Sangurin í tínum hjarta

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Ingi Isaksen og Rani Nolsøe

    Sangur í tínum hjarta
    Spegil í tínum brá
    Røddin í tínum barmi
    Ein medferð ið segði frá
    Ódoyggjandi uppreistrarlyndi
    Á steingólvi troddi tín dans
    Brann og køvdist kyndilin
    Uttan vit góvu tí ans

    Sløraði gongulagið
    Var sálin úr haminum frí
    Lívið vert at liva
    Bert fyri stutta tíð
    Sangurin í tínum hjarta
    Helt ongantíð heilt uppat
    Og spegilin í eygunum
    Segði ongantíð at

    Tú fleyg sum ein einsamallur eingil
    Inn í ein ókendan dag
    Har gudarnir elska tey ungu
    Eg skilji eg skilji ei tað
    sangurin í tínum hjarta
    Helt ongantíð heilt uppat
    Tú fleyg sum ein einsamur eingil
    Inn í ein ókendag dag

    Kærleikans Vallaraheim

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Rani Nolsøe

    Seinasti gesturin tømir sítt glas
    Skjótt fær tann unga barrgentan frí
    Tungur hann fer út í kuldan
    Ígjøgnum ein steindeyðan bý

    Á blindgøtu lá hetta húsið
    Har myrkursins einglar sær halda á gleim
    Sær ljósið frá slóknaðum stjørnum
    Og Kærleikans Vallaraheim

    Vælkomin til Kærleikans Vallaraheim
    Tær bjóðar ein lagnunar vals
    Hoyr streingir á leikandi hørpum í nátt
    Spæla til eydnu og fals

    Í huganum útbrendar kertur
    Livandi leitandi longsul á nátt
    Í hjartanum bankandi kenslur
    Á kærleikans vallaragátt

    Skal samvitskan æviga reika
    Hvør útruddar treða og avlívar fongd
    Ein skapan av ótta og gleði
    Í kærleikans vallaragong

    Vælkomin til Kærleikans Vallaraheim
    Tær bjóðar ein lagnunar vals
    Hoyr streingir á leikandi hørpum í nátt
    Spæla til eydnu og fals

    Tú ofrar títt heimleysa hjartað
    Hvør lokkar og freistar hvør gevur tær ans
    Livir út innastu stongslar
    Kærleikans vallaradans

    Á armi mínum

    Orð: Ola Nordskar / Steintór Rasmussen
    Lag: Ola Nordskar

    Vit eiga ein frídag í morgin
    Lat arbeiðið liggja gloym ábyrgd og stríð
    Ein glóð í tær tendrar ein loga
    Sum tú stendur við speglið og letur teg í
    Í kvøld skulu vit liva og láta
    Dansa og sveima sum fríir fuglar nú
    Eg veit at tann ið skal liggja
    Á armi mímum í nátt tað er tú

    Ein tímaløn fer til ein taxa
    Foreldur tíni lána børnini ein dag
    til døgurðan kertuljós og reyðvín
    Tá eg biði um ein dans er svarið eisini ja
    Eg tvætli býtt við eina fitta gentu
    Øvundsjúk á nei vit liva her og nú
    Tí tú veitst at tann ið skal liggja
    Á armi mínum í nátt tað er tú

    Tú ert sum ein ókrýnd náttardrotning
    Og mannfólk á staðnum liggja framvið
    At fáa tann allarsíðsta dansin
    Men áðrenn eg veit av ert tú við mína lið
    Har stendur ein ungur foyur maður
    Ein lítlan koss á kinn hvat man hann hugsa nú
    Hann veit ikki, at tann ið skal liggja
    Á armi mínum í nátt tað er tú

    Eg nærum í trappuni snávi
    Tú letur upp dyrnar og heldur tær á gleim
    Tað er stuttligt at fara í býin
    Men best av øllum er at koma heim
    Nú ert tú tekkilig nakin
    Og náttin er full av tokka eins og tú
    Men tú lær við tína lið hann liggur
    Er sovnaður á armi tínum nú

