá ið vit
    vilja sansa tíð og stað
    eg hugsi tá
    at eg vil elska teg hvønn dag
    – og tú ert vælkomin

    Til tey stressaðu

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Eg síggi tykkum skunda tykkum inn í tykkar’ dag
    eg síggi tykkum smárenna stunandi avstað
    eg síggi bagatellirnar sum stressa tykkum, ja
    eg síggi enntá sorgirnar um hendan dagligdag

    Nær flenna tit nær elska tit nær eru tit í topp
    nær klemmast tit nær hugsa tit at nú má vera nokk
    nær síggja tit í eyguni eitt lítið nervasjokk
    sum kemur óansæð – um tit ei siga stopp

    Kom og verið meira vakin
    kom og dansið meira nakin
    kom og haldið meira saman
    kom og steðgið á for tramin

    Eg siti nú um dagarnar og hugsi hvat er rætt
    um tykkum yvirstressaðu sum vilja upp á slætt
    eg skilji tykkar’ støðu og eg veit tað ei er lætt
    fyrr enn fyrsta miljónin fær alt at ganga púra glætt

    Hóast rákið er til høgru
    eru hjørtuni til vinstru
    tí eingin sleppur undan at
    verja okkara minstu

    Dupultsong

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Hygg nú var hon hvít og rein
    lat seg í so fína
    segði tú og hugdi út
    og farið er at skýma..

    men tú ert eisini rein sum snjó
    og hárið fagurt glansar
    varrarnar sum hjartablóð
    og allar kenslur dansa

    hóast kavin liggur tjúkkur nú
    yvir bø og ong so er tað sum í tropunum
    í okkara dupultsong

    Tað sum dagur ikki sá
    kann náttin ofta hoyra
    segði tú og streyk mær blítt
    og beit meg lætt í oyra

    hóast kavin liggur tjúkkur nú
    yvir bø og ong so er tað sum í tropunum
    í okkara dupultsong

    Dagar fáa ofta rós
    tá sól til víðar fer
    men tú mín góða
    ikki fyrr enn morgun aftur er

    hóast kavin liggur tjúkkur nú
    yvir bø og ong so er tað sum í tropunum
    í okkara dupultsong