Nýggjur vetur

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Nú følna tey smáu veiku bløð á greinunum
    bíða til næsta hvirla fer at taka tey
    summarið er nú sum eitt gamalt menniskja
    heystið sum eitt frískt nátúrligt barn

    Siti við gluggan hyggi út á gøturnar – so tómar tær eru
    gevi mær lítið far um hesa árstíðina – sum komin er
    hugsi at kuldin ið livir millum menniskju
    skapar hesa friðleysu tíð

    Vælkomin nýggi ungi vetur
    í tínum frísku vindum kann eg anda mátt
    vælkomin nýggi ungi vetur
    tað býr altíð ein onnur tíð í tær

    og í várinum, í summarinum, í heystinum

    Onga blómu ynda tey svongu – tá várið er
    politiskir fangar síggja ikki sólina – tá summarið kemur
    tey fátæku sáddu, hvussu bleiv við grøðini, tá heystið kom
    og er ein atomvetur í nánd

    Hvør dálkar land og hav – alt árið runt
    hvør týnir fólk og fæ – alt árið runt
    hvør sendir ungar menn í kríggj – alt árið runt
    nær kemur ein árstíð fyri okkum øll

    Vælkomin nýggi ungi vetur
    við vónum um eitt vár, har vit aftur planta lív
    við boðum um eitt styrkjandi summar
    og eitt rættvíst og fruktabært heyst

    eitt vár, eitt summar, ein vetur næsta ár
    eitt heyst, ein vetur, eitt vár og summar í mong ár

    Hvítar flykrur

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Hvítar flykrur leggja seg á greinar
    træið skal nú hvíla eina tíð
    flykrur seta seg á mínar herðar
    og eg kenni myrkan vetur
    sum nú býr í mær
    sakni ein eg elski
    sakni ein eg elski so

    Eri eg sum hvíta vakra træið
    sum í kulda bíðar eftir sól
    veit at allar flykrur munnu bráðna
    koma til mín vøkur minni
    skilji mína sorg
    sakni ein eg elski
    sakni ein eg elski so

    Skilji hví eg leingist
    sakni ein eg elski
    sakni ein eg elski so

    Á, um vit

    Orð og lag: Eyðun Nolsøe

    Á, um vit eru í góðum lag
    á, um vit verða í betri lag
    tankarnir liva um órætt og hungur
    men hvør hevur megi at broyta um tað

    Á, um vit eru í ringum lag
    á, um vit gerast í verri lag
    hvar eru vinir sum stimbra og eggja
    og hvør fer at hugsa um onnur enn seg

    Á, um vit eru so líkaglað
    á, um vit ganga í sama lag
    ferðast í flokkum, men spjødd innaní
    er hetta lív sum ein meining er í

    í hesum heimi sum bløðir av neyð
    men krútið í vápnum gerst ongantíð breyð

    Lat okkum royna í frægasta lag
    at fylkjast og mennast hvønn tann einasta dag
    so lætta vit skýggjum og birta ta vón
    at aftur skal hómast ein vakrari sjón

    har blómurnar grógva og børnini spæla
    úr okkara hjørtum skal kærleikin næla

    Kendar gøtur

    Rani Nolsøe
    Orð og lag: Rani Nolsøe

    Eg gangi kendar gøtur
    og barnaminni vitja meg
    tey kveikja eina farna tíð
    eg hugsi tí um teg

    Tú vart bøur og opið tún
    fjøra, vág og neyst
    tú vart barnaleikur mín
    um vár summar og heyst

    Tú vart eisini ferð mín
    inn í ein løgnan heim
    í honum standi eg nú
    hann løgnari er enn tá
    hann hevur fullskapað meg
    men ongin sær longur teg

    Og nú eg havi mist teg
    er tað tíðin sum skapar teg
    sum eitt minni ið reikar
    dreymum mínum í

    Zelot

    Rani Nolsøe
    Orð og lag: Rani Nolsøe

    Tit søgdu nei til trælahald
    nei til rómverskt vald
    talan var greið til ta kúgaðu fjøld
    sum fjøtrað av rómverjum var
    tá Pilatus alt vald hevði har

    Palestina tit vildu hava frælst
    og hóast leinkjan tó aldri brast
    so var tað eitt frælsis- og kærleiksboð
    sum í uppreistri tykkara lá
    og øllum kúgaðum hvílur á

    Men nú stendur kærleiksboðið veikt
    frælsið lýsur bleikt
    tí tíðirnar broyttust og hvør segði nei
    tá atomøldin reisti seg
    og við vápnum slóðaði veg

    So hvat vilja profetarnir í dag
    sum tigandi hava sæð
    seg sjálvar alt meira fløktar inní
    eina yvirvápnaða verð
    har Mammon gudurin er

    Bløðini spretta

    Orð og lag: Rani Nolsøe

    Bløðini spretta og følna
    sum árstíðirnar skifta
    vindarnir heilsa her og í
    fremmandum londum

    Her er sjóðaður saman
    ein paradísmeldur
    sum á gyltastu ljósbáru
    sveimar yvir heiðum og vøtnum