    Ríða ranka

    Orð og lag: H. Chapin / S. Chapin
    Týtt: Steintór Rasmussen

    Við stríð og pínu í eini sjúkrahússong
    Kona mín føddi ein fittan drong
    Men eg ferðist nógv var ei heima tá
    Hann for til gongu var eg ikki hjá
    Hann prátaði tá eg kom heim ein dag
    Hann segði: Eg vil vil verða sum tú ja
    Eg vil verða sum tú

    Ikki ríða ranka og ongin lítil bjørn
    Eingin vøgguvísa og ævintýr til børn
    Nær kemur tú heim vónandi brátt
    Tá fáa vit tað gott
    Tá fáa vit tað aftur gott

    Í síðstu viku fylti hann 10 ár
    Hann segði: Takk fyri bóltin sum eg fekk frá tær
    Tímur tú at sparka pápi spæla eitt spæl
    Mín sonur í dag er tað so nógv sum eg skal
    Hann smíltist tó blítt til mín hóast tað
    Hann segði: Eg vil verða sum tú ja
    Eg vil verða sum tú

    Hann las niðri nú var í summarfrí
    Hann kom framvið hevði ringa tíð
    Mín sonur eg eri so stoltur av tær
    Hann segði: Lykilin til bilin pápi lán tú mær
    Eg skal vitja fólk tey eru heima nú
    Pápi tað skilur tú

    Eg eri gamal nú fái eftirløn ja
    Mín sonur er giftur eg ringdi í dag
    So sjáldan vit síggjast nær hevur tú frí
    Hann segði: Arbeiði, húsið, pápi alt tekur tíð
    Eg legði hornið á og skilti tá
    At sonur mín líktist mær
    Sum pápi sín blivin var

    Junikvøld

    Orð: Ola Nordskar
    Lag: Ola Nordskar / Steintór Rasmussen

    Summarsólin lækkar brátt í vestri fer í kav
    Eitt vakurt junikvøld vit í skundi gjørdi av
    Vit fyltu uppí bilin og sungu bæði tvey
    Og koyrdu út býnum nú havsbrúgvin var reyð

    Uppi yvir luftin markleys himmalblá
    Undir henni fjøllini og tindarnir uppfrá
    Vakrir grønir brattar vøtn og fjøruljóð
    Í føroyskum firðum har sálin fær ró

    Sum vit sótu vit fjallafótin sovnaðu vit har
    Forelskaði og firvitin sum pláss í bilinum var
    Eitt suð av heimlands sælu av alski og nátúr
    Ómakligt kanska tað men uttan stress og vekjaraur

    Tí vit vórðu vakt av plásstroti og morgunfuglasong
    Við fjørðin lá ein matstova og vit bæði vóru svong
    Summarið er komið her steðga vit ein dag
    So vit leigaðu eitt kamar við dupultsong og bað

    Enn eitt bydaportur her ongin støðast nú
    Tonk áður var ein skúli og handil undrast tú
    tey røktu fjall og fjøru og brúktu torv og kol
    Í túni hvørvisteinur nú á tekju parabol

    Sólin skein á fjallatind ta vøkru kvøldarstund
    Vit koyrdu uppum skarðið og gjøgnum vøkur sund
    Út á høvuðsvegin og skjótt gekk leiðin heim
    Vit sóu nú í bakspegli á síðsta markastein

    Uppi yvir luftin markleys himmalblá
    Undir henni fjøllini og tindarnir uppfrá
    Vakrir grønir brattar vøtn og fjøruljóð
    Í føroyskum firðum har sálin fær ró

    Málningur yrkjarans

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Hanus G. Johansen

    Tú vilt hava sólarmagn ljós og lýggjan vind
    Tú vilt mála havið blátt á tíni summarmynd
    Tú leitar eftir grønum til dalar og til fjøll
    Og málar so við gulum sóljuskrýddan vøll

    Tú teknar vakran ungling hesa kvøldarstund
    Og eina unga gentu sum dansar løtt í lund
    Tú teknar síðan børnini áarløk og heim
    Og eisini nakrar fuglar ið sveima yvir teim

    Tú vakurleika málar
    Har náttúran dálkað er
    Tú yrkir um kærleika
    Sum ikki finnist her
    Tín sangur er til deyvstumm
    Tín málningur til blind
    Títt lív er sum ein yrking
    Títt lív er sum ein mynd