    Her kann eg huga mín ganga
    og síggja tær verur
    sum djórini flest øll
    betur enn mannahond røkta

    Og longur eg gangi
    tess fagrari blómurnar eru
    her á villastu víddum
    grør tann ríkasti heimur

    Her vil eg liva! so leingi sum
    fuglarnir láta
    so leingi sum brimið
    brýtur við mínar føtur

    So leingi sum náttin meg hylur
    við tigandi songi
    og dreymarnar skapar
    sum eg vil droyma um teg

    Ljós

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Eyðun Nolsøe

    Nú er myrkt men eitt lítið ljós
    blaktrar í stovuni hjá mær
    ikki má tað slókna nú
    so eg seti meg við borðið
    stari inn í flógvan loga
    og skuggar frá ljósinum hugtaka meg

    Meðan tankar um góðar løtur
    millum vinir har friðarpípan brann
    tá ið kvøld á degi vann

    Tí vil eg í hesi nátt
    tendra øll ljósini herinni
    beri varin glæmuna
    inn í fleiri myrkar krókar
    gevi nýggjum veikum megi
    og nú er mín stova so upplýst og heit

    Meðan tankar um góðar løtur
    millum vinir har friðarpipan brann
    tá ið kvøld á degi vann

    Friðarsangur

    Orð: Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen
    Lag: Rani Nolsøe

    Í eldinum runnu túsund tár
    tá Hiroshima græt
    í gravunum reika spurningar
    sum ikki fingu svar
    – men úr øskuni hoyrdust veingjasløg
    í vindunum vunnu flog
    sum varandi minni sveima tey
    yvir okkara møddu jørð

    Og fremvegis fella bumburnar
    og framvegis herja kríggj
    um vígvallir smella kúlurnar
    um landamørk hoyrast skríggj
    – men um okkara sterka friðarboð
    hevur okkum at liva í
    vilja frískir vindar finna lond
    har lív og gróður er

    Úr tykkara tárum grógva blómur
    út um villan vøll
    um menniskju heinta fræini
    so blómar jørðin øll

    Úr rúkandi toftum veingjasløg
    bresta sannleikar í mítt sinn
    ur fjarskotnum londum ein bróðurhond
    vil finna lógva mín
    eg veit at sólin eisini sær
    har meiningsloysi er størst
    eg veit at í morgin eisini er
    ein dagur fyri øll

    Úr fjarskotnum landi ein bróðurhond
    vil finna lógva tín
    so leingi friður á okkara jørð
    ein møguleiki er

    Eros

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Terji Rasmussen
    Íslendsk týðing

    Vilt tú ikki sita her
    eina løtu nú hjá mær
    so eg kann kína og kyssa teg
    og vera tær so nær

    Nú býurin skjótt sova skal
    og myrkrið biður góða nátt
    legg teg bara her so væl
    fevn og kroyst mín kropp

    Vit gloyma dagsins strev
    í morgin er aftur frídagur
    og Eros so loyndarfullur lær
    bara hann okkum sær

    Nú sólin sendir geislar inn
    í eina lítla lon so veik
    har liggja tvey saman ballað skinn
    eftir ástarleik

    Um vit gloyma dagsins stríð
    geva hvørjum øðrum tíð
    kann Eros ikki halda frí
    tað leggur hann einki í

    Tú mást ei fara heim í kvøld
    verð nú her hjá mær
    so eg kann merkja tín mjúka kropp
    heilt nær at mær

    Føroyar

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Kaga upp í himmalin sært tú fuglin har
    frælsur vil hann flúgva nógv túsund míl frá tær
    hann breiðir sínar veingir út veitrar tær farvæl
    tá ferðin er at enda, tú aftur fuglin sær
    tá er hann komin heim til Føroyar

    Á køldum opnum havi spjaddar liggja tit
    grønar vakrar oyggjar hetta landið eiga vit
    tú dregur tú argar tað er títt sinnalag
    títt freka blíða lyndið sjarmerandi er tað
    soleiðis kenna vit teg Føroyar

    Flúgva fagrir fuglar byggja reiður her
    og fiskur er í sjónum so langt sum eygað ber
    at vitja fjallatindar mangur gleðir seg
    og spríkja goymdar keldur um vit bora ígjøgnum teg
    og verða vit ríkari tá Føroyar
    og hvør verður ríkari tá Føroyar?

    Hvat heldur tú um okkum vit rópa okkum tjóð
    á flaggdegi, um várarnar, tá tjøldur setast móð
    hvar eru tey sum lovaðu at lekja tíni sár
    sum misprýða og vanvirða ár eftir ár eftir ár eftir ár
    hvat heldur tú um føroyingar Føroyar

    Við guitara og sangi eg spæli nú mítt lag
    sum um Føroyar var mín móðir og bað meg skriva tað
    so eiggilig og gomul hon teskar barnið mítt
    eg vildi at mítt ríkidømi so væl varð býtt
    ímillum tey sum búgva her í Føroyum
    ímillum tey sum búgva her í Føroyum
    so javnt millum føroyingar Føroyar