    Tú yrkja vilt um tokuna regn og kavaæl
    Og kvøða so at dansurin í vetur gongur væl
    Leggja við í eldin tá stovan kennist køld
    Kveikja lív og vónir tey myrku vetrarkvøld

    Tú yrkja vilt um menniskju sum liva heyst og vár
    Mála allar árstíðir og skriva tíni ár
    Brenna teg av sólini kyssa regnið vátt
    Lita morgunroðan og yrkja út á nátt

    Tú vakurleika málar
    Har náttúran dálkað er
    Tú yrkir um kærleika
    Sum ikki finnist her
    Tín sangur er til deyvstumm
    Tín málningur til blind
    Títt lív er sum ein yrking
    Títt lív er sum ein mynd

    Eigur tú

    Orð: Steintór Rasmussen
    Lag: Steintór Rasmussen og Ingi Isaksen

    Eigur tú ei heitan streim
    At fløva kenslur kaldar
    Megla frið í sinninum
    Tá kríggj og kaos valdar
    Vilt tú týða stjørnurnar
    Tá eg úr dreymum hvøkki
    Bjarga mær á dýpinum
    Har tú veitst eg søkki

    So set í gongd títt kraftarverk
    Tá tolmóð títt vil tømast
    Verð tú sjálv eitt rættarhús
    Har misgerðir ei dømast
    Vilt tú ofra tíð og strev
    Endurreisa brúnna
    Milllum meg og kærleikan
    Vónina og trúnna

    Eigur tú eitt altar
    Har eg falla kann til knýggja
    Eigur tú ein frían pall
    Ið hevjar meg til skýggja
    Vilt tú lýsa upp mín dag
    Sum ein sólarroði
    So vil eg eisini fylgja tær
    Sum ein ælabogi

    Mona

    Orð og lag: Søren Kragh-Jacobsen
    Týtt: Steintór Rasmussen

    Summarið var farið eg sat á fremsta rað
    Vit vóru byrjaði í 8. tað var triðja skúladag
    Bráddliga fór hurðin upp har stóð eitt fremmand sprund
    Hon æt Mona og mítt hjartað tað stóð stilt í eina stund
    Hon var í cowboyklæðum og eygu himmalblá
    Hárið tað var ljóst og langt at herðunum tað lá
    Tá vit møttust eftir tíman fór ein stoytur gjøgnum meg
    Men tað bilti ikki hon var søt tað føldi eg
    Tað næsta ið eg mintist var hon spurdi um mítt navn
    Sum kánus eg fekk stama úr mær eg eiti Regin Ravn
    Brátt so visti klassin alt og fanin leysur var
    tú er góður við Monu ein muss hon væntar sær

    Men mín rødd hon fer í baklás ongi klæði passi eg
    So eri eg so smæðin at tað næstan ger fortreð
    Og Mona Mona Mona vil tað henda ein dag
    Eg taki tína hond og vit kunnu rýma saman

    Mona tók tað pent hon sá ta støðu eg var í
    Vit prátaðu sjáldan saman og tað hjálpti eina tíð
    Tey hildu uppat við at arga alt við tað gamla var
    Men inni í mær sjálvum tó enn okkurt galið var
    Ein dagin segði lærarin vit skuldu avstað
    Klassaferð til Mikladals øll gleddu seg til tað
    Vit skuldu møtast umborð á Barsskor seinast klokkan 3
    Í nýggjum svørtum spískum leðurstúlvum stóð eg í
    Roks og reyp á dekkinum Hans og Pætur royktu ball
    Tá bygdin fór úr eygsjón vit sóu Slættafjall
    Vit sungu og vit flentu alt var gott so hvakk eg við
    Nú legði eg til merkis Mona sat við mín lið

    Men mín rødd hon fer í baklás ongi klæði passi eg
    So eri eg so smæðin at tað næstan ger fortreð
    Og Mona Mona Mona vil tað henda ein dag
    Eg taki tína hond og vit kunnu rýma saman

    Tey søgdu “Legg armin nú um Monu nú sita tit so góð”
    Men tann sum kravdi ferðagjald júst tá hjá okkum stóð
    Eg odnaði um oyruni og fór tí aftur í rong
    Har kundi eg halda selskap við ein gamla bygdadrong
    Mitt í øllum hoyrdi eg at navn mítt varð nevnt
    Eg hoyrdi ikki hvat var sagt men dúgliga varð flent
    Eg tók meg so frætt saman til klassan fór eg fram
    Mona sat nú og smíltist til ein drong ið eitur Jan
    Eg var í villareiði eg hugdi burt frá teim
    Eg hevði bestan hugin til at langa honum ein
    Báturin hann sigldi sólin skein í líð
    Eg skuldi vera glaður var í ringum hýri tí

    Men mín rødd hon fer í baklás ongi klæði passi eg
    So eri eg so smæðin at tað næstan ger fortreð
    Og Mona Mona Mona vil tað henda ein dag
    Eg taki tína hond og vit kunnu rýma saman

    Við tann opna eldstaðin tá myrkrið legði seg
    Vit sungu Bláa Húsið tú veitst tann hjá Kára P
    Símun spældi guitar men ikki serliga gott
    So nøkur fóru út í eina stjørnuklára nátt
    Eg gekk aftast nokso eina eg kundi lukta hennar hár
    Jógvan Ári lá framvið men han var jú eisini 16 ár
    Tveir veðrar kundu merkjast tá eg sat á fjørustrond
    Men bráddliga eg merkti Mona helt í míni hond
    Hon legði hvøru sítt inn til mín eg fekk sjálválit av ný
    Eg gloymdi alt um pløgg og pirrur í eina rúma tið
    Mín fyrsta muss við Monu arga ongin legði í
    Og eg og Mona hildu eisini saman eina tíð

    Men mín rødd hon fer í baklás ongi klæði passi eg
    So eri eg so smæðin at tað næstan ger fortreð
    Og Mona Mona Mona vil tað henda ein dag
    Og Ina Ina Ina vil tað henda ein dag
    Og Anna Anna Anna vil tað henda ein dag
    Og Una Una Una vil tað henda ein dag
    Og Vera Vera Vera vil tað henda ein dag
    Eg taki tína hond og vit kunnu rýma saman

    Í kioskini

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Í kioskini á keiini tú bløð og tubakk fært
    Har hitti eg ein gamlan vin hann livir lívið hart
    Hann slóð meg dygd á herðarnar og beyð mær eina bjór
    Um alt og onki tosaði meðan fór tað kom og fór

    So tíðligani vart vaksin hevði tína meining ja
    Hevði skeldast nokk við gamla flutti út ein vakran dag
    Vart forelskaður eitt skifti fekk eitt lærupláss men fór
    Ongin genta nei ikki skuldi nakar halda teg í snór

    Setti út á djúpum havi tjenti væl í fiskarí
    Segði upp á myrkum vetri fór at fjakka eina tíð
    Nøkur ár á flatlondsgøtum uttan arbeið ella mál
    Ella sum tú mangan segði bara drakk av lívsins skál

    Til kioskina við sjógvin stóð tín hugur í mong ár
    Har sólskins skuggasynir sleikja síni sálarsár
    Fekst ein kjans í einum samfelag tú brúkti ja til hvat
    Men tú vildi gjørt tað sama um tú fekst ein kjans afturat

    Kanst tú siga farvæl

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Tú hevur hugt út yvir fjørðin
    Og longst at sloppið vekk
    Langt langt vekk frá hesum myrka tunga staði
    Tú hevur uppbrúkt alla orku
    Og teir kjansir sum tú fekk
    So í mangar mátar er tað jú í lagi

    Kanst tú siga farvæl
    Til hesar kendu gøtur
    Leggja heimin fyri tínar smáu føtur

    Høgt tað er til himmals
    Millum fjøllini er trongt
    Í barmi tínum brennur sannur longsul
    Tá hurðar latast aftur í hjørtunum er stongt
    Gert býurin og lívið her títt fongsul

    Kanst tú siga farvæl
    Til hesar kendu gøtur
    Leggja heimin fyri tínar smáu føtur

    Ein kláran heystarmorgun
    Í følvinum sá spor
    Tú kleiv tað skarð har ivin vildi valla
    Mót hægstu hugans tindum
    Stór og vøkur orð
    Tú vildi áðrenn dagur fór at halla

    Kanst tú siga farvæl
    Til hesar kendu gøtur
    Leggja heimin fyri tínar smáu føtur